týsdagur 26. august 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 162 - 26. august 2008 ]
Rivaldo til Usbekistan
Eftir at tað miseydnaðist hjá Kuruvchi í Usbekistan at fáa
Samuel Eto’o til felagið, hevur leiðslan nú fingið fatur í
brasilska Rivaldo, sum í 1999 varð kosin eimsins besti
spælari. Rivaldo er í dag 36 ár, og hann hevur seinnu árini
spælt í AEK Athen. Kuruvchi hevur rindað fýra milliónir
fyri Rivaldo, sum sjálvur fær eina tvísiffraða
milliónaupphædd í ársløn. Hetta er tó lítið av miklum, tí
ætlani skuldi Eto’o fáa um 300 milliónir krónur fyri at
skifta felag
Berbatov á beinkinum
Spanski venjarin hjá Tottenham, Juande Ramos, er eftir
øllum at døma troyttur av áhaldandi slatrinum um, at
Dimitar Berbatov skal vera ávegis til Manchester United.
Spælarin hevur sjálvur sagt, at hann fegin skiftir, og tað
fekk venjaran at seta hann á beinkin, tá Tottenham spældi
um vikuskiftið. Í enskum miðlum verður gitt, at Ramos
ætlar at koyra Berbatov heilt úr hópinum. Og at tað so
verður upp til Manchester United, um teir vilja rinda 300
milliónir fyri spælaran, sum Tottenham keypti í
Leverkusen fyri á leið 100 milliónir krónur.
Tað eru í løtuni 48
útlendingar virknir
í teimum fremstu
deildunum í føroysk
um fótbólti. Ongantíð
áður hava so nógvir
útlendingar spælt í
bestu deildini, og tað
er serliga eftur mál
verjum, at feløgini
hyggja uttanlands
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tað hoyrist ofta. At hesin
og hasin bara troka yngru
føroysku leikararnar av lið
num. Uttan at prógva tað,
eiga flestu teirra sjálvskriva
pláss í byrjunaruppstilling
ini. Onkur finst at einstøku
leikarunum, meðan summi
fílast á leiðslurnar at fáa
teir hendan vegin.
Men føroyskur fótbóltur
hevur sanniliga havt gagn
av fleiru teirra. Ion Geolgau,
Krzysztof Popczynski og
Tomislav Sivic eru millum
útlendingarnar í føroyskum
fótbólti, sum seinastu tíggju
árini hava lyft støðið á fót
bóltinum. Við øðrvísi hug
burði og nýggjum sjónar
miðum hava teir givið leik
arum far av, hvat tað krevst,
fyri at sleppa víðari. Og tað
skulu vit sjálvandi verða
takksom fyri.
Í ár eru tað heili 48 útlend
ingar í føroyskum fótbólti,
og talið hevur ongantíð ver
ið so høgt sum nú. Níggju
teirra eru virknir í næstbestu
deildini. Hinir 39 umboða
feløg í Formuladeildini.
Væl fleiri
Tað eru fleiri dømi um
útlendskar leikarar, sum
eftir einum hálvum ári í Før
oyum – ella minni – venda
nøsini aftur móti heimland
inum. Soleiðis er eisini í ár.
Tamás Nagy, Anderson,
Jacob Bymar og Dejan Stoj
kovic eru millum teirra sum
komu hendan vegin í vetur,
men spæla ikki longur í For
muladeildini.
Í alt hava 44 útlendingar
spælt í Formuladeildini í ár,
meðan talið nú er 39. Sum
sæst á tølunum aðrastaðni á
hesu síðuni, so er tað hægri
enn
nakrantíð.
Leggjast
skal til merkis, at í 2001
vóru bara 18 útlendingar til
samans í bestu deildini.
Serliga málverjar
Tað er ikki eitt nýtt fyribrig
di, at føroysk fótbóltsfelag
leita sær út um landoddarnar
eftir útlendskum styrki og
íblástri. Feløgini eru jú
trýst. Áskoðarar og stuðlar
krevja nógv, og sum tað sær
út í løtuni er kappingin eisi
ni hørð um at sleppa undan
niðurflyting.
Tað er serliga eftir mál
verjum, at feløgini hyggja
uttanlands. Í løtuni eru tað
helmingurin av liðunum,
sum hava ein útlending mill
um stengurnar. Geza Turi,
48 útlendingar í føroys
2000:
30
2001:
18
2002:
31
2003:
28
2004:
27
2005:
28
2006:
20
2007:
30
2008:
48
Útlendingar í bestu føroysku fótbóltsdeildini í alt:
Fleiri av útlendsku spælarunum í føroyskum fótbólti eru úr Serbia. Ein teirra er Nenad Stankovic, sum í fjør varð kosin ársins spælari í føroyskum fótbólti