Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. august 2008 2 2008 Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Blaðfólk: Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Barbara Langgaard barbara@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fjarðafestival- blaðið Heini Lützen hev­ ur verið fastur fúsur á Fjarða Festivalinum, hann hevur enntá spælt á festivalin­ um hvørja ferð hann hevur verið, og boðar tað frá, at fólkið dámar at hoyra hann. Við sær á Fjarða Festivalin hevur Heini Lützen, Jónsvein Heine­ sen (keyboards), Gunnar Guttesen (trummur), Sven Aage Drewsen (bass), Arni Zach­ ariassen (gittar) og Malan Lützen syngur kór Fjarða Festivalur 08 Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Heine Lützen hevur verið við á Fjarða Festivalinum, á hvørjum sinni síðani festivalurin byrjaði í 2003. Hann er vorðin 43 ára gamal, og hevur verið kendur í andaliga tónleikaumhvørvinum í meira enn 20 ár. Fyrstu ferð hann spældi gittara, var hann tíggju ára gamal og hevur spælt alment í 23 ár nú. Fyrsta ferðin føroyingar byrjaðu at kenna røddina hjá Heina Lützen, var av útgávu, sum bólkurin Samsint kom við. Men í dag er hann nokk mest kendur fyri at syngja sálmar. Hetta hevur hann til dømis gjørt við sálmarnar, nærri mín Gud til tín og Føgur er foldin. Tónleikurin - Tónleikurin eg spæli, strekkir seg heilt frá stillum kontri, til tungan rokk. Tónleikurin fyllir rættiliga nógv í mínum lívið, og eg spæli fleiri ferðir um vikuna, sigur Heini Lützen. Heini Lützen er mest kendur fyri at spæla tónleik hjá øðrum, men hann skrivar eisini bæði tekstir og løg sjálvur. Tó mest tekstir til løg hjá øðrum. - Sum oftast snúgva tekstir seg um mín trúgv, mín longsul og sum eg síggi tingini áttu at verið. Hann hevur gjøgnum lívið verið við á eini ørgrynnu av útgávum, sum eru sera fjølbroyttar. - Tónleikurin hevur eina ótrúliga styrki í at hann, bæði saman við teksti, og uttan, kann tala til kensl- urnar, til hjartað á menniskjum, greiðir Heini Lützen frá um styrkini í tónleikinum hann spælir. Popputtur rokkur Við sær á Fjarða Festivalin hevur Heini Lützen, Jónsvein Heinesen (keyboards), Gunnar Guttesen (trummur), Sven Aage Drewsen (bass), Arni Zachariassen (gittar) og Malan Lützen syngur kór. Á festivalinum, fara Heine og bólkurin mest at spæla popputtan rokk, samstundis sum teir helst eisini fara at spæla onkran av sálmunum Heine er vorðin so kendur fyri. Heini Lützen hevur sum solistur, fyrr givið tvær fløgur út og tann triðja er á veg. Av solofløgunum kenna fólk nokk serliga nakrar av sálmunum og sangin, vit vóru orsøk. Fastur fúsur - Tónleikurin hevur eina ótrúliga styrki í at hann, bæði saman við teksti, og uttan, kann tala til kenslurnar, til hjartað á menniskjum, greiðir Heini Lützen frá Nú summarið er farið at halla, og flestu summarstevnur og festivalar eru farnar aftur um bak, so kemur Fjarðafestivalurin sum ein sera væl hóskandi endi uppá tey ymisku tiltøkini, sum hava verið í summar. Fyri nøkrum árum síðan vóru ein hópur av festivalum runt um í landinum, men av ymiskum orsøkum er fjarðað nógv burturav, so nú eru bert Summarfestivalurin og Fjarðafestivalin eftir. Gestir, sum hava vitjað hendan vegin, undrast ofta yvir, hvussu fjølbroytt okkara sangmentan er, og hvussu óførir føroyingar eru at syngja. Hetta er galdandi, bæði tá talan er um kór- og veitslusang. Seinnu árini hevur sangur og tónleikur veruliga blómað her á landi. Ungar sangrøddir trína fram á pallin og kunnu gera seg galdandi, ikki bert her heima, men sanniliga eisini úti í stóru verð. Ein festivalur hevur mangan verið ein lopfjøl hjá ungum tónleikarum og ein góður møguleiki at víst fram sín dugnaskap. Fjarðafestivlurin hevur nú nøkur ár á baki. Hvørt ár hevur eydnast tykkum at fáa sett saman eina rættuliga fjølbroytta skrá, soleiðis at tað hevur verið nakað fyri øll. Skráin í ár er einki undantak. Kommunan fegnast um, at tað aftur í ár hevur eydnast fyrireikarunum at fáa stáplað eitt so stórt tiltak upp á beinini, og vóna vit, at tiltakið eydnast væl og at hetta verður væl vitjað. At fyriskipa eitt slíkt tiltak krevur nógva tíð og orku, og eiga fyrireikararnir stóra tøkk og stórt rós uppiborið fyri hetta. Eg vil fegin vegna Runavíkar kommunu bjóða øllum gestum hjartaliga vælkomnum á vitjan í Skálafirði, har Keldan enn einaferð er karmur um ársins Fjarðafestival. Hans Jacob Lamhauge Borgarstjóri Fjarðafestivalurin 2008 Vælkomin á fjarðafestival