Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 163 - 27. august 2008 SAMBAND kári MikkelSeN kAriM@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Tommy stjóri á FAS og Skráset­ ingini Tommy Petersen er 59 ára gamal og útbúgvin juristur. Hann hevur drúgvar royndir sum ráð­ gevi í almennari fyrisit­ ing og sum stjóri á almennum stovnum. Har­ umframt hevur Tommy Petersen altjóða royndir bæði sum ráðgevi fyri DANIDA og føroyskur samráðingarleiðari mót­ vegis ES. Endamálið við nýggja stovninum er at veita føroysku vinnuni góðar vinnulógarkarmar. Harumframt er uppgáv­ an at skipa FAS sum eina kappingaføra altjóða dygdar­skipa­ skrá, soleiðis at sjóvinn­ an og avleitt virksemi í hesum sambandi kann gerast ein týðandi vinnu­ grein í Føroyum. Á føroyska básinum á ONS stevnuni í Stavanger í gjár fingu tey gongaliga vitjan ONS Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í gjár byrjaði stóra Offshore Northern Seas stevnan, ONS 2008, og har fingu før­ oyingarnir, sum eru á stevn­ uni, forkunnuga vitjan, tí sjálvur norski krúnprinsur­ in, Haakun prinsur vitjaði føroyska básin. Á stevnuni eru fimtan før­ oyskar fyritøkur, og tað eru Oljuvinnufelagið og Sam­ vit, sum samskipa føroysku luttøkuna. Við á stevnuni eru eisini fleiri politikarar, eitt nú borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, varaborgar­ stjórin, Jan Christiansen og borgarstjórin í Runavíkar kommunum, Hans Jákup Lamhauge. Eisini Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í tilfeingismálum er á stevn­ uni. Sum partur av ONS verð­ ur skipað fyri festivali á bryggjuni í Stavanger. Her fer eitt nú Westward Ho at liggja – beint yvir av tjaldi­ num, sum Tórshavnar Kommuna hevur sett upp. Tjaldið saman við sluppini fara at vera karmur um før­ oyska mentan, mat og tón­ leik. Harafturat skipa Tórs­ havnar Kommuna og Runa­ víkar kommuna saman við fyritøkunum á landabási­ num fyri móttøku umborð á Westward Ho mikudagin. Samlaða framsýningar­ økið á ONS 2008 er 17.500 fermetrar í 10 hallum. Før­ oyski básurin er 60 fermetr­ ar til støddar, og er hetta væl størri enn á ONS 2006. Í 2006 vitjaðu næstan 40.000 fólk framsýningina og fyriskipararnir aftanfyri framsýningina vænta, at framsýningin í ár verður enn størri. Hákun prinsur vitjaði oljumessu Tommy Petersen Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, konan Hjørdis Mortensen, Hans Jákup Lamhauge, borgarstjóri í Runavík, konan Davina Lamhauge og Jan Christiansen, varaborgarstjóri í Havn Leif Johan Sevdal, borgarstjóri í Stavanger, Heðin Mortensen, Kjell Ursin Schmith, forseti fyri ONS, Hákun Prinsur og Lars Takla, nevndarformaður á ONS vitja føroyska básin á oljuráðstevnuni í Stavanger Haakon Magnus av Norge – Hákun Prinsur, er føddur 20. juli í 1973. Hann er norskur krúnprinsur. Er sonur og næst elsta barn Harald Kong V og Sonju drotning. Hann hevur eina eldri systur, Martha Louise. Hákun prinsur er abbasonur Ólav kong V og langabbasonur Haakon VII kong. Haakun Magnus er giftur við hennara kongaligu hátign, Metta-Marit. Hann umboðar 4. ættarlig í norska kongshúsinum. FAKTA um Hákun Prins Føroysku fyritøkurnar á ONS 2008 eru: Atlantic Airways, Atlantic Supply Base, Beras, Bitland, Faroe Petroleum, Faroe Ship, Føroya Tele, Keel Solution, Simpren- tis, Shefa, Skipasmiðjan, Supply Service, Virkisráð- geving, Runavíkar Havn og Tórshavnar Havn. FAKTA