Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 163 - 27. august 2008 Landsverk málar í hesum døgum bláar pílar í koyribreytina á strekkinum millum Fjarða. Hesir skulu saman við vegaskiltum tryggja, at bilførarar halda neyðugu fjarstøðuna til bilin frammanfyri FERÐSLUTRYGD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Landsverk ger nú eina roynd at betra um ferðslutrygdina. Á vegastrekkinum mill­ um Fjarða verða í hesum døgum málaðir pílar á koyribreytina, sum skulu eggja bilførarum at halda neyðugu fjarstøðuna til bilin framman fyri. 20­25 metrar eru millum pílarnar, og útrokningar vísa, at koyra bilar 80 kilometrar um tíman, skal fjarstøðan millum bilarnar vera 45 metrar. Tað vil siga, at bilførari skal altíð síggja tveir pílar millum seg og bilin framman fyri. Hagtøl vísa, at nógv ferðsluóhapp henda, og at summi fáa klipp í koyri­ kortið, tí fjarstøðan millum bilarnar er ov lítil. Seinastu fimm árini eru umleið átta prosent av øllum óhappum á landsvegum, har løgreglu­ frágreiðing er skrivað, hend, tí at ov stutt hevur verið millum bilarnar. Royndir uttanlands vísa, at hesir pílar og vegaskelti gera góðan mun, tá tað ræður um fjarstøðuna millum bilarnar. Royndirnar hjá Landsverk verða í fyrsta lagi gjørdar á vegastrekkinum millum Fjarða, men seinni fara eisini onnur vegastrekki at fáa somu pílar og skelti. Skal tryggja frástøðuna Landsverk málar í hesum døgum bláar pílar á koyribreytina á vegastrekkinum millum Fjarða Mynd: Álvur Haraldsen 23. juli var fundur á Vága kunningarstovu, har nevnd varð sett, at skipa fyri at krígssavn verður sett á stovn KRÍGSSAVN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 1. september verður eyka­ aðalfundur, har reglugerð fyri felagið verður løgd fram og vónandi samtykt. Felagið Krígssavnið hev­ ur sum endamál at savna og skráseta lutir, myndir, skriv­ ligt og munnligt tilfar um hersetingina í Føroyum und­ ir 2. veraldarbardaga. Ætlanin er at fáa til vega hús at hýsa framsýning um krígsárini í Føroyum. Sjálvt um húsið, ið ætlað er at brúka, liggur í Vágum, er ætlanin at savnið skal fev­ na um allar Føroyar, so øll eru vælkomin at koma á eykaaðalfund og at melda seg sum lim í felagnum. Á fundinum fer formaður­ in at greiða frá, hvat arbeitt hevur verið við higartil, og hvørjar ætlanir eru við nýgg­ ja krígssavninum. Haraftrat verður forvitnis­ ligur lutur at síggja á fundi­ num, nevnliga lutir av flog­ farinum, ið rendi á Sneis á Viðoynni. Greitt verður frá hesum tilburði á fundinum. Høvi verður sjálvsagt hjá fundarluttakarum og geva sína meining til kennar um, hvat ið tey kundu hugsa sær, at savnið skuldi fevnt um, og hvat endamál savnið skal hava. Eykaaðalfundurin verður klokkan 20 í hølunum hjá Vága kunningarstovu í Mið­ vági tann 1. september. Eykaaðalfundur um Krígssavnið Bretskir hermenn uttan fyri urtagarðin hjá D. Danielsen, úti á Bakka í Sørvági Loysa umhvørvis- trupuleika Í hálvtannað ár hevur vágbingurin, Kaj Joensen, arbeitt við at menna eina oljuskiljiskipan til skip. Trupulleikin sum Faroe Maritime Technic hevur sett sær fyri at loysa er, at skilja spillolju úr kjalarvatni á skipum OLJUSKILJING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Arbeiðið er nú komi so mikið langt at aðrir íleggj­ arir eru gingnir saman við Kaj Joensen, og hava stovn­ að smápartafelagið Faroe Maritime Technic. 10. juli varð sáttmáli skrivaður millum Sp/f KPT, Framtak og Roynd­ ina. Í nýggja partafelagnum eigur Sp/f KPT 71,6%, meðan Framtak og Roynd­ in eiga hvør síni 14,2%. Í nevndini sita Petur Holm, búskaparfrøðingur og formaður í nevndini, Anna Dam, løgfrøðingur, Jákup Sverri Kass, sølu­ og marknaðarstjóri og Kaj Joensen, maskinstjóri. Meðan leitað verður eftir stjóra til fyritøkuna, verður Kaj Joensen virkandi stjóri á fyritøkuni. Stjóri verður settur í nærmastu framtíð. Endamálið hjá fyritøkuni er stutt og greitt at fyri­ byrgja dálking av um­ hvørvinum. Tað er vænt­ andi, at lógvarkrøv økjast til oljuskiljingarskipan í fiski­, ferðafólka­ og farmaskipum, sum hava til endamáls at tálma og minka um dálking á heimshøvunum. Tað finnast skipanir á marknaðinum í dag, men ongin av slíkum slag sum líka munagott skilir ólju úr kjalarvatni. Umframt stórar flutnings­ fyritøkur og óljufeløg, hava klassa, sýn­ og eftirlits­ myndugleikar longu víst verkætlanini stóran áhuga, sigur Faroe Maritime Technic í tíðindaskrivi. Gávulutir sýnast fram Føðingardagsgávurnar hjá Klaksvíkar kommunu verða nú sýndar fram í býráðshøllini. Føðingardagsbørnum líkt hevur Klaksvíkar kommuna fingið hópin av gávum, nú árini gjørdust 100 í tali. Hesar gávur, ið koma frá nær og fjar, verða nú sýndar fram í býraðshøllini næstu tvær vikurnar. Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri takkar øllum fyri vøkru gávurnar og ynskir eisini at borgarar kommununar kunnu síggja prýðuligu gávulutirnar. Býráðshøllin verður opin komandi tvær vikurnar frá klokkan 10 til klokkan 16. Hurtigruten í trupulleikum Norska reiðaríið Hurtigruten ASA, sum hevur fleiri skip siglandi í strandfarasigling í Noregi og Grønlandi, er komið í so álvarssamar fíggjarligar trupulleikar, at vandi er fyri, at felagið kann fara á húsagang. Sambært norska kringvarpinum NRK hevur felagið 186 milliónir krónur í halli higartil í ár, og bankafólk siga við kringvarpið, at hallið helst kemur upp í einar 360 milliónir krónur fyri alt árið. Tí vænta fleiri, at skal felagið sleppa undan húsagangi, má tað almenna leggja uppí.