Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 162 - 26. august 2008 ] 1. DEILD Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað broyttist einki í topp­ inum. Trý lið stríðast um tey bæði plássini, sum geva atgongd til bestu deildina, og hesa ferð var eingin slingur í valsinum. AB og 07 Vestur vunnu trivaligar heimasigrar ímóti tveimum teimum aftastu, og í gjár eydnaðist tað VB/Sumba at vinna tepran sigur í torføra útidystinum í Runavík. TB megnaði ikki meiri enn 1­1 á heimavølli ímóti B68, sum leingi hevur verið á niðurflytingarplássi. At TB misti tvey stig á heima­ vølli ber við sær, at møgu­ leikin at røkka heiðurs­ merkjaplássi er rættuliga kámur, og at tað er púra óhugsandi, at aldursforsetin næsta ár skal eiga pláss í fremstu røð. 07 Vestur rennur eitt sindur aftaná AB og VB/ Sumba. Eftir meiri enn hálva kiksaran í Runavík næstsíðsta vikuskifti var talan um avgreiðslusetning, tá ið teir næstbestu hjá KÍ vitjaðu í Sørvági. Úrslitið var 7­1 til heima­ liðið, og tað boðar væl frá, hvussu stórur styrkismun­ urin var. Í tíggju teimum seinastu umførunum hevur KÍ bara vunnið eitt stig. Óvanliga soltna úrtøkan ber við sær, at KÍ, sum eitt skifti í ár hevði støðuga úrtøku, nú er dottið niður um niðurflytingarstrikuna. 07 Vestur hevur seinastu vikurnar kiksað tvær ferðir í Eysturoy. Higartil hevur hetta kostað annað av pláss­ unum omanfyri røttu strik­ una. Leygardagin fer 07 Vestur at vitja á Svanga­ skarði. At B68 megnaði javnleik á Sevmýri boðar frá, at talan verður ikki um avgreiðslu uppgávu hjá 07 Vestur, sum ikki hevur ráð til at missa í fleiri av upp­ gerðunum, har vágamenn eru favorittar. Lyklauppgerðirnar, sum fara at hava alstóran týdning fyri, hvør skal flyta upp, verða innanhýsis dystirnir millum trý tey ovastu. Tann fyrsta av hesum slagnum verður annan leygardag, tá ið AB fer at vitja í Sørvági. Fyrr í ár hevur 07 Vestur havt trupulleikar á Sevmýri. Vágaliðið fer at vitja á Tvøroyri í 22. umfari. Um 07 Vestur framvegis skal verða partur av oddastríð­ num, so er treytin, at vága­ menn í hvussu so er vinna á Svangaskarði og á heima­ vølli ímóti AB. Nálareygað hjá 07 Vestur kann tykjast lítið, tí í 25. umfari skal 07 Vestur vitja á Vágseiði. Tað verður 27. september, og tá ið úrslitið av tí uppgerðini verður greitt, kann tað væl hugsast, at tað eisini verður greitt, hvørji tey bæði liðini verða, sum fara at flyta upp í bestu deildina. Síðsti triðingurin verður heilt spennandi AB-EB/Streymur 3-0 (1-0) 1-0: Tróndur Sigurðsson 2-0: Allan Michelsen 3-0: Dion Jacobsen TB-B68 1-1 (1-1) 1-0: Josef Bassene 4. 1-1: Óli Olsen 38. Reytt kort: Súni Fríði Barbá 75. (2 gul) 07 Vestur-KÍ 7-1 (5-0) 1-0: Gunnar Haraldsen 28. 2-0: Tór-Ingar Akselsen 34. 3-0: Hans Arni Ellefsen 38. 4-0: Jens Erik Rasmussen 39. 5-0: Hans Arni Ellefsen 43. 5-1: Emil Nolsøe Leifsson 72. 6-1: Anrdrzej Stretowicz 81. 7-1: Jógvan Holm 84. Víkingur-HB 2-1 (0-1) 0-1: Tony Rasmussen 1. 1-1: Hjartvard Hansen 70. 2-1: Finnur Justinussen 80. NSÍ-VB/Sumba 1-2 (1-2) 0-1: Dan Djurhuus 32. 1-1: Dejan Stojkovic 37. 1-2: Jón Gærdbo 41. Reytt kort: Predrag Stankovic, NSÍ, 87. FAKTA um 1. deild liðið Predrag Markovic (Skála) Andrew av Fløtum (HB) Arnbjørn Hansen, (EB/Str.) Óli Hansen (NSÍ) Allan Joensen (KÍ) Rodrigo (KÍ) Hanus Thorleifsson (B36) Andreas Lava Olsen (Víkingur) Bárður Olsen (EB/Str.) Sorin Anghel (EB/Str.) Odmar Færø (B36) Formula-liðið: Sosialurin mannar Formula-liðið við spælarunum, sum stóðu seg best í 20. umfarinum av Formula-deildini 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 AB 19 15 - 1 - 3 70 21 49 46 2 VB/S 19 15 - 1 - 3 46 17 29 46 3 07 Vestur 19 14 - 2 - 3 80 26 54 44 4 TB 19 11 - 3 - 5 50 17 33 36 5 Víkingur 19 7 - 3 - 9 25 45 -20 24 6 NSÍ 19 4 - 5 - 10 35 49 -14 17 7 HB 18 4 - 5 - 9 22 36 -14 17 8 B68 19 4 - 3 - 12 29 49 -20 15 9 KÍ 18 4 - 2 - 12 21 60 -39 14 10 EB/S 19 3 - 1 - 15 14 72 -58 10 Flog í 20 ár Fimleikafelagið Flog í Fuglafirði hevur nú 20 ár á baki. Í vetur skipar felagið fyri fleiri tiltøkum, og fyrsta av hesum verður nú 30. august á Kambsdali, tá fimleikadagur er á skránni. Á hesum degnum ber eisini til hjá fimleikarum at tekna seg til venjingarnar í vetur. Seinni í vetur verður Flog sjálvandi partur av fimleikafagnaðinum, har evnið hesaferð er »mótsetningar«. Flog telur í dag 16 lið, og er samlaða talið av íðkandi um tey 180. Nýtt stadion í Beograd Tá føroyska fótbóltslandsliðið fer á vøllin í Beograd, verður talan um fyrsta landsdystin, síðani FK Crvena Zvezda Stadium er høvuðsumvælt. Talan er um ein av størstu leikvøllunum í Europa, og í mannamunni ber leikvøllurin heitið, Marakana, eftir heimsins størsta stadion, sum er Maracana í Brasil. Samlaði kostnað­ urin av umvælingini, sum júst er liðug, er um tvær milliónir evrur. Spurningurin um hvør verður tapari í tøttu kappingini um at flyta upp verður neyvan svaraður fyrrenn síðst í september