Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 152 - 10. august 2001 Nr. 152 - 10. august 2001 3 Mikudagin setti Óli Holm, landsstýris- maður við mentamál- um, fyrstu listastevn- una, har eisini vinn- arar av útskrivaðum kappingum vóru avdúkaðir. Eitt tiltak, ið hevur til endamáls at samansjóða lista- greinair og at bjóða eitt tyssi av ymsum mentanartiltøkum. Óli Holm minti á, meðan kimandi far- telefonir undirstrik- aðu løtuna, at ógvu- sligu broytingarnar í okkara tíð heldur eru møguleikar, enn hótt- anir Dagfinn Olsen Myndir: Jens Kristian Vang Stóra mentanartiltakið, Listastevna Føroya, fór í gjár av bakkastokki fyri fyrstu ferð. Til sjálva setanina í Norðurlandahúsinum vóru á skránni røður, handanir í samband við útskrivaðar kappingar, sýning av ný- mótans pløggum og filmur. Vit eru miðdepil Helga Hjorvar, stjóri í Norðurlandahúsinum, beyð vælkomin og segði, at stevnan er hugsað sum til- tak, ið skal samansjóða ymsar listagreinar. Hon minti á, at vit eru ikki út- jaðari, men miðdepil og hon metti ikki vera neyðugt hjá føroyingum at ferðast burtur í onnur lond at upp- liva tað, ið er okkum ómiss- andi. Helga Hjorvar gav síðani landsstýrismanninum við mentamálum, Óla Holm, orðið. Hann minti m.a. á, at vit liva í eini tíð, við ógvu- sligum broytingum á so mongum økjum. Men hesar broytingar eiga vit at taka sum møguleikar, heldur enn hóttanir, segði Óli Holm, meðan onkur kim- andi fartelefon í salinum undirstrikaði løtuna. Bæði Helga Hjorvar og Óli Holm komu inn á ment- an í samband við samleika. Óli Holm metti vera gott, at stevnutiltøk eisini eru kring landið. Hann metti slíka stevnu geva íblástur uttan úr heimi, men minti á, at eisini hon kann virka hinveg - úteftir. Síðani lýsti Óli Holm Listastevnuna 2001 at vera setta. Kappingar Síðani vóru vinnarar av- dúkaðir. Ein norðurlendsk fotokapping var útskrivað í samband við stevnuna, eins og ein føroysk stuttsøgu- kapping. Jørgen Lutsen, fotograf- ur, var føroyskt umboð í dómsnevndini og avdúkaði hann vinnaran. Tað gjørdist svenski fotografurin Anne Sofie Ekman, ið fekk virð- isløn og hon takkaði og var sera fegin fyri heiðurin. Ein føroysk stuttsøgu- kapping var eisini í sam- band við Listastevnuna. 42 handrit komu inn og 14 av teimum eru komnar út í bók. Virðislønir vóru til 3 tær bestu uppá 20.000, 15.000 og 10.000 krónur Tað verður kunngjørt fyri ætt og vinum, at okkara góði maður, pápi, verfaðir og abbi Joen Hendrik Zachariassen Sørvágur andaðist í heiminum 7. august, 64 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju í dag, fríggjadagin 10. august, kl. 14.00. Sungið verður úr Sálmabókini. Familjunnar vegna Ruborg, Jens Erik, Maria Eyð og Henry v/ familju Tey, ið vilja minnast Joen Hendrik, kunnu lata Sørvágs kirkju eina gávu, konto í peningastovnunum. Listastevnan stevnir sína kós á fyrstu ferðini 2001 2001 Hanus Kamban fekk fyrstu virðisløn og honum á baki komu Niclas Rasmus- sen og Marjun Kjelnæs. Føroyskir sniðgevar sýndu pløgg Síðani var mótasýning á skránni Føroyskir sniðgev- ar sýndu fram pløgg. Tær fýra, Barbara í Gongini, Gurið Ludvig, Annika Heinadóttir og Borgný Patursson, teljast millum føroysku sniðgevararnar. Allar hava tær nomið sær kunnleika á skúlum uttan- lands og onkur teirra er enn búðsitandi í Danmark. Tað var ein flott sýning, ið áskoðarar fingu at síggja. Í stíli var sýningin løgd heldur myrk, seig og kanska spøk, hóast livandi rútmur leiktu nútímans leik afturvið. Afturvið føroysku sniðunum gav hetta eitt før- oyskt huglag, sum føroyskt lyndi og veðurlag, skal ein royna at tolka - uttan missa tráðin(!). Eg voyt ikki... Síðst á skránni var ein tími við dokumentarfilmi, før- oyskum filmi. Teitur Árnason er ein av monnunum handan Feel Good Films. Hann hevur gingið á skúla í útlondum og hevur saman við øðrum stovnað hetta felag. Sum var tað tilvitað, blivu pálmarnir á pallinum førkaðir hvør sínu megin lørifti innan sýning. Fyrst ein lítil lýsingar- filmur um ein møguliga komandi film. Síðani dokumentar úr Hattarvík. Ein bygd, har bert seks fólk búgva um veturin. Einsemi og ser- staka lívið á útoyggj sera væl lýst. Filmurin hevur heitið Burturhugur - Observations in faroese. Og hetta er ein góður og flottur filmur! Um dreymar og longsul. Ein ærlig mynd. Sorgblídni má vera eitt av orðunum, ið kunnu sigast fyri at lýsa filmin, men tó - kanska svart - skemt í støð- um, tí skemtiligt er tað við eyðkendu longu støðgunum millum »á, ja« og »eg voyt ikki...«, tá føroyingar skulu greiða frá. Verður hetta sett hegnis- liga saman, sum í filmin- um, so kann ein farri av skemti spyrjast burturúr. Eisini hóast talan er um film, sum óivað er gjørdur í tøkum tíma. Tí, sum tey í Hattarvík taka til, so er samfelagið so nógv broytt. Fólk vilja hava okkurt at fara til. Púra sanførd stað- festa hattarvíkingar, at fólk tíma jú ikki at búgva í Hattarvík, tey klára tað ikki, tí einsemiskenslan er nívandi. Pálmar til Teit Árnason! Arbeitt verður við ætlan- um um at vísa filmin í Svf og kann hann viðmælast til allar føroyingar, og onnur, at hyggja at. 2001 C M Y K 3 2