mikudagur 27. august 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. august 2008
6
2008
FjarðaFestivalur 08
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Upprunaliga, tá teir byrjaðu sum
bólkur, settu teir saman sangir
og byrjaðu at spæla í pubbum og
klubbum í høvuðsstaðnum í Skot
landi, Glasgow. Superhero varð
formað av nøkrum fáum dreingj
um við einum ynski um at skriva
tónleik og verða hoyrdir.
Sum bólkurin mentist, bræddi
Gud teirra persónsmensku, og í
dag stendur teirra tónleikur sum
vitnisburður til hvat Gud kann
gera, um tú gongur hansara leið.
Teir byrjaðu í fyri tíggju árum
síðani at skriva sangir og spæla á
smærri spælistøðum, og hava síð
ani ment seg víðari. Í 1999 góvust
upp arbeiðini hjá sær, og byrjaðu
at spæla tónleik á fulla tíð. Sama
árið spældu teir á Evropeiska
Festivalinum í Týsklandi, og skriv
aðu undir teirra fyrsta sáttmála
um upptøku, og fyrsta lagið varð
tikin upp sama árið.
Verið á rundferð bæði
í Evropa og USA
Síðan fyrsta plátan, kallað
Superhero, kom á marknaðin
í 2003, hevur tað gingið sera
skjótt framá hjá teimum. Í 2004
vóru teir á rundferð við bólkum
sum Delirious, Newsboys, Third
Day og Rebecca St James, sum
eisini spældi á Fjarðafestivalinum
í 2006. Sama árið vóru teir á
teirra fyrstu rundferð í Stóra
Bretlandi. Í 2006 kom næsta
fløgan hjá teimum, >> Fake Lunar
Landing <<, á marknaðin, og
árið eftir vóru teir á rundferð í
USA í tveir mánaðir saman við
DecembeRadio, Bread of Stone
og Nevertheless. Í ár hava teir
verið á tveimum rundferðum í
USA, einari á vesturstrondini og
einari á eysturstrondini, har teir
millum annað spældu live á Sirius
Satellite Radio Studios í New
York. Henda rundferðin byrjaði 9.
mai í ár, og eftir hetta gekk leiðin
so til Evropa aftur, har teir nú í
vikuskiftinum koma til Føroya.
Eru spentir undan
Fjarðafestivalinum
Tá fyrireikarnir av Fjarðafesti
valinum bjóðaðu Superhero til
Føroya vendu teir sær til Rebeccu
St James at spyrja hvussu hesin
festivalurin var. Tá forsangarin
Tim Cheshire varð spurdur, um
hvat hann væntar frá hesum festi
valinum, svarar hann soleiðs.
Vit vænta at tað verður sera
stuttligt. Vit hoyrdu frá okkara
góða vini, Rebecca St James,
at áhoyrarafjøldirnar eru fram
úrskarandi. Tað er eitt stað, har
vit ongantíð hava spælt áður. Vit
hava spælt í Danmark og øðrum
pørtum av Skandinavia, men vit
hava ongantíð verið í Føroyum,
og vit vænta at møta eitt sindur
av víkingaanda, skrivar Tim Che
shire, forsangari í Superhero, í
stuttari viðmerking.
Tim Cheshire greiðir somuleiðis
frá, at teir eru sera spentir at
koma hendavegin, og at einasta
keðiliga við túrinum er at guitaris
turin hjá teimum, Gavin McGrath,
er vorðin somikið sjúkur, at hann
tíverri ikki kann koma við. Men í
hansara stað kemur so Jon Darby,
sum hevur spælt við Superhero
áður.
Mammuth er
svenskur bólkur,
ið hevur eini 7 ár
á baki. Bólkurin
hevur hesi árini
givið útgávur út
og hevur ferðast
nógv, og ber orð
fyri at vera góður
á palli, so her er
eftir øllum at
døma nakað at
gleða seg til hjá
Fjarðafestival
gestum
FjarðaFestivalur 08
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tey, sum leita sær á Fjarðafesti
val, fáa eitt tyssi av væl blandað
um tónleiki. Eisini tann harðara
síðan av tónleikinum er umboðað
og her kemur sevnski bólkurin
Mammuth inn í myndina.
Bólkurin hevur nakrar útgávur á
baki. Tey sjey árini, bólkurin hevur
spælt saman, hevur bólkurin vunn
ið sær drúgvar royndir á palli, og
sæst og hoyrist hetta aftur, tá
Mammuth framførur.
Umframt, at talan er um harðan
rock, helst tað, ið summi kalla
tungmálm, so er eisini fram
førslan í tráð við hetta slag av
tónleiki.
Svenskur málmur
Sviar eru kendir fyri at eiga jarn
málm, ið er av hægstu góðsku.
Hetta sæst aftur í Saab og Volvo
bilum og stálknívum, ið nærum
vara í allar ævir.
Hetta er eisini í tráð við tað,
sum Mammuth frá Ørebro í Svø
ríki borga fyri. Hetta er málmur av
tungaslagnum, men við góðsku.
Hóast talan er um harðan tónleik,
so verða góðu og melodiøsu linjur
nar ongantíð gloymdar.
Nógva ferðingin hevur eisini
givið bólkinum drúgvar royndir,
sum hoyrast aftur, og er bólkurin
væl samanspældur. Àrið í ár er
árið, har bólkurin er spáddur at
verða evnið í túnatosinum millum
manna, tí veruliga gjøgnumbrotið
er ikki langt burtur, sigst.
Hetta merkir tó ikki, at bólkurin
ikki er kendur frammanundan,
tó bólkurin hevur úr at gera, tí
bólkurin er kendur gestur á festi
valum í Europa.
Ein konsert við Mammuth sigst
vera ein avbjóðandi uppliving,
ið lættliga kann blása lurtaran
upp koll, um lurtarin ikki er til
reiðar, men óivað eru gestirnir á
Fjarðafestivalinum fólk við báðum
beinum á jørðini, og tessvegna til
reiðar at taka ímóti tungu drongj
unum úr Svøríki.
Superhero
- Sum bólkur hava vit bert eitt mál,
nevnliga at røkka fólki við sannleika-
num í gleðiboðskapinum. Tónleikur-
in er intimur, kensluborðin, fyltur av
anda, meiningsfullur og fyltur av
sannleika. Soleiðs lýsa Superhero
sín egna tónleik, og í vikuskiftinum
sleppa Føroyingar at uppliva skotska
rokkbólkin á palli
Svenskur málmur frá Mammuth
Tim Cheshire, guitar og sang
Mike Uphill, trummur
Jonny Dread, bass
Tey sjey árini, bólkurin hevur
spælt saman, hevur bólkurin
vunnið sær drúgvar royndir á
palli, og sæst og hoyrist hetta
aftur, tá Mammuth framførur