fríggjadagur 10. august 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 10. august 2001
13
FCK hevur framvegis
beina kós í størstu
europeisku
kappingina
EUROPA-CUP
Jóannes Hansen – Parkin
Tað er væl hugsandi, at ein
føroyingur í heyst og í vár
fer at teljast millum fót-
bóltsspælararnar í heimsins
størstu kapping millum
onnur lið enn landslið.
Felagið hjá Toda Jónsson,
FCK, megnaði mikukvøld-
ið at vinna 2-1 á italska
stórfelagnum,
Lazio.
Karmurin í Parkini var
fantastiskur, og sjálvt um
hann – sæð við føroyskum
eygum – hevði verið upp
aftur betur, um Todi Jóns-
son hevði verið á vøllinum
og ikki á áskoðarapláss-
unum saman við 37.515
ørðum.
Teirra
millum
nógvir føroyingar.
Heimsstjørnur
Tølini siga, at FCK hevur
menst seg nógv og skjótt. Í
1994 spældi FCK í gomlu
Europa-Cup meistarakapp-
ingini. Mótstøðuliði var
italska Milan, og Maldini,
Baresi, Costacurta, Brian
Laudrup, Albertini, Boban,
Papin, Simone og Orlando
vóru ov stórur gloypibiti.
Italska liðið vann 6-0 í
Parkini og 1-0 í Milano.
Bitin mikukvøldið var
ikki minni.: Peruzzi –
Negro, Nesta, Mihailovic –
Poborsky, D. Baggio, Sime-
one, Fiore, Pancaro –
Crespo, Lopez. Á fótbólts-
marknaðinum eru lyftir og
lættir fyri milliardir av
krónum. At fyrrverandi
Valencia-miðvallargeneral-
urin, Mendieta, var beink-
inum, boðar frá, hvat tað
var fyri eitt lið, sum FCK
spældi ímóti.
Lítið danskt
Gestirnir í Parkini vóru
betri fótbóltsspælarar. Á
FCK liðnum vóru fýra ,
sum vístu sama støði sum
Lazio.
Jakob
Laursen,
Christian Poulsen, Niclas
Jensen Sibusiso Zuma.
Lasio bíðaði og lúrdi, til
FCK mistók seg. Tað gjørdi
danska liðið tríggjar ferð-
irnar, og Lazio misnýtti
skammiliga tveir risastórar
møguleikar. Men tá teir í
56. minutti sektaðu mistak í
uppspælinum hjá FCK í
høgru, og Crespo stútaði
innleggið úr vinstru í kass-
an, tóktist alt vera avgjørt.
Soleiðis hevur tað aloft-
ast verið, tá donsk lið hava
spælt móti teimum stóru.
Men soleiðis varð tað ikki
hesaferð. Russiski dómarin
gav FCK eitt brotsspark,
sum ikki hevði verið dømt á
útivølli. Tað varð bríksla
fyri at halda og toga.
Tá restaðu 17 minuttir.
Jakob Laursen sendi um-
vegis tvørtræðið inn um
strikuna, og við unga
Christian Poulsen á odda
stríddist
FCK.
Heine
Fernandez, avloysarin hjá
Toda Jónsson, sum hevði
verið veikur í samanspælin-
um, gjørdist sigursharrin, tá
hann fýra minuttir fyri leik-
lok skoraði eftir fríspark frá
Niclas Jensen í vinstru.
Og
Fernandez
kundi
enntá økt um møguleikarn-
ar hjá FCK at koma heil-
skapaðir úr ódnarveðrinum
í Rom annað týskvøld.
Síðstu løtuna hevði hann
tveir stútarar, sum fóru
dygst omanfyri tvørtræið.
Øðrvísi dystur
Dino
Zoff,
fyrrverandi
landsliðsmálverji og -venj-
ari hjá Italia, er fyri triðju
ferð venjari hjá Lazio.
Danska
pressan
skýrdi
hann týsdagin fyri at vera
mest átøkur einum »bede-
mand«, og á tíðindafundin-
um sá hann ótrúliga keði-
ligur út.
- Vit hava framvegis góð-
ar møguleikar at vinna
samanlagt. Um tvær vikur
verða vit betri fyri, enn vit
eru nú, mutlaði Zoff á
italskum. Tað var ikki fyrr
enn hann hevði smáprátað í
fimm minuttir, at ein fór at
umseta til enskt. At Zoff
heldur, at hansara lið verð-
ur betri fyri um tvær vikur,
er einki at siga til, tí fyrsta
umfarið í italsku lands-
kappingini
verður
ikki
spælt fyrr enn 28. august.
Sølulistin
FCK-venjarin, róligi og
sinniligi Kent Karlsson,
helst seg síggja stórar
møguleikar
í
sínum
monnum.
– Vit vóru nærlagdir,
topp-motiveraðir,
runnu
nógv og gjørdu heilt fá
mistøk. Vit fara ikki at
arbeiða við returdystinum
fyrr enn vit annan fríggja-
dag hava spælt á heimavølli
í superliguni, segði venjar-
in.
Undir tíðindafundinum
kom FCK-bossurin, Flem-
ming Østergaard, í pressu-
rúmið, og tað var skjótt, at
pressan flokkaðist um væl
hýrda mannin. Tað søgdust
vera umboð fyri 31 europe-
isk stórfeløg í Parkini.
Teirra áhugi snúi seg fyrst
og fremst um Zuma, sum
nú verður mettur til 80
mió.kr. Men eisini miðvall-
arin, Cristian Poulsen, er
áhugaverdur.
Flemming
Østergaard var tó sera av-
gjørdur hesum viðvíkjandi.
– Christian Poulsen er
ikki til sølu, men fáa vit eitt
eitt tilboð upp á einar 250
milliónir krónur, so fara vit
at umhugsa at selja hann!
Øgiligur rómur í Parkini
Rómurin í Parkini var
øgiligur, tá FCK meira
stríddi enn spældi seg til ein
minniliga 2-1 sigur á italska
Lazio
Zuma gav fleiri ferðir tekin
um, at hann veruliga er ein
spælari, sum kann takast við
teir stóru í Europa
- Christian Poulsen er ikki til sølu, men fáa vit eitt eitt tilboð
upp á einar 250 milliónir krónur, so fara vit at umhugsa at
selja hann!
13
Nr. 152 • fríggjadagur • 10. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Tað er sannlíkt, at
føroyski álopsmað-
urin verður tøkur í
Rom annan týsdag
EUROPA-CUP
Jóannes Hansen – Parkin
Tað gongur skjótt hvønn
vegin her í verðini. Ikki
minst í fótbólti er teinurin
frá tindunum og niður í
dalin stuttur.
Fyrrakvøldið vórðu Zum
aog Fernandez millum mest
umrøddu FCK-spælararnar.
Tað sást aftur í bløðunum í
gjár, sum á forsíðunum
søgdu »Herligt Heine« og
»Fernandez og Zuma stål-
ede over alle«.
Tá FCK kvalifiseraði seg
til europeisku meistara-
kappingina vóru Zuma og
Todi Jónsson mest um-
røddu spælararnir. Fyrra-
dagin og í gjár var Todi ikki
nevndur við einum orði.
Yvirskotið
Todi Jónsson var í Parkini
mikukvøldið - á áskoðara-
plássunum. Vøddaskaðin
darvar framvegis, men tað
gongur rætta vegin. Todi fer
neyvan við FCK til Esbjerg
sunnudagin,
men
hann
vónar at vera tøkur, tá FCK
fríggjakvøldið í komandi
viku fer at spæla síðsta
dystin á heimavølli, áðrenn
farið verður til Rom.
- Eg haldi sannlíkið vera
stórt fyri, at eg verði tøkur
til dystin í Rom. Um tað
verður sum álopsspælari
ella sum skiftisspælari, tað
verður upp til venjaran at
gera av. Tann avgerðin
verður tengd at, hvussu tað
fer at tørna út við mær
komandi vikuna, sigur Todi
Jónsson.
Men tað tykist sum um
eingin roknar við tær
akkurát nú?
- Soleiðis er tað bara. Tað
eru teir, sum spæla við
akkurát nú, sum eru teir
mest áhugaverdu hjá press-
uni. Tá vit venja, spyr
onkur av tíðindamonn-
unum, nær eg verði klárur
aftur, og so er onkur stubbi
at síggja her og har um tað.
Men ert tú ikki sera vón-
brotin av, at tú ikki hevði
møguleikan at vera við til
dystin móti Lazio?
- Um eg varð skaddur í
seinastu fyrireikingunum
upp undir dystin, so hevði
eg kent tað sum eitt stórt
vónbrot. Men eg havi so
langt síðani lært at arbeiða
út frá veruleikanum. Hann
er, at eg eri skaddur í løtuni.
Eg venji tað, sum teir kønu
siga, eg skal venja. Tað
nyttar einki hjá mær at gera
nakað eyka. Tíðin og til-
rættislagda venjingina fara
at hava við sær, at møgu-
leikin kemur aftur, og so
ræður um at vera klárur og
at taka av.
Verður tað torført at
vinna álopsplássið aftur?
- Tað er eitt stríð, tí kapp-
ingin er stór. Men eg veit,
hvat skal til, og eg havi tað
sjálvsálitið, sum skal til fyri
at gera seg galdandi á hes-
um støðinum. Í løtuni snýr
tað seg um at sleppa heilt
av við skaðan, staðfestir
Todi Jónsson, sum klokkan
10 í gjáramorgunin møtti til
venjingar.
Møguleikarnir
Undan 2-1 sigrinum miku-
kvøldið vórðu møguleik-
arnir hjá FCK ikki mettir at
vera serliga stórir. Eftir at
hava verið egynavitni, tá
liðfelagarnir í øgiligum
endaspurti vunnu á Lazio,
heldur Todi, at tað sær ikki
so galið út.
- Nú haldi eg, at
vit
hava
eins
góðan
møguleika sum teir at
sleppa við til bólkaspælið.
Tað verður neyðugt hjá
teimum at spæla meira
framrættað, enn teir gjørdu
her í Parkini. Teir eru
framúr góðir í verjuni, men
vit sóu, at tað ber til at fáa
mál móti teimum, so tað
hevði verið stuttligt at verði
partur í kontraspælinum,
heldur Todi.
Hann sær avgjørt
ikki særdur av, at tað hetta
mikukvøldið í Parkini bert
er eitt fjølmiðlaumboð,
sum hevur áhuga í at fáa
viðmerkingar frá sær. Tað
kennis, sum málið hjá Toda
er Rom annað týskvøld, og
vit vóna, at tá verður
føroyski álopsmaðurin hjá
FCK aftur í miðdeplinum.
Púra óvæntað
gjørdist talan um
tap hjá teimum
báðum italsku
liðunum í undan-
kappingini til
Champions League
EUROPA
Jákup Mørk
FCK var so langt í frá
einasta liðið, sum miku-
kvøldið royndi at skapa
eitt gott útgangsstøði í
royndunum at sleppa til
lovaða
landið,
sum
meistarakappingin hjá
UEFA í veruleikanum
er.
Kring
alt
Europa
vórðu
dystir
leiktir
mikukvøldið, og hóast
úrslitið í flestu førum
var á leið tað, sum
roknast kundi við, so
skerst ikki burtur, at í
ávísum førum var talan
um sera óvæntað úrslit.
Italskt sjokk
Í Italia og í Europa
annars varð ikki roknað
við, at FCK av álvara fór
at bíta frá sær móti
Lazio, men hóast tapið,
so roknað suðurlending-
arnir helst við, at FCK
fer at hoykna undan
trýstinum í Rom, so-
leiðis at Lazio kortini
sleppur við í kappinga.
Verri er statt hjá hin-
um italska liðnum, sum
var í eldinum miku-
kvøldið. Parma hevði
heimadyst móti franska
Lille, og tað má metast
sum einki minni enn ein
sensatión, at tað eydn-
aðist fraklendingunum
at fara aftur við einum
2-0 sigri.
Eisini eitt annað av
sigursvandu europeisku
feløgunum er í stórum
trupulleikum eftir fyrra
undankappingardystin.
Ajax Amsterdam mátti á
heimavølli taka til takk-
ar við einum 3-1 tapi
fyri
skotska
Celtic.
Skotsk feløg hava ofta
hava trupulleikar í Eu-
ropa, men við sigrinum
tók Celtic eitt risa fet
móti síni fyrstu luttøku í
sterkastu
europeisku
kappingini.
Rosenborg kom
aftur
Rosenborg hevur seinnu
árini verið besta norður-
lendska felagið, men
mikukvøldið var um
reppið, at teir tveittu
møguleikan fyri hesum
burtur í eitt ár. Rosen-
borg var á útivølli aftan
fyri við tveimum málum
móti Inter Bratislava, tá
20 minuttir restaðu at
leika, men við tveimum
seinum málum eydn-
aðist kortini at skapa eitt
gott útgangsstøði.
Hini bæði norður-
lendsku liðini stóðu seg
ikki eins væl. Haka úr
Finnlandi, sum fyri trim-
um árum síðani vitjaði
HB, tapti greitt fyri
enska Liverpool, meðan
Halmstad úr Svøríki
tapti fyri belgiska And-
erlecht. Í báðum førum
var talan um tap á
heimavølli, so teirra
leiklutur er helst av í so
máta.
Frelsarin Rivaldo
At enda skal nevnast, at
einasti leikarin, sum í
løtuni livir upp til sítt
stjørnunavn í Barcelona,
er brasiliumaðurin, Ri-
valdo. Stórfelagið hevur
havt álvarsligar trupul-
leikar seinastu tíðina, og
millum annað var tað
ikki meira enn akkurát,
at felagið slapp við í
undankappingina
til
Champions League.
Ta ferðina noyddist
Rivaldo at skjóta hat-
trick móti Valencia, til
tess at at tryggja catalan-
unum
luttøkuna,
og
mikukvøldið
syrgdi
brasilski bóltsnillingurin
aftur fyri einum sigri, tá
hann skeyt trý mál í 4-3
sigrinum hjá Barcelona.
Seinastu dystirnir í
undankappingini verða
leiktir týs- og miku-
kvøldið, 21./22. august.
Úrslit, 3. undankappingarumfar:
Locomotiv Moskva-Tirol Innsbruck
3-1 (2-1)
Shakhtar Donetsk-Borussia Dortmund
0-2 (0-1)
Ajax-Celtic
1-3 (1-2)
Crvena Zvezda-Bayer Leverkusen
0-0
FCK-Lazio
2-1 (0-0)
FC Haka-Liverpool
0-5 (0-1)
FC Porto-Grasshoppers
2-2 (1-0)
Galatasary-Levski Sofia
2-1 (1-0)
Hajduk Split-Mallorca
1-0 (1-0)
Halmstad-Anderlecht
2-3 (1-0)
Inter Bratislaav-Rosenborg
3-3 (0-1)
Parma-Lille
0-2 (0-0)
Rangers-Fenerbache
0-0
Slavia Prague-Panathinaikos
1-2 (0-1)
Steaua Bukarest-Dynamo Kiev
2-4 (1-3)
Wisla Krakow-Barcelona
3-4 (3-2)
Italia er skelkað
Todi heldur:
– Tað ber til
- Soleiðis er tað bara. Tað eru
teir, sum spæla við akkurát
nú, sum eru teir mest
áhugaverdu hjá pressuni,
sigur Todi Jónsson, sum
mikukvøldið var áskoðari í
Parkini
C
M
Y
K
12