týsdagur 26. august 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 26. august 2008
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Kistan við Hans Joen
sen, Tvøroyri, fer úr
kapellinum í kvøld kl.
18:30 í kirkjuna. Jarðar
ferðin verdur týsdagin
kl. 13. Tey, ið vilja minn
ast Hans, kunnu lata
Tvøroyrar Kirkju eina
gávu, konta í Føroya
Banka.
Anna Hermannsen, f.
Rasmussen, úr Havn,
Anna hjá Rasmusi á
Háskúlanum, andaðist
leygardagin 23. august,
89 ára gomul. Bønarhald
verður á Tjarnagarði týs
dagin klokkan 18. Jarð
arferðin verður úr Havn
ar kirkju mikudagin
klokkan 13.
Andreas Olivur Pauli
Djurhuus, Porkeri and
aðist
sunnumorgunin
24. august, 57 ára gam
al. Farið verður úr
sjúkrahúskapellinum á
Tvøroyri mikukvøldið
klokkan 19. Jarðarferðin
verður
úr
Porkeris
kirkju hósdagin klokkan
12.30. Sungið verður úr
sálmabókini.
Kirstin Henriksen á
Dul, Strendur, andaðist
leygardagin 23. august,
81 ára gomul. Jarðar
ferðin verður úr Sjóvar
kirkju mikudagin 27.
august klokkan 14.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri hjálpsemi og sýnda
samkenslu, tá ið góði pápi, verpápi og abbi okkara
Tórálvur Mohr Olsen
av Sandi
andaðist og varð jarðaður.
Takk til prestarnar fyri góð og troystarrík
orð í kapelli og kirkju.
Takk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og til
tykkum mongu sum hjálptu til við
jarðarferð og ervi.
Takk fyri blómur og kransar og til tykkum øll, ið
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Herleif, Jóni og Ib
Í veruleikanum finst ein
feilur í yvirskriftini, tí her
átti at staðið „Inga Maria
Mikkelsen sjeytifimm.“ Av
eini ella aðrari orsøk, sum
hon ikki minnist sjálv
helst hevur hon verið so lítil
tá varð hon rópt Inger
ístaðin fyri Inga Maria.
Líka mikið, sjálvt um tað
ikki stendur í dópsbrævin
um, so er tað hetta navnið,
hon hevur brúkt, so leingi
hon kann minnast.
Mamma er fødd úti í
Gerðinum á Nesi 26. august
1933. Foreldrini vóru Else
beth og Tummas Hansen;
hon av Roykheyggi í Salt
nesi og hann úr Gerðinum á
Nesi. Hon er nummar seks í
raðnum av tilsamans níggju
systkjum, sum yvirlivdu.
Harafturat kom elsta barna
barnið eisini at vaksa upp í
heiminum sum tað yngsta í
systkinaflokkinum.
Sum tær flestu ungu gent
urnar tá á døgum, fór
mamma út at tæna sum 15
ára gomul og helt millum
annað hús í Sundalagnum
og í Havn. Frá 1953 til 55
arbeiddi hon á Hotel Annex
í Keypmannahavn. Í 1956
giftist hon við pápa okkara,
Hans Mikkelsen av Toftum.
Tey settu búgv í Torbisgerði
og vit gjørdust fýra børn:
Jón, Tórður, Kári og Eilis.
Jón býr í Lystrup við Århus,
meðan vit onnur búgva í
Havn og Hoyvík. Barna
børnini eru 12 í tali. Frá
seks til 27 ár. Pápi, sum
meginpartin av lívinum var
sjómaður, varð tíverri raktur
av
álvarsligari
sjúku
í
lutfalsliga góðum árum.
Hon passaði hann í stórum
trúfesti líka til tað seinasta,
áðrenn hann doyði í 2002.
Mamma er sera lættsint
og sosialt anløgd. Hon hevur
ein stóran vinarskara, og
ikki er ov nógv at siga, at
hon oftani er eitt savn
ingspunkt, har sum hon er.
Um tað so er í stóra bindi
klubbinum,
saman
við
gongukonunum, á eldrasam
komu á Vesturskin ella
missiónshúsinum. Og eisini
millum systrarnar, ið eru
hennara bestu vinkonur, er
hon eitt mittpunkt. Tvær
búgva uttanlands, ávikavist í
Íslandi og Onglandi, men
sjálvt um tær eru komnar
væl upp í árini, so vitja tær
sera oftani í Føroyum. Lætt
sintar, sum tær eru, er tað
altíð ein smittandi látur utt
an um tær, og sjálvspeisknið
er ein stórur partur av tilver
uni. Teimum dámar sera væl
alt spæl; og nógv eru tey
settini av kortum, sum eru
uppslitin í hondum teirra.
Hetta hava tær ikki frá
fremmandum, tí pápin var
ein sera íðin kortspælari.
Sjálvt um mamma í dag
rundar sjeytifimm, so er
hon framvegis í arbeiði.
Hon koyrir javnan til Havn
ar á Vistarheimið, har hon
passar sínar javnaldrar, sum
onkur av børnunum speisk
liga plagar at taka til. Hetta
er tað Vistarheimið, sum í
mong ár var við Toftavatn,
men fyri nøkrum árum síð
ani flutti til Havnar, tá húsið
varð selt. Áðrenn tíðina á
Vistarheiminum
arbeiddi
hon í mong ár sum heima
hjálp.
Hetta við at arbeiða langt
upp um pensjónsaldur, kem
ur heldur ikki frá fremmand
um. Omma hevði eisini
rundað sjeyti, áðrenn hon
gavst at arbeiða. Og tað var
ikki tí, hon hevði hug at gev
ast. Nei, eyguni fóru at bila,
og tí bar ikki til longur.
Abbi fór niður í hálva tíð, tá
hann fylti áttati og hevði
lønt arbeiði, líka til hann
var 84 ár. Omma og abbi
vóru bæði væl omanfyri 90,
áðrenn tey løgdu árarnar
inn. Tey náddu at halda jarn
brúdleyp 70 ár áðrenn
tey andaðust ár um ár tíðliga
í nítiárunum.
Sang hevur Inger altíð
elskað, og hon hevur sungið
bæði við barnakórinum og
vaksnamannakórinum hjá
Hans Jákupi Højgaard. Í
mong ár hevur hon eisini
sungið í Tofta Streingjakóri,
og manga ferðina hevur
hon verið við kórinum til
missiónsvikur og onnur til
tøk kring landið og uttan
lands.
Heimið hjá okkum hevur
altíð verið eitt heim, har
fólk samlaðust. Bæði børn,
ung og vaksin. Hurðin var
og er framvegis altíð opin
og liggjandi mitt í bygdini
beint oman fyri keiina á
Toftum, so hevur verið lætt
at støkka inn á gólvið.
Familjan er stór, og fyrr
var valla dagur, at ikki
onkur
gestur
gloppaði
dyrnar; serliga meðan vit
børn enn vóru heima.
Vit eru nógv, sum vilja
ynskja tær hjartaliga til
lukku við degnum og takka
fyri alt, tú hevur gjørt fyri
okkum børn. Dagin heldur
mamma saman við okkum
børnum, verbørnum og
ommubørnum í Havn, men
leygardagin hevur hon opið
hús millum klokkan 10 og
14 í kjallaranum í Missi
ónshúsinum á Toftum.
børnini
Inger Mikkelsen sjeytifimm
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
tá kæri sonur og bróður okkara
Christian Høgni Niclasen
búsitandi á Frederiksberg
so brádliga varð tikin frá okkum.
Takk fyri blómur, brøv og uppringingar og takk til
tykkum, ið vóru við til jarðarferðina.
Takk øll somul.
Ruth, Niclas og Lea
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum sýndu samkenslu,
tá kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara
Símin Lamhauge
Skála
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til prestarnar Sverra Steinhólm, Emil Olsen,
kirkjutænarar, berarar, sangarar og gravara.
Tøkk fyri blómur og kransar, eins og vit takka øllum,
sum bakaðu og gjørdu ervi.
Tøkk til øll, sum fylgdu Símin til hansara seinasta
hvíldarstað.
Gud signi tykkum øll.
Familjunnar vegna
Kathrina, Hansa, Haldur, Annika og Hans Petur
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu, tá kæra kona, mamma,
vermamma og omma okkara
Elisa Sivertsen
Viðareiði
andaðist og varð jarðað.
Vit takka fyri blómur og kransar, eins og vit takka
øllum tykkum, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Ein tøkk til Niels Paula Danielsen og Elsu Funding,
sum gjørdu jarðarferðina so fjálga og hugnaliga.
Eisini ein tøkk til kirkjutænararnar á Viðareiði, og øll
tykkum, sum hjálptu so væl til við ervinum.
Ein serlig tøkk til heimahjálpirnar og tykkum Úti á
Lagnum fyri tað tit vóru fyri hana. Eisini ein serlig
tøkk til tykkum øll, sum javnan gingu inn at heilsa
uppá hana eftir at førleikin var farin. Tøkk øll somul.
Vegna tey avvarðandi
Jóannes, Fríðrik v/fam.,
Petir Martin, Marner v/fam. og Marita v/fam.