týsdagur 26. august 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 26. august 2008
17
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– 17. Juni er hvørt ár, um eg eri heppin, so komi eg kanska einaferð aftr
at at uppliva, at Ísland kemur í eina olympiska finalu í hondbólti
Finnur Hansson
- Sjálvandi vildu vit
heldur havt gull.
Men vit fáa silvur,
og tað er fantastiskt,
sigur íslendski sendi-
maðurin í Føroyum.
Sunnumorgunin
hevði Eiður Guðna-
son opið hús í Fúta-
stovu
OL
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað sást eisini aftur á
íslendsku sendistovuni í
Føroyum, at íslendingar
høvdu vunnið seg í OL-
finaluna.
Hálvfinalan móti Spania
var ikki meira enn liðug,
áðrenn Eiður Guðnason
boðaði frá, at hann hevði
opið hús sunnumorgunin,
og tíðliga sunnumorgunin
hevði hópur av fólki leitað
sær oman í Fútastovu í
Havn, har dysturin varð
sýndur á stórskíggja.
- Her hava ikki bara verið
íslendingar. Nógvir føroy-
ingar hava eisini verið á
gátt, og hvør sum ein siga
teir »vit vinna!«.
- Nú gjørdist tað so ikki
til gull, men tað er í lagi
kortini. Sjálvandi vildu vit
heldur havt gull, men bara
tað at spæla í eini OL-finalu
og vinna silvur er fantast-
iskt. Ja, fyri eina somikið
lítla tjóð er tað fullkomuliga
óhoyrt. So hóast vit ikki
vunnu hendan dystin, so
vunnu vit kortini, sigur
Eiður Guðnason.
Til reiðar næstu ferð
Og sendimaðurin leggur aft-
urat, at hetta vónandi ikki
verður seinasta ferðin, at
hann hevur opið hús.
- Í dag vóru eini 50 fólk
her, og tað er tað, sum rúm-
ast inni í hølunum. Og sjálv-
andi eru vit til reiðar, um
okkurt serligt er áfatt eina
aðruferð.
Nú
gekk
alt
somikið skjótt fyri seg, men
við góðari hjálp frá Radio-
handlinum, har vit læntu
sjónvarpið, bar til at rigga
alt til um vikuskiftið, og so
vóna vit sjálvandi, at vit aft-
ur fáa eitt slíkt høvi, segði
Eiður Guðnason, áðrenn
hann aftur fór inn til gestir-
nar í Fútastovu.
Vit vunnu
kortini
Eini 50 fólk vóru komin saman hjá íslendska sendimanninum, sum hevði opið hús sunnumorgunin
Mynd: Eirikur Lindenskov
Fyri at fáa fatur á sjónvarpsmyndunum varð ein antenna stripsað fast á
flaggstongina við Fútastovu
Mynd: Eirikur Lindenskov