Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 162 - 26. august 2008 ] Ólafur Stefánsson hevur vunnið alt, sum vinnast kann, sum hondbóltsspælari. Nú hevur hann krýnt verkið við einum OL- silvurmerki Hondbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo 35 ára gamli Ólafur Stefánsson - ella ”Óli Stef ”, sum íslendingar nevna hann - hevur vunnið nógv í hondbólti. Hann hevur spælt hondbólt á hægsta støði í Evropa, í bæði Týsklandi og Spania, sum eru tær bestu og pengasterkastu hondbóltsligurnar í Evropa. Her eru øll heitini, sum Ólafur Stefánsson hevur vunnið við feløgum sínum: 1993: íslendskur meistari við Vali 1994: íslendskur meistari við Vali 1995: íslendskur meistari við Vali 2002: týskur meistari við SC Magdeburg 2004: spanskur meistari við Ciudad Real 2002: Champ. League vinnari við SC Magdeburg 2006: Champ. League vinnari við Ciudad Real 2004: Steypavinnari við Ciudad Real 2005: Steypavinnari við Ciudad Real 2006: Steypavinnari við Ciudad Real 2007: Steypavinnari við Ciudad Real 2008: OL-silvur við íslendska landsliðnum Persónligu heitini hava verið hesi: 2002: àrsins ítróttarmaður í Íslandi 2003: ársins ítróttarmaður í Íslandi 2002: valdur á EM All-star liðið 2004: valdur á OL All-star liðið 2008: valdur á OL All-star liðið 2002: EM-toppskjútti við 58 málum 2002: toppskjútti í Champions League 2004: toppskjútti hjá Ciudad Real 2001: toppskjútti Íslands við HM 2003: toppskjútti Íslands við HM 2004: toppskjútti Íslands við EM 2004: toppskjútti Ìslands við OL 2005: toppskjútti Íslands við HM Haraftrat er Òli Stef besti málskjúttin í søguni hjá SC Magdeburg. Óli Stef hevur áður verið nr. 4, 5, 7, 9. 11 og 15 við íslendska landsliðnum til OL, HM og EM-enda- spøl. Fáa eisini gull Hóast íslendsku hondbóltshetjurnar taptu OL-finaluna móti Fraklandi, so fáa teir kortini gull. Íslendska stjórnin hevur nevnliga gjørt av, at landsliðsspælararnir skulu heiðrast við sonevnda falka-ordaninum. Falkurin sjálvur er úr silvurið, men hann hevur gylta rond, og soleiðis fáa spælararnir hóast alt nakað av gulli. Høsnarungin hevur súkkluskúla Michael Rasmussen er framvegis óynsktur í altjóða súkklu- heiminum, eftir at hann í fjør royndi at skáka sær undan doping-roynd. Og tá tú ikki kanst kappast móti teimum bestu, so mást tú gera okkurt annað. Tí er Michael Rasmus- sen – Kylling – nú millum lærararnar á einum súkkluskúla í San Diego í USA, har luttakaranir sleppa at royna seg í kapping, sum fevnir um seks dagar. Sjálv kappingin verður í døgunum 9. til 15. november, og á www.gftours.com ber til at tekna seg, um áhugi skuldi verið fyri tí. Finnur Hansson, Jakob Jónsson og hópurin hjá Neista- monnum høvdu tann stóra forrættin at verða staddir í Íslandi á venjingarlegu, júst ta vikuna sum íslendska hondbólts- landsliðið framdi søguliga bragdið Hondbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Finnur Hansson segði við Rás2 sunnudagin úr Selfossi á íslendska Suðurlandinum, at íslendska landsliðið rakti ikki dagin. – Vit fóru ikki nóg góðir í dag, vit vóru bara ikki nóg skarpir, tá saman um kom. Meðan fraklendingar, sum hava fleiri royndir, tá tað kemur til finalur, vóru væl betri fyri til stóru uppgávuna. Eg haldi, at tað var tað, sum gjørdi munin. Finnur heldur, at íslend- ingar sóu heldur mettir út, aftaná hálvfinalusigurin á Spania. Finnur heldur, at tað manglaði í hjá Ìslandi, bæði í álopspartinum, og í verjupartinum. Málverjin, Bjørgvin Páll Gústavsson kom ikki í gongd beinaveg- in, og heldur Finnur, at verj- an átti eisini sín lut í hesum. Ìslendingar vóru ikki til reiðar, og teir tríggir brendu málmøguleikarnir frá vong- inum, sum franski mál- verjin, Thierry Omeyer tók vóru eisini ringir fyri íslendska sjálvsálitið. Kort- ini heldur Finnur Hansson, at verjan samanumtikið kanska var frægasti parturin á liðnum. – Vit mugu heldur ikki gloyma hvørjar spælarar íslendingar vóru upp ímóti. Eg haldi sjálvur, at hetta eru Heimsins bestu hond- bóltsspælarar í løtuni, tað er einki at ivast í. Í sær sjálvum er tað rættiliga flott at kunna halda einum liðið, sum Fraklandi undir 30 skotin mál. Er stoltur Spurdur um ein kortini er nøgdur við OL-kappingina hjá íslendska hondbólts- landsliðnum, svarar Finnur: - Ja, eg eri veruliga stoltur av teimum, tað er so púra vist. Finnur fortelur, at allur hópurin hjá Neistanum sat inni í biografsalinum í Sel- fossi fyri at síggja dystin, og har sótu fólk við bland- aðum kenslum aftaná OL- finaluna. Biografsalurin var á tremur við fólki, og sjálv- andi vóru fólk vónsvikin beint aftaná dystin. Øll høvdu ynskt ein betri, javn- ari og meiri spennandi dyst. Men tá »Strákar okkar« fingu silvurheiðursmerkini handað, var fagnaðurin kort- ini stórur. Spurdur um hann, Jakob og Neistaleikarnir ikki eru glaðir fyri at hava verið staddir í Íslandi, meðan íslendska hondbóltslands- liðið hevur framt síni brøgd, svarar Finnur: - Jú tað hevur sanniliga verið ein fantastisk uppliv- ing. Tá hálvfinalan var spæld ímóti Spania vóru vit í sølumiðstøðini, Smáralind, og hugdu eftir dystinum saman við hundraðtals íslendingum. Í gjárakvøldið (leygardagin red.) vóru vit og spákaði runt Reykjavík, har tað var Mentunnarnátt, har vit m.a. hugdu eftir tí stórsligna fýrverkinum. Har gekk bara alt runt og tosaði um hondbólt. Tað tyktist, sum tónleikarnir bara hit- aðu upp til OL-finaluna, sum skuldi verða dagin eft- ir. Sum forseti Íslands sigur: »Hetta er størsta ítróttar- bragdið í søgu Íslands«. Òlafur Ragnar Grímsson mintist aftur á stóru gleðina í Ìslandi, tá Vilhjálmur Ein- arsson vann silvur við summarleikirnar í Mel- bourne, Avstralia í tí Harr- ans ári, 1956. Men Finnur er samdur við Òlafi Ragn- ari, at OL-silvurið hjá »Strákunum« er størsta ítróttaravrikið í íslendskari ítróttarsøgu. Ìslendska fólkið fer at feira »Strákar- nir«, sum tjóðarhetjur, og fer at takka teimum fyri alt, sum teir hava givið tjóðini gjøgnum sítt frálíka spæl og undirhald. Finnur ivast ikki í, at stóra hátíðarhaldið, sum verður tá hondbólts- landslið kemur heim, fer næstan at fáa tjóðardagin, 17. Juni at blikna! – 17. Juni er hvørt ár, um eg eri heppin, so komi eg kanska einaferð aftrat at uppliva, at Ísland kemur í eina olympiska finalu í hondbólti. Finnur Hansson er stoltur av landsmonnum sínum Finnur Hansson er sjálvur úr tiltiknari íslendskari hondbóltsfamilju. Og hann er samdur við øðrum íslendingum í, at OL-silvurið er størsta bragdið í íslendskari hondbóltssøgu Óli Stef fekk sítt heitið við landsliðnum