Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 152 - 10. august 2001 Nr. 152 - 10. august 2001 9 Vegna tingmanning Javnaðarfloksins Jóannes Eidesgaard Tórshavn, 8. august 2001 Tá tað millum manna verð- ur uppfatað, at odda- greinirnar í Sosialinum endurgeva sjónarmið Javn- aðarfloksins, harmast ting- manningin, at Sosialurin í oddagrein 31. juli niðurger fólk, ið nýta sín demo- kratiska rætt at skriva undir mótmæli ímóti lógini um eftirløn landsstýrismanna. Sum áður víst á í tíðindaskrivi frá Javnaðar- flokkinum tann 23. juli í ár, heita vit staðiliga á lands- stýrið um at leggja málið aftur fyri løgtingið við upskoti um at ógilda tær broytingar, ið vórðu gjørdar í lógini. Somuleiðis skulu vit enn einaferð gera greitt, at vit ikki vilja vera við til við- gerð av nýggjum uppskot- um um eftirløn til politikk- arar, fyrr enn fjøldin av Føroya fólki hevur fingið eina nøktandi eftirlønar- skipan. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Tað var ikki hissini rok í stóðst av, at løgtingsfólk í mai tryggjaðu landsstýrismonnum eina sera góða pensjóns- skipan, samstundis sum tey góvu tilsøgn um, at eftir- lønarskipanin hjá tingmonnum skal bøtast samsvarandi. Síðani sjónvarpið avdúkaði hendan leikin, eru politikarar kropp á kroppi farnir at vaska hendur – ikki bara sam- gongupolitikarar, men eisini politikarar úr andstøðuni. Vit hava viðgjørt evnið fleiri ferðir – og vit hava eisini roynt at vent málinum á høvdið – fyri at royna at síggja tað rímuliga í, at politikarar sjálvandi skulu hava góðar arbeiðs- og lønarumstøður, og søgdu í tí sambandi, at málið er blást nakað nógv upp. Og hetta málið er blást upp. Men tað merkir ikki, at fjølmiðlarnir ikki skulu seta spurnartekin við, um tað sum politikararnir gera, er rímuligt ella ikki. Í hesum førum er tað prógvað, at politikarar annaðhvørt hava roynt at lirkað sær eina sera góða pensjónsskipan ígjøgnum í teirri vón, at eingin legði tað til merkis, fyrr enn ov seint var. Ella prógvar hetta, at landsstýrismenn og tingmenn ikki vita, hvat teir gera. Í øllum førum er talan um eitt álitisbrot millum politikarar og veljarar. Høgni Hoydal legði uppskotið fram fyri tingið. Var hann so nógv ímóti tí, sum hann letst, so kundi hann bara latið vera við at lagt tað fram. Eingin tinmaður atkvøddi í móti uppskotinum, so øll tingfólk eru samsek í, at málið er samtykt. Heldur enn at turka ábyrgdina á hvønn annan – og upp á fjølmiðlarnar, so áttu okkara fólkavaldu stillisliga at skammast. Verður lógin broytt, so kann hon í fyrsta lagi verða galdandi fyri tey, sum verða vald á ting eftir næsta val – tað hava flestu tingmenn longu forpliktað seg til! At val er í hondum sæst á øllum brøgdum, og tað er kanska orsøkin til, at eingin politikari nú vil kennast við hetta »flóvisliga« málið. Talan er koritni ikki um eitt nýtt mál, tí lógin um eftirløn til ting- og landsstýrismenn kom í gildi 8. januar 1993. Tá var eisini mikil orðadráttur, serliga um skattafríu ferðapengarnar, sum tingmenn tá samtyktu – upp til 7.500 krónur um mánaðin til tingmenn og 9.500 fyri landsstýrismenn, alt eftir, hvussu langt úr Havnini teir búgva. Tað er ein veruleiki, at løgtingið, sum varð valt 30. apríl 1998, hevur gjørt nógvar ferðir meira enn nakað annað løgting fyri at tryggja umstøðurnar hjá ting- og landsstýrisfólkum. Hetta løgtingið hevur hækkað egnu løn sína við eini 60-70% og eftirlønina tilsvarandi. Hetta løgtingið hevur tryggjað landsstýrismonnum eina sera góða pensjónsskipan, og hetta løgtingið hevur samtykt og er farið í gongd við at umbyggja løgtingshúsið fyri nógvar milliónir krónur. Tað er ein erlig sak, at hetta eru mál, ið okkara kosnu menn og kvinnur halda eiga at liggja so frammaliga. Um veljarin ikki heldur tað sama – ella um veljarin hevur gjøgnumskoðað politikararnar – so hevur hann møgu- leikan at velja øðrvísi til komandi val. DAGSINS MEINING Sosialurin Snópisligt kávalæti VIÐMERKINGAR Hanna Lisberg Tórshavn, 06.08.01 So hoyrdu vit aftur, at fólkapensiónin var mun- andi hækkað! Vildu vit ikki trúgva tí, so kundu vit bert hyggja í bankabókina! Vanliga síggi eg bert, hvat stendur í míni egnu, men nú upplivdi eg í SVF at síggja partar av eini munagóðari hækking. Aksel Krog, vit fáa bæði danska pensión (eins og Karstin Hansen fær, um ikki so langa tíð), tí vit vóru danskir tænastumenn, (eins og nógvir loysingarmenn eru). Eg kom at hugsa um tygara »skaldyr«. Tí neyv- an kunnu allir fólkapen- sionistar loyva sær slíkt luksus hvønn sunnumorg- un. Eg vísi hesum blankt aftur um munagóða hækk- ing hjá pensionistum. Men hvat halda pen- sionistar um eitt brot úr eini konto, sum sær soleiðis út: (smb. SvF) kr. 63.350·6= 379.500 kr. t.v.s. í 1/2 ár?? Her nýtast ikki nógv lýsingarorð! vakurt, ljótt, fúlt o.s.v. Metið sjálvi um. Okkurt er komið burtur úr: »Vit arbeiða við málin- um«!! bla, bla. Eru tit, fólkapensionstar greiðir yvir hvussu nógv vit eru í tali? 4. hvør føroyingur eru í ítróttinum. Frálíkt. 5. hvør føroyingur er pensionistur – har allir hava atkvøðurætt. Hvat vil tað siga: Tíð er uppá at tað verður ein eldrarørsla, sum ger vart við seg. Ein eldrabylgja segði Lisbeth L. Petersen. Super. Hvat skuldi rørslan gjørt? 1. Tikið málið í egnar hendur. 2. Fingið hækkað pen- siónsaldurin, soleiðis at fólk, sum annars vóru frísk, kundu arbeitt longri ára- mál. Men fyrst og fremst latið seg umboðað sterk á tingi o.s.fr. »Den, som har skoen på, ved hvor den trykker«. Vit vilja ikki liva í hesi vanæriligu-ósømiligu støðu, at politikarar hava so ilt av, at Harrin gevur okkum lívið við fáum ella nógvum árum. Teir rokna út, at búpláss á stovni kostar 1 mió. kr. fyri hvønn (sigur Óli Breck- mann). Íðan, gerið so, sum megnarkvinnan Hjørdis Djurhuus – sigið »nei takk« til tað ósømiligu eftirlønir, tit hava fingið tykkum sjálvum – og síðani aftur- virkandi. Sjálvandi skulu øll hava sømiligar pensiónir. Er tað so, at stýrisskip- anarlógin loyvir tykkum sjálvum at áseta lønir og pensiónir tykkara, so syrgið fyri at fáa broytt stýris- skipanarlógina – hon hevur avdúkað fleiri onnur brek. Um tit halda, at pension- istar eru býttir, so fara tit dyggiliga skeiv. Vit eru far- in at gera meira vart við okkum. Vit hava virðing fyri lóggevandi valdinum, men góðtaka ikki tær skarns- gerðir, ið har verða framd- ar. Vit takka Várharra fyri lívið. Men politikkararnir ilskast um at vit eru vorðin so nógv gomul fólk. Teir megna ikki at loysa tað, sum fylgir við. Løgmaður boðaði á ólavsøku frá, at val verður 30. apríl. Til allar pensionistar Fjøldin skal hava nøktandi eftirlønarskipan áðrenn tingmenn fáa Rætting Í Sosialinum hin 6. august stóð at lesa um dunnur úti í Mykinesi. Tíðanverri er okkurt skeivt komið fyri í hesari greinini. Sagt verður, at dunn- urnar úti í Mykinesi, sum eru av Morskranesi, eru danskir, men hetta eru hundrað prosent føroyskar dunnur. Eisini er eitt navn komið skeivt fyri, og skal tað vera, at tað eru Esbern í Eyð- ansstovu og Kjeld Natte- stad, sum hava dunnu- farmin í Mykinesi. -blstj. VIÐMERKINGAR Atli Hansen Gøtu 08.08.01 Í undanfarna valskeiði stríddist Sambandsflokkur- in saman við skiftandi stuðlum fyri at bjarga okk- ara landi burtur úr størsta búskaparliga dýki, sum er sæð í vesturheiminum í okkara tíð. Hetta eydnaðist so væl og so skjótt, at vit longu upp undir seinasta val kundu boða frá, at upp- gávan varð loyst. Samfe- lagið varð aftur farið at virka sum vanligt, og bú- skapurin var í so góðum vøkstri, at vit kundu lova at loysa trupulleikarnar eisini hjá teimum, sum vóru harðast rakt undir kreppuni t.v.s. teimum eldru, teimum sjúku, teimum arbeiðs- leysu, teimum ungu við bústaðartrupulleikum o.s.fr. Tíverri komu vit ikki í samgongu, men tey bú- skaparligu úrslitini, sum vit høvdu lagt støði undir, vístu seg skjótt. Møguleik- in fyri at gera nakað muna- gott á serliga eldraøkinum og heilsu- og almanna- økinum var til staðar. Men hvat gjørdi henda samgongan við tey góðu búskaparligu úrslitini? Jú, hon kravdi ein stóran part inn í skatti. 20 - 25 % meira enn neyðugt fyri at svara útreiðslurnar á fíggjarlóg- ini, hóast hesar í tíðarskeið- inum eru vaksnar við uml. 700 mio. kr., og setti hetta í landsbankan til fígging av einum loysingarprojekti, sum nú tykist at gerast veruleiki, um Føroya Fólk ikki vaknar og krevur sín rætt til at siga sína bein- leiðis hugsan um ætlanina. Grundgevingin fyri at seta hesar risaupphæddir av yvirskoti á fíggjarlógini í bankan, er upphitan av bú- skapinum. Tað hevur verið gandaorði hjá fíggjamála- ráðharranum hesi árini, sum um tað ikki finnast onnur amboð at tálma bú- skapinum við enn bert ein restriktivur fíggjarpolitikk- ur. Men hetta er so 3. ári á rað, at hetta landsstýrið fer at seta meira enn ? milliard kr. inn á hesa sperraðu konto til serligt endamál í staðin fyri at loysa landsins trupulleikar. Trupulleikarnir eru stórir á nógvum samfelagsøkjum, men størstir eru teir helst á heilsu- og almannaøkinum. Pensiónistarnir fingu ein bita slongdan mest fyri at fáa frið fyri teimum. Hetta varð so lorkut gjørt, at summi hildu seg missa í staðin fyri at fáa. Og síðani er einki hent á hesum økinum. Absolut einki. Bert orðaskvaldur um, hvat man ætlar, um man sleppur forbí næsta val. Tá ið hetta árið er farið, hevur henda samgongan kravt meira enn 1, 5 milli- ard meira inn enn hon hevur havt í útreiðslum. Tað er við hesum sum bakgrund, man skal síggja vælgrundaða uppskotið frá Sambandsflokkinum um at seta av pening í grunn til hækkan av pensjónum. Sambandsflokkurin hevur saman við øðrum arbeitt fyri hesum fíggjarliga úr- slitinum og heldur seg hava sín sjálvsagda rætt til at vísa á, hvat ið vit ætlaðu at brúka ein búskaparvøkstur til. Og innihaldi í uppskotin- um til samtyktar er gott. Tað er so gott, at Sam- bandsflokkurin sjálvur átti at smíða eitt lógaruppskott, so eingin kann snúgva sær undan at taka støðu til, hvat almenna samansavningin av okkara ognum skal brúkast til. Sambands- flokkurin eigur við einum lógaruppskoti at hála hvønn einstakan tinglim fram í ljósi at boða frá, hvørja støðu hann hevur til pensjónsmálið og hví hann hevur hana. Og her er tað júst sum víst á í uppskotinum. Tað skal síggjast sum eitt alter- nativ til landsstýrisætlan- ina. Antin brúka vit avlopið av búskapinum til loysing (niðurlaging av blokkinum) ella til annað sum t.d. pensjónir, eldrarøkt, skúlar, havnir, vegir o.s.fr.v. Men vit kunnu ikki brúka upphæddina til bæðið í senn. Og tað er stóri trupul- leikin hjá landsstýrismann- inum í heilsu- og almanna- málum t.d. Hann kann ikki bæðið loysa frá Danmark saman við Høgna og loysa landsins trupulleikar saman við øðrum flokkum í sama valskeiði. Hann kann ikki brúka peningin 2 ferðir. Og tað hevur hann ilt við at greiða okkum frá. Viðgerðin av hesum máli í tinginum vísti eisini, at fyri allar flokkar í sam- gonguni var hetta ein spurningur um fullveldi ella pensjónir og sjálvur lansdsstýrismaðurin í al- manna og heilsumálum, Sámal P. í Grund, segði tað bart út, at um tað vóru 450 kr. ella 1000 kr. meira um mánaðin til pensjónistar- nar, so valdi hann full- veldisætlanina framum meira pensjón. So greitt varð tað sagt, og so einkult eigur tað at verða sagt. Bæðið landsstýris- fólkini hjá Sjálvstýrisflokk- inum hava í tokutalu roynt at gykla Føroya fólki, hvørjar ætlanir tey høvdu inna fyri teirra málsøki, men tað hevur ikki eydnast teimum at fáa boðskapin út, og eftirsum eingir gern- ingar hava fylgt tokutalini, so fæst heldur einki at vita tann vegin. Soleiðis var eisini til 1. viðgerð í ting- inum. Um ein royndi at fáa nakað at vita um, hvat ið Sjálvstýriflokkurin ætlaði við pensjónum, so var lurtað til fánýtis. Framvegis tokutala. Nú er tað so komið so langt, at landsstýrismað- urin í almanna- og heilsu- málum, eftir hvat ið sigst, er farin at snikka okkurt saman. Men nú gongur tíð- in undan, so skjótast man vera bert at skriva eitt ella annað brúkt fólkafloksupp- skot av. Tað kann eisini berast skjótt ígjøgnum tingið, tí tað er viðgjørt har frammanundan. Uttan mun til endaligu upphæddina, so er upp- skotið hjá Sambandsflokk- inum ein góð byrjan. Eitt uppskot við fáum ella ongum hjáárinum. Kanska hava ikki allir pensjónistar hetta líka nógv fyri neyðini, men givið er tað, at 1000 - 1200 skattafríar krónur meira um mánaðin koma væl við hjá nógvum pen- sjónistum - helst hjá teim- um flestu. Tí skattafríar mugu tær vera. Tað liggur eisini í uppskotinum. Men Sambandsflokkurin eigur at fara eitt stig longur, tí tað er meira peningur, har sum tær 800 mió. kr. koma frá. Sambandsflokkurin eigur at skjóta upp at brúka nakað av hesum peningi til at betra umstøðurnar hjá teimum eldru og sjúku við, sosum meira eldrarøkt, eldrabústaðir, eldraheim, hjálp til avvarandi fyri eldri sjúk, stuðul til røkt heima o.s.fr. Eldraøkið hjá okkum liggur í sori, so her er nógv at taka fatur í. Fyrst varð økið misrøkt undir krepp- uni, tí eingin orka var til nakað og í hesum valskeið- inum, tá íð orkan hevur verið til staðar í ríkiligt mát, er málið burturgoymt, tí landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum er so fullveldisfikseraður, at øll orka skal nýtast til hetta, áðrenn nakað verður til pensjónistarnar. Og tað verður helst seinur dagur. Sambandsflokkurin hev- ur sum sagt við hesum uppskoti gjørt eina góða byrjan og eigur ikki at helma, fyrrenn okkurt spyrst burtur úr. Hetta skal vera mín vón. Góða eydnu. Sambandsflokkurin setur enn eitt kolumbusaregg við uppskoti til hækkan av pensjónunum Tummas Eli Høj Joensen Yvirskriftin fær kanska lesaran at hugsa, hvat meinar hesin maður við ? Eg hoyrdi nú ein dag- in, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, um- hugsar at spara íløguna til vegagerð á vestara armi á Skálafjørðinum. Er tað rætt, at fólk í Skálabotni, á Skála og innan Glyvur skulu hava allan hasa tungu ferðsl- una ígjøgnum bygdina? Nei, hetta er uttan fyri allan kritik og er fyri mær óskiljandi. Strand- ingar og Skálamen munnu vera verðins mest tolna fólkaslag. Her búgva á Skála og á Strondum umleið 1700 fólk. Hesi fólk skulu øll góðtaka, at koyra á einum vegi, ið er so smalur, at nóg illa tveir bilar kunnu møtast tá koyrt verður til um- heimin, ella er hetta ov nógv sagt ? Nei eg haldi ikki ! Tann næsti filmurin eitur nokk 1700 fólk frá framtíðini ! Álvaratos tit politikkarar, her má gerðast nakað. Tað kann ikki vera meiningin, at vinnulívið hesumegin fjørðin skal hava ein fløskuháls, ið er so trongur sum á hesum vegastrekki. Hvør veit, um ikki meira vinnulív kundi verið enn tað sum er, um eitt brúkiligt veganet var at koyra eftir ? Eingin kann vænta, at nakar vinnulívsmaður bara so mikið sum hugs- ar um at byggja eina stóra fyritøku hesu- megin armin, so leingi sum einhvør túrur við einum trailara til og frá umheiminum er tengdur at so nógvum vandum! Tað hendur jú meira enn so, at hesir stóru bilar liggja við síðunar av vegnum. Eg sigi bara, at eg vóni ikki fyri Stranding- ar og Skálamenn, at før- arar á hesum stóru bil- um, fara at siga nei til at koyra hendan, ikki vandaleysa vegateigin. Førarar á stórum bilum hava, um eg minnist rætt, nokta at koyrt á onkrum øðrum vega- strekki í landinum og tá bleiv nakað gjørt vit trupulleikan. Lat okkum heldur ikki vóna, at tað sum verri er, skal til fyri at fáa okkara polittikarar at vakna. Her má øllum polittik- arum standa púra greitt, at hendan støðan ikki kann góðtakast av okk- um her á vestara armi. Her má nakað gerðast og tað ongantíð ov skjótt. Hvat hava 30 milliónir at týða, ið hetta vega- strekkið kostar at gera, tá í hugsa verður um tað øking, hetta má metast at geva í vinnilívinum her á fjørðinum. Vinnu- lívið kann um hesin vegur verður gjørdur, blomstra báðumegin fjørðin og ikki sum nú, bert á eystarumegin á fjørðinum. Skulu vit Strandingar og Skála- menn góðtaka hesa agitatiónina fyri loys- ing,( hugsa verður um milliarda yvirskotið hjá landskassanum), seta okkum í favn og góðtaka at verða 1700 fólk frá framtíðini, ella skulu vit krevja av okkara po- littikarum, at vit vilja hava 30 millinónir til vegin, eitt blomstrandi vinnulív og ein tryggan veg at koyra á. Eg haldi tað seinna. 1700 metrar frá fram- tíðini ella 1700 fólk frá framtíðini Henry Jarnskor 490 Strendur Vegurin Innan Glyvur hev- ur verið og er ein høvuðs- vegur við nógvari ferðslu. Tann tunga ferðslan hevur vundið nógv upp á seg seinastu árini, og eftir tógva togan í áravís, ásannaðu myndugleikarnir, at hetta vegastrekkið var sera vandamikið at ferðast á. Serfrøðingar gjørdu kostn- aðarmeting, peningur varð játtaður samsvarandi og farið varð undir arbeiðið. Breiðkanin av vegnum hevur nú verið liðug í eitt ár, men enn er einki asfalt lagt á. Gamli vegurin er as- falteraður, breiðkanin er grús, so tit, ið hava skil fyri ferðslutrygd, ásanna saman við mær, at vandamikla vegastrekkið millum Skála og Strendur er enn vanda- mikið at ferðast á. Hví verður vegurin ikki gjørdur liðugur? Jú, tí avsetti pen- ingurin røkkur ikki, verður sagt. Skulu vit góðtaka, at í framkomna samfelagi okk- ara sita serfrøðingar og rokna og gera metingar, ið einki hald er í? Um so er at myndugleikar okkara góð- taka hetta, ja, so noyðast teir eisini at góðtaka, at eykajáttanir eru gerandis- kostur. Játtið tí neyðuga pening- in, so vegurin kann verða tann tryggi landsvegurin, ið ætlanin var. Gerið tað nú, beinanvegin! Vegurin Innan Glyvur C M Y K 9 8