Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 163 - 27. august 2008 Í døgunum frá 21. juli til 30. juli var Eysturoyar Dansifelag í Noregi og vitjaðu eitt norskt dansifelag, Bråsnun úr Agdenes, sum liggur á sunnara armi á Tróndheims­ fjørðinum. Á ferðini vitjaðu tey søgulig støð og framførdu við millum øðrum føroyskum dansi Dansur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Samstarvið við norska dansifelagið Bråsnun byrj­ aði í 2004, tá Bråsnun setti seg í samband við Eystur­ oyar Dansifelag. Tey ynsktu at koma til Føroya á ólavsøku í 2005, og vildu tí hava samband við eitt før­ oyskt dansifelag, og soleiðs kom samstarvið í lag. Tey samskiftu eina tíð umvegis teldupost, og hetta endaði so við at tey úr dansifelagnum Bråsnun komu til Føroya á ólavsøku í 2005. Tey hildu so ólav­ søku saman við Eysturoyar Dansifelag, og tey hugnaðu sær saman og dansaður. Millum annað vóru tey gongutúr úti á Eystnesi, ein túr við Gjógv og undir Vest­ mannabjørgunum við teim­ um. Ætlanin var so at Eystur­ oyar Dansifelag skuldu fara yvir til Noregs at vitja tey, og fyri umleið hálvumøðrum ári síðani varð avgerðin tikin um, at nú skuldu tey fara. Áðrenn hetta hevði Eysturoyar Dansifelag ikki verið uttanlands síðan 1982, og nú hildu tey at tíðin var komin at fara aftur. Søguligur túrur Tey fóru úr Føroyum mána­ dag tann 21. juli við Nor­ rønu, og við á ferðini høvdu tey leigað buss. Komin til Bergen byrjaðu tey so at koyra upp móti Tróndheimi. At tey høvdu buss við sær gav teimum eisini fleiri møguleikar at vitja ymisk støð á vegnum til og frá Bergen. Umframt at tey dansaðu og høvdu framsýning við føroyskum dansi, vitjaðu tey eisini ymisk søgulig støð har á leiðini. Dansi­ felagið Bråsnun er sum sagt úr Agdernes, sum liggur á sunnara armi á Tróndheims­ fjørðinum. Hósmorgun komu tey inn til Tróndheim, og vóru tey boðin út, og har sóu tey fleiri av søguligu bygning­ unum í Tróndheimi. Um kvøldið fóru tey so á Stikla­ staðir, har tey sóu forvitnis­ ligan útileik av bardaganum við Stiklastaðir, har Ólavur Heilagi varð dripin á sinni, og sum vit kenna aftur úr Sjúrðakvæðinum. Eisini steðgaðu tey í Kvam, sum liggur millum Fagernes og Tróndheim, og har vitjaðu tey grøv Sinc­l­ ars, sum vit eisini kenna til úr Sinc­lars vísu. Sigast kann, at tey hava verið ein søguligan túr, sum er væl í tráð við tað, at tey eisini vístu fram føroyska dansin. Ein góður túrur Kathrina Hansen av Norð­ skála var við á ferðini, og hon greðir frá, at hetta var ein sera góður og hugnaligur túrur, har tey sóu nógv forvitnisligt. ­ Tað var ein ótrúliga góð­ ur og strævin túrur, og tað var eisini rættiliga heitt. Tey søgdu, at hetta var heitasta summarið í Tróndheimi í 40 ár, og vit gingu runt har í føroyskum klæðum, sigur Kathrina Hansen. So kunnu vit ætla, hvussu heitt tað hevur verið hjá teimum at spáka runt í øll­ um hitanum í Tróndheimi. Leygarmorgun byrjaðu tey so aftur at koyra niður móti Bergen. Komin til Bergen ólavsøkuaftan fóru tey eisini upp at dansa. Hesuferð dansaðu tey á Bryggen, á einum sum eitur Trac­thørsted í gamla Ber­ gen. Morgunin eftir fóru tey so umborð á Norrønu, at sigla móti Føroyum aftur. Har vóru tey so heppin, at tey á Norrønu høvdu fingið eintøk av heftinum til mið­ náttarsangin á vaglinum umborð. Á vegnum heimaftur sungu tey so eisini miðnátt­ arsangin, eins og fólkini á ólavsøku gjørdu tað, og umborð dansaðu tey eisini. Tey buðu eisini hinum ferða­ fólkunum umborð at koma við í dans, og samanumtikið høvdu tey ein sera hugna­ ligan túr heimaftur úr Noregi, har tey høvdu verið og vitja dansifealgið Brås­ nun úr Agdenes. Húsavirðið nógv fallið Danskir fíggjarfrøðingar halda, at umleið 100.000 danir hava í dag hús ella íbúð, sum eru minni verd, enn tá teir keyptu tey, og at hetta er serliga galdandi fyri tey, sum eiga smáar íbúðir ella stór og dýr hús í teimum stóru býunum. Fíggjarfrøðingarnir siga sambært DR, at hjá minst 20.000 húsa­ og íbúðareigarum er skuldin í ognini størri enn virðið, og hesi eru tað sostatt tekniskt insolvent. Húsavirðið er fallið nógv summastaðni í Danmark. Eitt nú eru eini hús í Gentofte við Keypmannahavn einar 600.000 krónur minni verd nú enn fyri bara tveimum árum síðani, sigur DR. Sjúkrabilar felags litir Í dag er tað rættiliga ymiskt, hvussu vorðnir sjúkrabilarnir ymsastaðni í Danmark eru, men nú hava myndugleikarnir gjørt, at í framtíðini skulu allir sjúkrabilar í landinum hava somu litir. Í dag eru teir flerstu sjúkrabilarnir hvítir og reyðir, men sambært einari avtalu skulu allir málast gulir og grønir í 2009, og teir fyrstu verða at síggj í gøtunum longu í heyst. Samstundis er ætlanin at samskipa tænastuna soleiðis, at allir sjúkrabilarnir skulu eisini hava sama snið, sigur DR. Eysturoyar Dansifelag á ferð í Noregi Hetta er ferðalagið, ið var í Noregi og vitjaðu dansifelagið Bråsnun úr Agdenes Myndatekstur: Eysturoyar Dansifelag dansaðu føroyskan dans í Noregi um ólavsøkuna