Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 152 - 10. august 2001 Nr. 152 - 10. august 2001 7 ÚTBÚGVINGARSTUÐUL Stuðulsstovnurin 1. august í 1999 varð nýggj løgtingslóg um útbúgving- arstuðul sett í gildi - lóg- tingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999. Sambært nýggju lóg- ini komu nakrar broytingar í gildi við skúlaársbyrjan í 1999, ímeðan aðrar broyt- ingar vóru settar í gildi við skúlaársbyrjan í 2000. Broytingar í ár Í ár koma eisini 3 broyting- ar í gildi sambært Ll nr. 60 frá 27 apríl 2001. Hesar eru: 1.Dagføring av rættindum hjá útlendskum borgar- um at fáa útbúgvingar- stuðul í Føroyum. Hetta er sambært norður- lendskum avtalum. 2.Annar almennur stuðul forðar ikki fyri at útbúgv- ingarstuðul verður veitt- ur. 3.Lánsupphæddirnar verða, á sama hátt sum stud- ningurin, prístalsvið- gjørdar. Stuðulshættir og - upphæddir Tey, ið eru 18 ár og eldri Øll, ið eru 18 ár ella eldri fáa vanliga útbúgvingar- stuðulin um tey uppfylla treytirnar. Tey, ið verða 18 ár í stuð- ulsárinum, fáa stuðulin mánaðin eftir at tey eru fylt 18 ár. Tá hava hesi eisini møguleika at søkja um lán. Tey, ið eru undir 18 ár Tey, ið eru undir 18 ár fáa ískoytisstuðul til keyp av undirvísingartilfari (bóka- stuðul). Harafturat er møguleiki hjá nøkrum av hesum næmingum at fáa í- skoytisstuðul til vistarhald (vistarhaldsstuðul). Bókastuðulin verður latin øllum næmingum, ið ikki hava fylt 18 ár innan 1. august 2001. Næmingar, ið fylla 18 ár í fyrru lestrar- hálvu, tvs. fyri 1. januar fáa kr. 1.575 og teir ið fylla seinnu lestrarhálvu, tvs. 1. januar ella seinni fáa kr. 3.150. Bókastuðulin verður útgoldin fyrst í stuðulsár- inum. Vistarhaldsstuðulin verð- ur latin avbygdanæmingum undir 18 ár, sum noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið. Treytin fyri at fáa henda stuðul er, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan, ella at vegalongdin millum heimabústað og skúlan er longri enn 50 km. Mánaðarligi vistarhalds- stuðulin er kr. 1.655 í 11 mánaðir. Fyri at fáa vist- arhaldsstuðul skal ÚS- leiguváttan fyriliggja á sama hátt sum hjá útibúgv- andi. Ikki aldurstreytaður stuðul Ferðastuðulin innanoyggja: Meginreglan í skipanini er, at allir næmingar, ið nýta Strandfaraskip Landsins, gjalda sama gjald fyri at koma í skúla, uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum. Ásett er, at fyri 20 túrar aftur og fram millum heimabústaðin/útbúgvingar bústaðin og skúlan skal næmingurin gjalda kr. 100. Næmingurin fær útflýggja eitt elektroniskt kort, sum bert kann nýtast á eini farleið, og bert eina ferð um dagin aftur og fram í skúla. Treytin fyri at fáa ferðastuðulin er hin sama, ið er galdandi fyri at fáa út- búgvingarstuðulin. Allir næmingar eiga at lesa »Vegleiðing til útbúgv- ingarstuðulin skúlaárið 2001/2001« og »Vegleiðing til ferðastuðulin innan- oyggja 2001/2002«, ið fæst á skúlunum og er ein meira útgreinað frágreiðing enn henda stutta blaðgrein. Sí annars: www.studulsstovnurin.fo Yvirlit yvir upphæddir : Stuðul um árið í 11 mðr Stuðul um mánaðin Heimabúgvandi kr. 24.255 kr. 2.205 Útibúgvandi kr. 36.388 kr. 3.308 Lán kr. 23.078 kr. 2.098 Eingin útbúgvingarstuðul verður útgoldin í juli. Útbúgvingarstuðulin broyttur Í gjár, 9. august, varð Johanna Mathea Skaale í Havn 95 ár. Mathea er ættað av Trøllanesi, hon var gift Sigfred Skaale, sála, 6 vóru børnini. Tey búðu í Tvørgøtu. Mathea hevur búð á Ellisheiminum síðan 1999. NØVN Í VIKUNI Mathea Skaale 95 ár Sambandsflokkurin ger nú aftur eina roynd at sleppa av við avgjaldið, sum liggur á brenniolju. Flokkurin hevur áður lagt líknandi uppskot fyri løgtingið, men tey hava ikki fingið neyðugu undirtøkuna. Nú vil Sambands- flokkurin hava lógina um serligt avgjald á brenni- olju setta úr gildið kom- andi ár. – Sambandsflokkurin heldur, at tað er ein neyðugur og uppiborin lætti, hvørt einasta húski, borgari og arbeiðspláss fáa, um uppskotið verður samtykt, sigur flokkurin í viðmerkingunum til uppskotið, sum Sune Jacobsen legði fram týs- dagin. Um miðalnýtslan av olju hjá húskjum er 4000 litrar um árið, so fer uppskotið hjá Sam- bandsflokkinum at hava ein lætta upp á 3200 krónur við sær um árið. Spara olju Sambandsflokkurin sig- ur, at flokkurin metir brenniolju sum neyð- synjarvøru, og at stórt avgjald tí ikki eigur at verða lagt á oljuna. Stóri andstøðuflokkur- in sigur seg eisini hugsa um umhvørvi, fyri tað um oljuavgjaldið skal takast av. – Oljuprísurin er so mikið høgur, at øll fólk spara nógv um oljuna, sjálvt um oljuavgjaldið fellur burtur. Oljan er ríkiga dýr uttan olju- avgjald, sigur flokkurin í viðmerkingunum til upp- skotið hjá sær. Uppskotið hjá Sam- bandsflokkinum fær fyrstu viðgerð í løgting- inum í dag. Vilja av við oljuavgjaldið Sambandsflokkurin vil nú hava oljuav- gjaldið tikið av fyri komandi ár POLITIKKUR Eyðun Klakstein Arbeiðið at smíða eina føroyska grund- lóg hevur fingið eitt skot fyri bógvin. Orsøkin er, at skriv- arin hjá nevndini ikki er sinnaður at leingja sáttmálan við lands- stýrið, sum gekk út 1. august. Skrivarin hevur fingið nokk av vánaligu arbeiðs- umstøðunum í Tinga- nesi og tímir ikki at røkja skrivstovu- arbeiðið longur GRUNDLÓG Rúnar Reistrup Grundlógararbeiðið hevur fingið eitt rættiliga álvars- ligt skot fyri bógvin. Nú minni enn tveir mánaðir eru eftir, til grundlógarnevndin skal lata eitt fyribilsuppskot úr hondum, liggur tað fast, at skrivarin í nevndini, ikki er sinnaður at leingja ver- andi sáttmála við lands- stýrið. Sáttmálin gekk út 1. august, og grundlógar- nevndin hevur tískil ongan skrivara í løtuni. Kári á Rógvi, sum nú er fyrrverandi skrivari í grundlógarnevndini, er ikki nøgdur við tær fyrisit- ingarligu umstøðurnar, sum grundlógararbeiðið hevur fingið, og tí hevur hann mist hugin at halda fram sum skrivari í nevndini, sigur hann. Ómissandi Formaðurin í grundlógar- nevndini, Jóan Pauli Joen- sen, dylir ikki fyri, at tað er sera óheppið fyri arbeiðið hjá nevndini, at skrivarin ikki hevur hug at halda fram, tí skrivarin liggur inni við nógvari vitan, ið er alneyðug í framhaldandi arbeiðinum, og tí er tað ikki bara sum at siga tað, at lata mann koma í manns stað. – Tað harmar meg sum formann í nevndini, at skrivarin ikki ynskir at halda fram, men tað mugu vit royna at finna eina loysn á. Ein møguleiki hevði ver- ið, at fyrrverandi skrivarin framhaldandi gjørdist ein partur av grundlógar- arbeiðinum, men at hann hevði ein annan leiklut enn sum skrivari. Tí tað er greitt, at tað verður ómeta- liga torført at klára seg uttan hann, sigur Jóan Pauli Joensen. Fæst ikki í starvið aftur Landsstýrismaðurin við sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, arbeiðir í løtuni av øllum alvi fyri at finna eina loysn á skrivaraloysinum hjá grundlógarnevndini. Tí tað hevur skund at fáa arbeiðið hjá grundlógar- nevndini í gongd aftur, um eitt fyribilsuppskot skal vera klárt 1. oktober. Og tað skal tað sambært løg- tingslógini um grundlógar- nevnd, ið varð samtykt á tingi 11. februar 1999 og broytt 26. apríl í ár. Landsstýrismaðurin hevur skift orð við fyrrver- andi skrivaran í grundlóg- arnevndini fleiri ferðir hesa vikuna og roynt at fingið hann at hildið fram, men til onga nyttu. Nú arbeiðir landsstýrismaðurin við einari aðrari loysn sum inniber at skrivarin á onkran annan hátt skal halda fram at vera ein partur av arbeiðinum at smíða eina føroyska grund- lóg. Einki ímóti grund- lógararbeiðinum Fráfarni skrivarin, Kári á Rógvi, sigur seg als einki hava ímóti grundlógar- arbeiðinum sum heild, tvørturímóti. – Eg haldi at grund- lógararbeiðið er ómetaliga spennandi. At síggja hvussu nær føroyskir politikarar í veruleikanum eru at eini semju um eina føroyska stjórnarskipan, og at vera partur av hesi til- gongd er sera spennandi, sigur Kári á Rógvi. – Men eg tími ikki skrivstovuarbeiðið longur. At sita og ringja til allar nevndarlimirnar, og avtala fundir við teir, avlýsa fund- ir aftur, kopiera pappírir til fundaluttakarnar, skaffa fundarhøli og gera kaffi er ikki tað, sum eg leggi í at vera løgfrøðingur og skrivari hjá grundlógar- nevndini. Tað gongur út yvir tann fakliga partin, og tað er har trupulleikin liggur. Tey lyfti, sum eg havi fingið um betraðar umstøður, eru ikki hildin. Tí kann eg ikki halda fram sum skrivari. Eg havi ikki mist hugin til grundlógar- arbeiðið, men bert til sjálvt skrivstovuarbeiðið, sigur Kári á Rógvi. Hann er tískil klárur at taka ímóti einum tilboði um at gerast partur av grund- lógararbeiðinum á annan hátt enn sum skrivari. Brotin lyftir Fyrrverandi skrivarin í grundlógarnevndini gjørdi av álvara vart við sína ónøgd fyri hálvum árii síðan, tá sáttmálin við landsstýrið eisini skuldi endurnýggjast. Tá var úr- slitið, at formaðurin í grundlógarnevndini og landsstýrismaðurin feldu eina sonevnda »felags fatan« í átta punktum niður á pappír. Í hesi felags fatan var millum annað nevnt, hvørjar umstøður grund- lógarnevndin skuldi hava at arbeiða undir. Men hesar umstøður eru enn ikki betraðar í tann mun, at tær eru blivnar nøktandi, sam- bært Kára á Rógvi. – Tí kann eg ikki bjóða mær sjálvum at bara góð- taka at so er, og so halda fram sum fyrr. Felagsfat- anin bleiv ikki hildin, Tað, sum bleiv lovað har, um at eg skuldi hava tveir hálvar løgfrøðingar, eg skuldi hava skrivstovufólk, og eg skuldi hava eina konto á fíggjarlógini til grundlógar- arbeiðið, og at tingmenn skuldu fáa betri umstøður at møta á fundi, soleiðis at grundlógararbeiðið var inn- arbeitt í kalendaran hjá løgtinginum, er ikki hildið. – Væntandi var, at tær størstu forðingarnar í ar- beiðinum fóru at vera tær politisku. At fáa politkar- arnar frá øllum síðum at arbeiða konstruktivt saman. Men hesin parturin hevur gingið ómetaliga væl. Hinvegin hevur tað gingið ómetaliga illa at fáa tann fyrisitingarliga partin at virka, og tað er sera harmi- ligt, haldi eg, sigur Kári á Rógvi, fyrrverandi skrivari í grundlógarnevndini. Grundlógararbeiðið er tað mest umfatandi lógar- smíðið higartil í føroyskari søgu. Grundlógarnevndin veingjaskerd Kári á Rógvi hevur mist hugin at vera skrivari hjá grundlógarnevndini, og vil tí ikki leingja sáttmálan við landsstýrið. C M Y K 7 6