týsdagur 26. august 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 162 - 26. august 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Týsdagin hin 29. januar hittust
vit, húsfólk, skyldfólk, vinfólk
og grannar til jarðarferð hjá Ing
olf Samuelsen í Christianskirkj
uni, meðan náttúran sang svana
song og klæddi seg í vakrasta
vetrarbúna.
Ingolf var farin í Harrans hend
ur: maður, faðir, guðfaðir, ver
faðir, abbi, langabbi, boyggi,
skyldmaður og vinmaður.
Vit mintust Ingolf og vit
hoyrdu, at vit hittast aftur heima
hjá himmalska Faðir okkara. Tað
var ein sorgarstund og ein skiln
aðarløtu.
Deyðin hevði vitjað lív og heim
okkara.
Heima í Kvíggjaklova tiktist alt
so tómt.
Tómur var stólurin, har Ingolf
altíð sat og læs, - ella sá
sjónvarp.
Hús og heim, rúm og veggir, siga
nú søguna um eitt menniskjalív,
har næstan alt hevði áhuga og
týdning.
Ingolf var ikki longur livandi hjá
okkum.
Hjartað hansara var steðgað og
lívið livað.
Ingolf varð føddur í Kvíggjaklova
hin 31.desember 1927. Miðskeið
is tveir heimsbardagar. Foreldrini
vóru Maria og Johann Samuelsen.
Johann (Suðuroyar Johann, sum
hann eisini varð nevndur), var
ættaður úr Hvalba og Maria var
úr Útistovu. Johann var ein
dugnaligur smiðjur, og Maria ein
sera kløkk og vitug kvinna. Tey
bygdu húsini í Kvíggjaklova ár
1911, giftust og fingu seks børn:
Hannemann, Astrid, Jona, Ingolf,
Ragnar og Ernst. Ernst er tann
einasti, ið er eftir. Hann er búsit
andi í Havn og giftur við Mariu.
Júst í summar hildu tey gullbrúd
leyp.
Sum barn og ungur var Ingolf
sjúkur av tuberklum. Hann var á
Sanatoriunum eina tíð og varð
lektur.
Ingolf silgdi við Pride. Tað var
mangan tungt og ófýsi, men eis
ini nógvar vakrar og ljósa løtur.
Seinri varð Ingolf telefonmont
ørur, bygdi hús og giftist við
mammu.
“My home is my Castle” segði
Ingolf hvørja ferð, hann kom
aftur á gátt. Kanska hevði hann
bara verið inni hjá grannanum?
Ingolf og mamma keyptu
Klaksvíkar Dampvaskarí. Har
arbeiddu tey saman, til tey seldu
vaskaríið í 1992. Ingolf segði, at
tað var tann besta tíðin, og at øll
hjún áttu at arbeiða saman.
Tá eg hugsi um Ingolf, og
hvønn týdning hann hevði fyri
mítt lív, so er tað serliga tríggir
heimar, sum renna mær í huga.
Klassiski
tónleikaheimurin
Ingolf keypti longu tá eg var
barn Klassiska Tónleikaverkið
frá Det Bedste. Hvønn dag
skundaði eg mær heim frá skúla
at hoyra Tjakovskij, Bizet, Ravel,
Schumann, Mozart, Bach og
Beethoven, áðrenn eg fór niðan
á vaskaríið at hjálpa mammu.
Biografheimurin
Ingolf var eisini filmoperatørur í
Atlantis Bio. Eg slapp at spola
filmarnar, seta kol í maskinuna,
líma filmendarnar saman og at
síggja onkran film. Tað var at
sammeta við filmin “Mine
aftener i Paradis”
Bókaheimurin
Ingolf dámdi sera væl at lesa.
Hann var limir í einum Bóka
klubba, keypti og lænti nógvar
bøkur. Í heimi okkara var og er
ein hópur av bókum.
Tað skapti lestrarhuga.
Ingolf var listamaður. Hann
málaði, teknaði og yrkti. At fáa
bræv frá Ingolfi, var sum at fáa
ein málning. Á brævbjálvanum
hevði Ingolf málað ella teknað
Kunoynna, Nestindar, tjøldur,
himmal og hav, og livandi ljós.
Ingolf var skóti burturav og
gjørdi eitt stórt ókeypis arbeiði
fyri teir gulu skótarnar við at
byggja og fíggja skótahús bæði í
Klaksvík og í Skúvadali.
Eisini
skipaði
hann
fyri
hugnakvøldi
undir
heitinum
“Santa Jørunds Gildi lykilin til
mentan, upplýsing og framburð”
og savnaði soleiðis stóra mongd
av peningi til skótaarbeiðið í
Klaksvík.
Hann var við til at byggja og
umvæla húsini hjá Klaksvíkar
Húsmøðrafelag og Eldra Felagið
í Runavík.
Ingolf var klaksvíksingur burt
urav, men í tíggju ár høvdu
mamma og hann eisini hús í
Streymnesi, har treivst hann sera
væl. Eisini har fingu Ingolf og
mamma góðir vinir og grannar.
Abbabørnini høvdu ein ser
ligan leiklut fyri Ingolfi. Honum
dámdi væl at siga frá søgum og
løtum, sum hann hevði upplivað
saman við teimum. Túrarnir nið
an til Skúvadals saman við abba
soninum Jakob tosaði hann fegin
um, og so græt hann.
Tá sonur Jakob,Viktor, varð
føddur, fór Ingolf til Keypmanna
havnar, hóast hann hevði fingið
30 kemoviðgerðir og var sera
sjúkur. Hann ninaði langabba
barnið í Valby og vitjaði okkum í
prestagarðinum í Vodskov.
1. Sunnudag í advent, fyrsti
halgidagur í nýggja kirkjuárinum,
vóru vit til gudstænastu í Vod
skov kirkju, frokost og basar í
Sóknargarðinum. Ingolf var so
takksemur og glaður fyri dagin.
“Tað var veldigt,” segði hann.
Nú er Ingolf farin í Harrans
hendur.
Við børuna hjá Ingolfi hoyrdu
vit hesi orð frá Rómverja
brævinum:
“Eingin av okkum livir sær
sjálvum, og eingin doyr sær
sjálvum.
Tí at um vit liva, so liva vit
Harranum, og um vit doyggja, so
doyggja vit Harranum, annað
hvørt vit tí liva ella doyggja,
hoyra vit Harranum til.”
Hetta er boðskapurin, vit fáa í
mannalív okkara. Vit eru ikki
okkara egnu harrar. Vit hoyra
Harranum til. Vit koma tómhent
til lívið og fara tómhent hiðani.
Meðani vit liva, hava vit tørv
fyri umsorgan.
Ingolf hevði umsorgan fyri
mammu og okkum. Hann var
humoristiskur og harmoniskur,
og so hevði hann eitt einastand
andi gott minni. Krønikur og
stuttligar søgur dámdi honum
sera væl at siga frá.
Í Føroyum er tað aldrin bara
ein pápi, verðfaðir ella abbi, sum
er farin, tað er pápi tann og tann,
abbi tann og tann, skyldfólk, vin
fólk, grannin ella hvørji orð, vit
nú brúka at lýsa okkara tilknýti
við. Orð, sum hvørt sær rúma sín
part av eini lívssøgu, sum vit eru
takksom um, at hava átt part í.
Evangeliið, sum ljóðaði henda
dagin, tá Ingolf fór til gravar,
rúmar lívssøgu okkara, alt tað,
sum eydnast, og alt tað, sum ikki
eydnast.
Tað avmarkaða saman við tí
æviga.
Her hevur alt somu adressu,
her takka vit Guði.
Her kunnu vit síggja eitthvørt
lív, um tað er stutt ella langt eftir
okkara mátistokki, sum okkara
stokkuta part av Guðs ævinleika,
hagani vit einaferð komu, og hag
ar vit aftur fara.
Her kunnu vit takka Guði, sum
fevnir okkum frá vøggu til grøv,
sum vísir okkum umsorgan frá
móðurlívinum til vit vera løgd í
grøvina og takka Várharra, Jesus
Krist, fyri Ingolf, sum livdi og
var ein partur av lívssøgu
okkara.
Ingolf er farin í Harrans
hendur.
Guðs friður verið við Ingolfi.
Góði Ingolf
Takk fyri alt tað, sum tú hevur
verið fyri okkum.
Oda Samuelsen
Sørin S. Djurhuus
Lisbeth Solmunde
Michelsen
Minningarorð um Ingolf Samuelsen
f. 31.12.1927 - d. 26.01.2008
Dagurin
27. august. Gebhardus, deyður í 995. Biskupur í
Konstanz í Týsklandi, liggur grivin í kleysturkirkjuni
har, sum hann sjálvur sigst at hava latið byggja.