Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 152 - 10. august 2001 Nr. 152 - 10. august 2001 5 Hetta sigur Borgný Patursson, sum var ein av teimum fýra sniðgevunum, sum sýndi fram, tá Lista- stevnan varð sett. Hóast ikki blaðung, hevur hon nomið sær kunnleika á skúla í Danmark og fekk allar bestu viðmæli. M.a. gekk topp- medellið Oliver Bjerrehus í klæðum frá henni Dagfinn Olsen Í Kirkjubø situr ein sniðgevi, sum ikki blaðung fór á skúlabonk, og sum nú, 2 ár seinni, taldist millum tær fýra, ið sýndi fram, tá Lista- stevnan varð sett. Borgný Dam Patursson hevur júst lokið 2 ára út- búgving á Københavns Mode- og Designskole. Hóast ikki blaðung, so var felagsskapurin við tey ungu eingin trupulleiki, sigur Borgný. Til endaligu framførsluna gekk toppmodellin frá New Yourk, Oliver Bjerrehus í klæðum frá henni, tí honum dámdi tey so væl. Borgný fekk bestu við- mæli, m.a. tí, at hon sjálv hevur sett saman, gjørt hvørt plagg sjálv og har umframt skapt eitt nýtt slag av klæði. Hon arbeiðir núr við gaze, sum hon vevur seyðaskinn ímillum Borgný sigur, at hon hevur altíð vevað og bundið. Hon hevur verið á ymsum skúl- um. Tá hon á sinni flutti til Føroya, eftir 18 ár í Dan- mark, fann hon einki at búgva í í Havn, men fór til Fugloyar. Har lærdi hon um ull og at nýta hesa. Hon hevði síðani framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har alt varð selt. Borgný heldur, at nógvir møguleikar eru í Føroyum, tí hetta verður mett sum lítið, og unikt land. Eisini eru føroyingar so glaðir og takksamir, tá onkur ger okkurt úr føroyskum til- fari. Slíkur poistivur andi er við til at skapa áhuga og dirvi at halda fram við slík- um arbeiði, metir Borgný, ið fegnast um, at føroyingar soleiðis stuðla hvønn annan. Dýr marknaðarføring Borgný er nú heima aftur í Kirkjubø og skal nú í gongd við at geva snið, framleiða, selja og annars alt, ið hoyrir til, tá ein ætlar sær at liva sum designari. Men eittnú marknaðarfør- ing er dýr. Til sýningina, tey gjørdu á skúlanum, savnaðu tey eini 100.000 krónur. Stuðul fekst eingin úr Føroyum, viðmerkir Borgný. Tað, ið Borgný fæst við, er eksklusivt design, tað vil siga av dýrara slagnum. Hetta er eingin loyna. Málið hjá Borgný er at koma í t.d. Bellacentrið og yvirhøvur at koma út um landoddarnar og koma fram har og gera Føroyar kendar har. – Eg má hava ferð á, eg havi ikki stundir at bíða. Onnur siga við meg, at tey bnú ætla á pensjón, men eg vóni at arbeiða eini 10 - 20 ár afturat, smílist Bogný Patursson. Hon vísir á mongu møgu- leikarnar við heimasíðum og øðrum. Hon heldur, at ofta verður føroyskt handverk ov lítið mett. Komur sita og binda nærum ókeypis, sigur hon, og dylir ikki, at hennara pløgg eru ekslusiv og ikki so nógv eru av hvørjum slag. – Klæðir av sama slag kosta aðrastaðni, t.d. Finn- landi, eini 7 - 8000 krónur. Vit kunnu gera hetta líka gott, sigur Borgný og metir, at eitt sindur av politiskari vælvild má til. – Stuðul verður givin til so nógv, t.d. mjólk. Hví ikki til ull?, spyr Borgný, ið væl skilir bøndur, ið ikki tíma at fáast við seyðaskinn, tá einki fæst fyri tey. – Vit høvdu lutafelagið Skinn. Men tað kostaði okk- um meira at garva í Føroy- um, enn at senda eina bingju av landinum til Svøríkis. Tá er ikki alt rætt, heldur Borgný, ið heldur, at okkurt ljóst høvd átti at uppfunnið eina maskinu at nappa við, tí hesum er brúk fyri. Í hugnaligu húsunum í Kirkjubø verður prátað um møguleikar og framtíð, með- an nýmótans pløgg úr før- oyskum tilfari liggja á borðinum. Borgný rósar føroysku modellunum, ið sýndu fram til setanina av Listastevnuni, og annars fólkunum aftanfyri pallin. Tær fýra, ið sýndu fram, eru glaðar fyri, at tær fingu henda møguleika, hóast tær skuldu vísa tað, ið tær hvør í sær høvdu, uppá einar 4 - 5 minuttir hvør. – Borgný er glað fyri fel- agskapin við hinar sniðgev- ararnar, tí fakið er spenn- andi, og gott er at vera mill- um fólk, ið fáast við tað sama. – Nú er eftir hjá okkum at stovna eitt felag, sigur Borgný. Ætlanir Fyri framman fyri design- aran í Kirkjubø, liggur ein framtíð, ið hon sær í ljós- inum av arbeiði og annars ferðum. Sniðgevar arbeiða við tí, ið skal koma um eitt ár, so tað hevur týdning at fylgja við í, hvat hendir á økinum. Prátið gongur í Kirkjubø, har ein troyttur sniðgevi greiðir frá, eftir dagsins sýn- ing. Ætlanir og møguleikar verða endavendir, eins og snotuligu pløggini á borðin- um, og metingar og hugskot tróta ikki. – Í Noreg hava t.d. flog- ternurnar serligar uniformar. Hví ikki gera tað sama her hjá okkum, í staðin fyri tað vanliga, keðiliga, sigur Borgný, sum saman við hin- um fýra sniðgevunum nú skal kring landið við Lista- stevnu Føroya at sýna fram. Og áhugin er stórur fyri pløggunum og Borgný hevur nú samband við fólk í t.d. Noreg, ið leggja seg eftir eksklusivum designi. Vinnarin av stutt- søgukappingini í samband við Lista- setvnu Føroya gjørdist Hanus Kamban Dagfinn Olsen Hanus Kamban vann stuttsøgukappingina í samband við Lista- stevnu Føroya 2001, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri saman við Rithøvundafelagnum, Bókadeild Føroya Lær- arafelag og Útvarpi Før- oya. Hanus Kamban vann við søguni Angels Place. Dómsnevndin segði m.a. í grundgev- ingini, at søgan skaraði framúr í frásøgukynstri. Hetta er søga um Lise- lott, sum er í Keyp- mannahavn. Lesarin fær at vita um fortíðina, við at telefonin ringir og boðini eru andlát heima, tað er á bygd í Føroyum. 14 søgur, av teimum 42 innkomnu handritun- um, eru komnar út í bókini Mjørki í Heilum, sum Bókadeild Føroya Lærarafelag gevur út. Hanus vann Hví ikki stuðul til ull? Hóast ikki blaðung, er Borgný júst komin av skúlabonki á designskúla og hon ætlar sær at dríva á so leingi hon kann, tí áhugin er stórur fyri pløggum, ið hon letur úr hondum 2001 Bókadeild Føroya Lærara- felags hevur givið út stuttsøgusavnið Mjørki í heilum, ið er stuttsøgusavn við søgum, ið eru valdar út millum tær 42 til stuttsøgukapping hjá Listastevnu Føroya TÍÐINDASKRIV Í savninum eru 14 stuttsøgur, ið 12 rithøvundar og ein kvøldskúlaflokkur á skrivi- skeiði hava skrivað. Søgurnar eru valdar út millum tær 42, sum komu inn, tá ið Lista- stevna Føroya 2001 skrivaði út stuttsøgukapping. Søgan, sum vann 1. virðis- løn, »Angels place«, eftir Hanus Kamban, er prentað fremst í savninum, men annars er raðfylgjan tilvildarlig. Søgurnar, og tey, ið skrivað hava, eru: Niclas Rasmussen: »Fyri lív, eftir deyða«. Marjun Kjelnæs: »Kópakona«. Dagfinn Olsen: »Oktober í kjallaranum«. Oddvør Johansen: »Gott er at vera sterkur Maria og Tann nútíðin, vit elska at skriva um«. Elias Askham: »Placebo«. Sólvør Patursson Niclasen: »Glerpípusonatan«. Halldóra Dam: »Húsini«. Rachel Helmsdal: »Angi av Ribes«. Kvøldskúlaflokkur: »Út í tóman heim«. Meinhard Jensen: »Login í hellinum undir kaffistovuni«. Heidi Laura Vágsá: »www.kærleiki.fo«. Søgurnar eru ógvuliga fjølbroyttar, bæði í innihaldi og skrivingarlagi, og uttan at greiða frá innihaldinum kann nevnast, at umframt spennandi nútíðarsøgur eru í savninum bæði sience- fiction, ræðusøga og kjatt- søga, sum á sín hátt eisini siga nakað um Føroyar fyrst í 21. øld. Fremst í bókini er stutt for- mæli, sum formaður í stjórn Listastevnu Føroya 2001, Helga Hjörvar, hevur skrivað. Aftast er prentað rithøvunda- yvirlit við stuttari umrøðu av rithøvundunum. Listamaðurin Ova hevur gjørt permuna. Hann hevur, sum ein av fáum, lisið hand- ritið, og hann eigur eisini uppskotið til heitið á savninum: »Mjørki í heilum«. Stuttsøgusavnið »Mjørki í heilum« 194 bls., heft við klaffum. Hestprent hevur um- brotið og prentað bókina, Helge Justinussen hevur bun- dið inn. Bókin kostar kr. 150 í bókhandlum kring landið. Mjørki í heilum Tað er umráðandi, at fiskidagatalið minkar, so hvørt sum veiði- trýstið økist, halda umboð fyri Tjóð- veldisflokkin og Javnaðarflokkin í Vinnunevndini FISKISKAPUR Eyðun Klakstein Skal fiskidagaskipanini verða lív laga, so er neyð- ugt alla tíðina at taka hædd fyri møguligum øktum veiðitrýsti, ið stendst av endurnýgging til meira eff- ektiv skip. Tað siga Henrik Old úr Javnaðarflokkinum og Dan Reinert Petersen úr Tjóð- veldisflokkinum í viðmerk- ingum til uppskotið um vinnuligan fiskiskap, sum fær 2. viðgerð í løgtingin- um í dag. Jørgen Niclasen, lands- stýrismaður við fiskivinnu- málum, skjýtur upp, at fisk- idagatalið verður tað sama komandi ár, sum tað hevur verið í ár. Hetta hevur landsstýris- maðurin gjørt eftir at hava fingið fleiri tilmæli, og líkt er til, at uppskotið hjá Jør- geni Niclasen fær undir- tøku í løgtinginum. Vinna gjalda Henrik Old og Dan Reinert Petersen halda, at fiski- dagaskipanin er besti hátt- urin at stýra fiskiskapinum undir Føroyum við, men tað er neyðugt at gera neyð- ugu broytingarnar, skal skipanin kunna halda fram, halda teir báðir. – Tá ein størri útskifting í flotanum fer í gongd, verð- ur neyðugt at minka um veiðutrýstið samstundis, og ein møguleiki hevði verið, at vinnan sjálv var við til at goldið fyri, at fiskidagar verða keyptir út úr skipan- ini, soleiðis at teir, ið eftir eru, fáa betri veiðumøgu- leikar og umstøður sum heild, siga Henrik Old og Dan Reinert Petersen. – Við høgum oljuprísi og høgum rakstarútreiðslum sum heild er meira neyðugt nú enn nakrantíð, at veiðan fyri hvønn fiskidag verður so góð sum gjørligt. Tað er ikki talið á fiskidøgum, sum er mest umráðandi, men heldur góð veiða, teir dagar fiskað verður. Tí halda teir báðir lim- irnir í Vinnunevndini hjá løgtinginum, at fiskidaga- talið verður regulerað, so hvørt sum veiðitrýstið økist. Anfinn Kallsberg tók í gjár eitt óvanligt stig, tá hann sendi út eina ávaring ímóti boðskapinum í einum teldubrævi, sum fólk í felagsskapinum Hesuferð hevði sent ávísum persónum í Føroyum ÁGANGUR Eyðun Klakstein Fyrrapartin í gjár sendi Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, út eina óvanliga ávaring um nakað, sum hann kallar skipaðan ágang ímóti sær. Orsøkin til stigið hjá løg- manni var eitt teldubræv frá einum av oddafólkunum í felagsskapinum Hesuferð, sum var sent ávísum per- sónum í Føroyum. Hesu- ferð er felagsskapur, sum vil hava føroyskt fullveldi. Í teldubrævinum verður lagt upp til, at Hesuferð skal mótmæla, »at løgmað- ur áhaldandi roynir at billa fólki inn, at vit enn eiga at samráðast við donsku stjórnina um tey mál, sum løgtingið hevur sett fyri sjálvstýrisgongdini.« Skotið verður upp, at hetta skal mótmælast við greiðari grundgeving til eitthvørt høvi. Í teldubrævinum verður eisini skotið upp, at fólk í Hesuferð fara at gera við- merkingar í bløðunum, so- leiðis sum tey áður hava gjørt. Brævaskrivarin bjóðar seg fram til at skriva við- merkingar, sum fólk síðani »kunnu taka at sær, um- skriva og senda bløðun- um.« Endar við ruðuleika Anfinn Kallsberg fekk í gjár hendur á hesum teldu- brævi, sum av óvart var sent nógv fleiri fólki, enn tað helst varð ætlað í fyrstu syftu. Og løgmaður tók beinan- vegin stig til at steðga ætlanini í teldubrævinum. – Sum løgmaður vil eg ávara ímóti tí virksemi, ið sýnist hava tikið seg upp. Serliga er tað ætlanin við skipaðum ágangi ímóti løg- mansins samráðingarvilja. – Besti háttur at loysa ósemjur er at tosa saman. Alt annað endar í ruðu- leika, sigur løgmaður. Anfinn Kallsberg heitir í sínum skrivi á fólk um at vísa sømuligan atburð og síggja burtur frá slíkum teldubrøvum, tí hann heldur, at tað kann forkoma skipaðu sjálvstýristil- gongdini. Løgmaður ávarar ímóti skipaðum ágangi Hesin telduposturin frá oddafólki í felagsskapinum Hesuferð fekk í gjár ilt í løgmann, sum sendi út eina almenna ávaring ímóti ætlaninum hjá felagsskapinum Fiskidagatalið má minka Góðu tit, Eg hefti við røðuna eg helt á fólkafundinum á Ólavsøku. Kann eg koma við tveimum uppskotum? 1. At vit aftur fara at gera viðmerkingar við persónligum lesarabrøvum, sum vit gjørdu fram til summarið 2000. Eg geri gjarna uppskot til innhald í lesarabrøv, sum fólk kunnu taka at sær, umskriva og senda bløðunum. Í hesum sambandi hevur Hesuferð tørv á talsmonnum og kvinnum, sum stíga fram og royna at halda sjálvsstýrismálið burtur úr vaksandi valstríðnum til eitt komandi fólkatings- ella løgtingsval 2. At hesuferð mótmælir, at løgmaður áhaldandi roynir at billa fólki inn at vit enn eiga at samráðast við donsku stjórnina um tey mál sum løgtingið hevur sett fyri sjálvstýrisgongdini. Serliga at hann tekur hendan spurning fram í september á einum av teimum heilt einkisigandi "ríkisfundunum". Hettta eigur at vera gjørt við greiðari grundgeving og við eitthvørt høvi. Lat meg frætta hvat tit halda. blíðar kvøður Kjartan Hoydal – Við høgum oljuprísi og høgum rakstarútreiðslum sum heild er meira neyðugt nú enn nakrantíð, at veiðan fyri hvønn fiskidag verður so góð sum gjørligt. Tað er ikki talið á fiskidøgum, sum er mest umráðandi, men heldur góð veiða, teir dagar fiskað verður, siga Henrik Old og Dan Reinert Petersen C M Y K 5 4