Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 162 - 26. august 2008 viðmerkingar KroniKK Bogi Eliasen F øroyar hava merkt stórar broytingar seinastu fjøruti árini. Oyggjalandið var eitt avbyrgt samfelag langt úti í Norðuratlantshavinum. Samskiftismøguleikarnir tá kunnu als ikki samanberast við í dag. Telex var sam­ skifti, altjóða telefonsam­ røður kostaðu meira enn vanlig fólk kundu gjalda og telefaxin var á veg. Atgongdin til vitan var avmarkað til tað sum fanst á bókasøvnum, og sum til bar at lurta eftir á ymsum útvarpsrásum kring heim­ in. Teir altjóðagjørdu samskiftisborgararnir vóru teir, sum við sendara funnu samband við aðrar radio­ amatørar kring heimin, og sendu hvørjum øðrum hesi eyðkendu radio postkortini sum prógv um, at sam­ skiftið var farið fram. Ferðasamband Ferðasambandið tá var alt annað enn gott. Ein flog­ ruta var til Keypmanna­ havnar og av og á var reglu­ lig Íslandsflúgving, um­ framt sigling til Danmark­ ar. Hetta kann heldur ikki samanberast við støðuna í dag, nú flogsamband er við øll grannalondini og okkara egna ferja røkir ferðafólkasiglingina í Norðuratlantshavi. Mitt í Atlantshavi Samskiftistøknin ger at vit nú kunnu finna fram vitan á alnótini eins og í øllum øðrum heimsins metropol­ um. Til ber at senda teldu­ postar, chatta og at síggja hvønn annan meðan tosað verður tvørtur um knøttin og uttan at tað kostar. Før­ oyar eru fyri fyrstu ferð í søguni hálaðar fram í menningini. Um vit miðja eftir at verða eitt vitanar­ samfelag, so eru vit heldur ikki ein útjaðarari longur, vit liggja mitt í Atlantshavi. Hava styrkir Vit hava longu í dag hav­ gransking á hægsta altjóða støði, vit hava gransking um dálkingarárin á menn­ iskja á hægsta altjóða støði. TACC ráðstevnan um veðurlagið vísti, at vit hava serstakliga góðar fortreytir at gera eitt klima­ universitet í Føroyum. Har­ umframt eiga vit heimsins tryggasta samfelag og eitt vinnulív, sum er við at flyta seg meira og meira yvir á vitan. Vitan Føroyingar eru eitt fólka­ slag, sum ber tokka til søgu, mentan og vitan, og nógvir føroyingar nema sær útbúgving. Hóast tað, so bendir nógv á, at miða­ lútbúgvingarstøðið í Før­ oyum er nakað lægri enn í teimum londunum vit samanbera okkum við, og eisini kappast við. Og tað er trupulleikin, ein stórur partur av teimum sum vit uppala og menna, fara av landinum í útbúgv­ ingarørindum og koma tíanverri ikki aftur. Hóast vit helst altíð hava havt varhugan av, at so er, er tað ikki fyrrenn nú, at tølini koma á borðið. Og hesi tøl eru ikki hugnalesnaður. Spurningurin er so hví? Hvat ger, at vit ikki fáa fólk okkara heimaftur og hví eru tað serliga konu­ fólk, sum hava minni hug at venda aftur til Føroya? Tað royna aðrar kanningar nú at svara uppá. Tað er vanligt hjá føroy­ ingum at leita sær av land­ inum at nema sær útbúgv­ ing. Serliga tá talan er um longri hægri útbúgvingar, fer størri parturin av land­ inum. Sum partur av alheimsgerðini kann tað vera sera gott at hava so flytbar fólk, at tey uttan uttan stórvegis hóvasták leita sær burtur í onnur lond at nema sær útbúgv­ ing. Men hetta gerst ein vansi, um vit ikki fáa nóg stóran part av hesum heim­ aftur á klettarnar og tað er tað sum er støðan í dag. At menna Føroyar til ein vitan­ arbúskap er krevjandi, og tað krevur starvsfólk við útbúgving. Tá gerst tað ikki nóg mikið bert at fáa ein ávísan prosentpart heimaftur, tá er avgerðandi neyðugt miðvíst at fáa tey bestu heimaftur. Universitetsumhvørvi í Føroyum Afturat hesum tørvar okk­ um eitt universitetsum­ hvørvi í Føroyum. Vit hava Fróðskaparsetrið, men tíðin í dag krevur meira enn tað Fróðskaparsetrið kann bjóða. Okkum tørvar tað umhvørvið, sum kann sam­ anrenna akademisk­ og vinnuáhugamál í gransking og menning. Bara umhvørv­ ið í sær sjálvum er ein stór­ ur partur av vitanar dyna­ mikki og menning, og skapa betri samanhang millum vinnu og útbúgving. Vita okkara ungu nóg mikið um Føroyar? Ein partur av orsøkini, at fólk ikki koma heimaftur, er uttan iva at Føroyar eru sera lítlar og tí hava minni útboð á bæði arbeiðs­ og frítíðarøkinum. Her er eingi ivi, at sambandið millum føroyskar útisetar og føroysk arbeiðsmarkn­ aðin er alt ov lítið. Nógv lesandi hava lítið og einki samband við føroyska arbeiðsmarknaðin, meðan tey eru burtur. Eitt annað fyribrygdi er at tey, vit senda av landinum vita ov lítið um Føroyar og før­ oysk samfelagsviðurskifti, tá tey fara avstað. Hetta kann hugsast at elva til, at útisetar hava trupult at halda seg kunnugan um føroyska samfelagið og samfelagskjakið, og at hetta er ein av forðingun­ um, at fleiri ikki koma heimaftur. Brúkarafíggjað av hvørjum? Seinasta árið hevur at kalla bert snúð seg um eina seinkaða fíggjarlóg og um tunlar. Øll summarfrítíðin, meðan útisetar okkara kan­ ska eru heima, hevur bert snúð seg um tunlar, ein freistast at siga vit(anar)­ leysar tunlar. Sjálvsagt er ein ávísur tørvur á tunlum um Skálafjørðin og til Sandoynna, men um 20 ár skulu tað helst ikki bert verða pensjónistar í ellisak­ førum, sum brúkarafíggja hesar tunlarnar. Vitan og menning Tað sum eyðkennir vitanar­ samfeløg er miðvís íløga í útbúgving, gransking og menning. Altjóða saman­ beringar, ið stovnar sum OECD og Heimsbankin gera. Leingi hava gransk­ arar víst á, at útbúgving hevur jalig árin á búskap­ arvøkstur. Nógvar ymiskar fatanir eru hvussu stóra ávirkan mett verður at útbúgving hevur, men ein kanning, sum Heimsbankin lat úr hondum í fjør vísir á, at fyri hvørt ár miðalút­ búgvingin verður longd, er búskaparvøksturin 0,58% størri. Men kanningin legg­ ur eisini dent á, at tá hugt verður eftir góðskuni á útbúgving, hevur tað nógv størri týdning. Tá verður hugsað um, at kvalitetur hevur størri týdning enn kvantitetur og at útbúgving­ arpolitikkurin skal saman­ sjóðast við búskapar­ og ar beiðsmarknaðarpolitikkin annars. OECD tøl vísa á, at búskapurin veksur 1% skjótari við at hækka útbúgvingarstøði við einum ári. Aðrir ágóðar Fleiri kanningar vísa somu­ leiðis á, at hægri útbúgving­ arstøði hevur jaliga ávirkan á sosiala kapitalin, soleiðis at færri fólk er tengd at hjálp frá tí almmenna og at færri lógarbrot eru. Sosial­ ur kapitalur er týdningar­ mikil fyri at fólk sam­ starva. Tað er somuleiðis so, at hægri útbúgvingar­ støði gevur ein betri humanan kapital, sum er avgerðandi neyðugt fyri at vera í fremstu røð í altjóða vitanarsamfelagnum. Føroyski arbeiðsmarkn­ aðurin hevur saman við Jobmatch greitt víst á, at tørvurin á fólki við hægri útbúgvingum er stórur. Altjóða kanningar vísa greitt, at høgt útbúgvingar­ støði hevur stóran týdning fyri framburði og vøkstri. Tað vísir, at tvey mál mugu røkkast; fyri tað fyrsta at fáa fleiri fólk við útbúgv­ ing til Føroya, og í øðrum lagi at betra um útbúgving­ arstøðið í Føroyum, og ja, tað er alneyðugt at fá fleiri fólk við hægri útbúgving­ um til Føroya. Jobmatch – tráanin eftir vitan og framburði Flestu langtíðarætlanirnar í ST-skipanini um menning, eru um at hækka útbúgvingarstøðið Vitanardepil um soppar? rágreiðing frá Heimsbankanum vísir á samanhang millum útbúgvingarstøðið og búskaparvøkstur Fleiri altjóða kanningar vísa á samanhangin millum útbúgvingarstøðið og búskaparvøkstur. Føroyar hava trupult at fáa nóg nógv fólk við hægri útbúgvingum til Føroya. Jobmatch tiltakið er ein roynd at fáa fleiri av hesum heimaftur og vísir greitt, at fyritøkur og stovnar hava stóran tørv á útbúnari arbeiðsmegi. Men er tað neyðugt?