fríggjadagur 10. august 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 152 - 10. august 2001
Nr. 152 - 10. august 2001
11
2001
Úr øllum ríkinum
vóru tónleikarar
komnir niðan á Háls
at spæla. Tað vóru
eisini tríggjar
ógvuliga ymiskar
framførslur.
Tónleikurin var
góður, men tiltakið
misti nógv av sínum
virði orsaka av
fyriskipanini
UMMÆLI
Heri á Rógvi
Tann stóra ungdómskon-
sertin á tí stóru stevnuni.
Henda sama konsert var
tilboðið til tey ungu. Til tey
ungu, sum ikki vanliga
hava nógv tilboð at velja
ímillum. Hetta kvøldið
skuldi Føroya ungdómur
fáa eina smakkiroynd av
nøkrum forkunnugum og
nøkrum
kendum,
men
samstundis góðum.
Tað var eisini gjørt nógv
arbeiði
frammanundan
konsertini, so tað skuldi
ligið ræðið fyri, at fingið
nógv fólk niðan á Háls.
Talan var nú einaferð um
eitt mikukvøld í Føroyum,
og tað er kanska heldur ikki
tað kvøldið, sum fólk flest
leita sær út, og tað varð
prógvað bæði væl og
virðiliga hetta mikukvøld-
ið.
Á skránni vóru tríggir
bólkar, sum saman geva
eina mynd av tónleikinum í
øllum kantum og endum av
ríkinum.
Ein væl útgjørdur pallur
bíðaði teimum. Tekniski
støði var frálíka gott, og
tiltakið tóktist, í høllini,
væl fyrireika í allar mátar.
Sjónvarpsverturin, Tórun
Ellingsgaard, stóð fyri at
frásøgnini, og ein fyri og
annar eftir gingu fram-
førslurnar fram fyri áhoyr-
arnar, sum vóru møttir upp.
Tónlistarliga var talan um
eitt gott kvøld.
Grønlendskur rokkur
Úr norðastu pørtunum av
dana
ríki
kom
Chilly
Friday. Hesin bólkurin er at
meta sum tann heilt stóri
bólkurin í Grønlandi. Hann
er at meta sum tað grøn-
lendska svarið uppá Click-
haze ella kanska eru teir tað
grøndlendska svarið uppá
Erann DD.
Bólkurin kom á pallin,
men tað er ógvuliga synd at
siga, at tað var nøkur stór-
fingin móttøka, hóast teir
fáu áhoyrarnir, sum vóru
møttir upp, gjørdu tað, sum
tey vóru ment, fyri at
kveikja eitt sindur av lívi í
tómu høllini, og bólkurin
fekk eisini hollan stuðul
eftir sangirnar frá teimum,
ið lýddu á.
Bólkurin spælir harðan
rokk, sum var ógvuliga væl
gjøgnumførdur. Stílurin hjá
teimum minnir eitt sindur
um onkran føroyskan bólk,
men teir eru týðuliga
merktir av amerikonskum
tónleiki. Pearl Jam er
kanska tann bólkurin, sum
stílurin hjá grønlending-
unum
liggur
tættast
uppímóti. Talan er um
harðan rokk, ið setur liv
aftur í toftirnar í Seattle.
Bólkurin spældi bæði á
enskum og á grønlendsk-
um, og var tað ikki tann
stóri munurin á teimum
ensku og grønlendsku løg-
unum. Talan var um rokk-
løg, sum ikki tann nógvi og
stóri munurin var á. Síðsti
lagi, sum teir spældi, søgd-
ur teir vera eitt stórt hit í
Grønlandi, men annars var
torført at hoyra nakað bein-
leiðis hit millum løgini hjá
Chilly Friday.
Tað var ein framførsla,
har ein gjøgnumførdur stíl-
ur var, og bólkurin útsrálaði
eisini
eina
spæligleði.
Hóast tú kansk kundi ynskt
eitt sindur fjøllbroyttari løg,
so ber tað í veruleikanum
ikki til at seta nakran fingur
á spæli hjá bólkinum, og
áhoyrarnir fingu eitt smakk
grønlendskum rokki.
Tað verður tó fyrst og
fremst tann lítli skarin av
áhoyrarum, sum verður
tikin fram í sambandi við
framførsluna hjá grøn-
lendska. Tað er synd fyri
henda bólk, at tað skuldi
vera soleiðis við áhoyrar-
unum. Tað spældu so at
siga út í eina tóma høll.
Framførslan eigur fyrst og
fremst at vera samband
millum bólk og áhoyrarnar,
men vánaliga luttøka miku-
kvøldið gjørdi, at Chilly
Friday spældi út í eina tóma
høll, og hetta er nakað, sum
merkist í einari høll sum
hesari.
Upprunaligt føroyskt
Prix Føroyar vinnararnir
verða sagt hvørja ferð
Clickhaze skal á pallin, og
tey vóru eisini tað føroyska
innslagið, tá rikið fann
saman mikukvøldið.
Bólkurin hevur síðani
sigurin í Norðurlandahús-
inum verið flaggskipi í før-
oysku tónleikaverðini, og
tað skerst heldur ikki burt-
ur, at Clickhaze veruliga
hevur fingið fótin fastan í
Føroyum.
Tað er kanska heldur ikki
meira enn rímiliga, at
Clickhaze sleppur upp á
pallin til eina sovorðna
konsert.
Grønlendingur
góvu okkum nakað av
teirra besta tónleiki, og
svarað var aftur við Click-
haze.
Tað skal eisini sigast, at
tá Clickhaze fór á pallin
vóru munandi fleiri fólk
komin inn í høllina, og
fleiri av teimum vóru eisini
farin út á gólvið.
Tann eyðkendi og eisini
upprunaligi stílurin hjá
bólkinum kom veruliga til
sjónda hetta kvøldið. Bólk-
urin tykist veruliga at vera
væl
samanspældur,
og
bólkurin tykist samstundis
eisini at halda áfram við tí,
sum einamest gjørdi útslag
á finaluni í Prix Føroyum.
Eivør Pálsdóttir steið
fram sum tann stóri front-
figururin hjá bólkinum, og
tað var eisini so at siga
rundanum hana, at tað
nógva av framførsluni varð
bydg á.
Tónleikararnir vístu allir
framúr gott spæl, og stað-
festur teir teirra støðu, og
spurningurin er kanska
meira, hvat hitt næsta stigið
verður.
Framførslan bjóðaði eitt
sindur av hvørjum. Nýggja
lagið
Daylight
riggaði
Tónleikur út í eina tóma høll
frálíka væl. Áhoyrarnir
fingu eisini høvi at hoyra
eitt sindur av eldri tilfari, tá
endað var við lagið, har
Kingo eigur orðini.
Høllin hevði, sum áður
nevnt, fingið fleiri vitjandi,
og hetta hjálpti óivað eisini
bólkinum at geva eina
framførsla, sum ikki kann
sigast annað um, enn at hon
var brakandi góð.
Bólkurin útstrálaði eina
rúgvu av energi, uttan at tey
gjørdu tey nógvu og stóru
armsveiggini. Tá framførsl-
an var uppá sítt besta, so
var tað mestir sum um, at
tónleikurin fór at sveima,
og upplivingin gjørdist
nakað serligt.
Clickhaze dyrkar teirra
egna, og tað er eisini nakað,
sum føroyingar hava tikið
til sín. Framførslan miku-
kvøldið gav okkum at dømi
um, hvat tey kunna, og
spurningurin er so, hvat tað
næsta stigið verður. Enn er
eitt sindur eftir, um hugsað
verður um altjóða gjøg-
numbrot, men tað skerst
ikki burtur, at í Føroyum
hetta kvøldið var bólkurin
nakað egið fyri okkum.
Stóri Erann
Níggju fólk koma á pallin.
Hesi vóru øll partar av
bólkinum hjá Erann DD.
Hann hevur seinastu tíðina
notið gott av áhuganum hjá
dønum, og eftir hvat skilst,
so er áhugin eisini til staðar
uttanfyri ríkið.
Áðrenn farið verður so
langt, so skuldi ein partur
av danska kongaríkinum
hava ein smakkiroynd av tí,
ið Erann og hansara fólk
hava at bjóða uppá.
Talan var um eitt stórt
show í ein enda í annan.
Uttan at taka nakran frá
nøkrum av hinum bólkun-
um, so var hetta nógv tað
størsta og litríkasta fram-
førslan hetta kvøldið. Tveir
trummusláarar og tríggir
kórsangar vóru partar av
manningini hjá bólkinum.
Talan var um ein sangara
og bólk, sum visti, hvat tað
merkir at kveikja lív í eina
fjøld. Tað vóru eisini komin
fleiri fólk niðan, men talið
var framvegis lutfalsliga
lítið. Hetta steðgaði tó
heldur ikki Erann, og
hansara upptraðkan kveikti
lív í tær fáu áhoyrarnar á
gólvinum, og tey legðist
skjótt meira afturat.
Lagið “Still believing”,
ið er at meta sum eitt hitt
kendasta lagið hjá honum í
løtuni, varð longu spælt
sum tað næsta lagið. Hetta
setti eitt sindur av lívi í, og
størsta partin av restini av
framførsluni spældi hann
løg, sum kanska ikki so
nógvir áhoyrarar kendu,
men talan var um eitt
stórfingið show, har fjøldin
fekk at kenna, hvussu eitt
stórt show eisini kann
gerast. Talan var eina
blanding av funk, soul og
pop, men tað var fyrst og
fremst eitt show, sum
veruliga vildi nakað.
Sjálvur segði Erann eftir
konsertina, at hann var væl
nøgdur, og føroyska áhoyr-
arafjøldin var lívlig, og tað
eisini nakað um tað.
James Olsen hevur eina-
ferð sagt við Erann, at tað
er eitt sindur av Føroyum í
honum. Um tað var hetta
ella okkurt annað, sum var í
Erann hetta kvøldið er ikki
gott at vita, men í øllum
førum gjørdist ein áhoyrari
so mikið skotin í Erann, at
hon bað um at vakna upp
saman við honum. Erann
dugdi væl at taka løgnu
umbønina, og er hetta eisini
nakað sum eyðkennir ein
sovorðnan sum hann.
Tónlistarliga var talan
um stórsliga spæl. Serliga
gittarspælarin hjá Erann
DD vísti til tíðir framúr gott
spæl, sum veruliga var í
høgum støði.
Samanumtikið var fram-
førslan hjá Erann DD eitt
show, sum hóskaði seg til
syndarliga lítlu áhoyrara-
fjøldina, og vit fingu eisini
at síggja nakað av tí, sum
skal, um tú ynskir at sláa
ígjøgnum í størru pørtun-
um av ríkinum og restina av
heiminum.
Tað tóma
Ein góð tónlistarlig konsert
var á Hálsi mikukvøldið.
Bólkar úr ymisku pørtun-
um av ríkinum funnu sam-
an, og hetta var eisini eitt
góð konsert. Trý stór nøvn
spældu hvør í sínum lagi
væl. Soleiðis, at tiltakið
mikukvøldið telist millum
tey í tí betra endanum.
Tað er tó heldur ikki
einans nakrir góðir bólkar,
sum skulu til. Framførslur
sum hesar skulu vera ein
uppliving, og tað skal eisini
eitt sindur av góðari fyri-
skipan til. Fyriskipanin í
sjálvari høllini var av besta
slag, men at leggja eina so-
vorðna konsert eitt miku-
kvøld kann so avgjørt verða
sett spurnartekin við. Tað
er gott at skipað verður fyri
einari tílíkari konsert, men
hetta krevur nú einaferð
meira enn eitt mikukvøld
kl. 20.
Hetta var fyri tað nógva
ein konsert, sum nógv gjørt
burturúr áðrenn, og kon-
sertpakkin var eisini pakk-
aður inn í flott pappír, men
hetta var ikki tað rætta tíðin
at leggja undir træið. Hetta
má betrast, um sleppast
skal undan framførslum út í
tóman heim.
2001
C
M
Y
K
11
10