mikudagur 27. august 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 163 - 27. august 2008
Gulllaksur er lítið
kendur í fiskifrøðini,
men millum veiði
menn og í virkisliðn
um er hann ikki ókend
ur longur, eftir at hann
er veiddur og virkaður
á landi í fleiri ár. Eydna
í Homrum, havlív
frøðingur og Lise H.
Ofstad, fiskifrøðingur,
hava arbeitt við eini
verkætlan fyri Fiski
rannsóknarstovuna
um gulllaksin, sum
vinnan partvís hevur
stuðlað
Gulllaksur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í ársritinum Sjóvarmál, sum
Fiskirannsóknarstovan gevur
út, er áhugaverd grein um
gulllaks, sum tann ókendi
fiskur hann er.
Og tó.
Gulllaksur
kann
vera
ókendur á havinum, men í
Leirvík hava tey kent og
fingið nógv burtur úr hesum
fiskaslagi gjøgnum fleiri ár.
Sama er við teimum skip
um, sum í vertíðini hava
verið á hesi veiði.
Leiðirnar, har fiskurin
verður veiddur, eru ikki
ókendar eftir so mong ár,
og í framleiðsluni hava tey
duga væl at fingið lønandi
vinnu burtur úr.
Áhugaverd grein
Í Sjóvarmál hava Eydna í
Homrum, havlívfrøðingur
og Lise H. Ofstad, fiskifrøð
ingur, áhugaverda grein um
føroysku gulllaksaveiðina.
Tær siga, at føroyski fiski
skapurin
eftir
gulllaksi
byrjaði í 1994. Hesa tíðina
eru longd og aldur á fiskin
um skrásett í sambandi við
landingar. Men sum heild
er vitanin um lívfrøðina hjá
gulllaksi brotakend, sum
tikið verður til.
Fyri at bøta um hetta og
lýsa lívfrøðina hjá gulllaks
inum fór Fiskirannsóknar
stovan í 2006 undir eina
verkætlan, sum lutvíst er
fíggjað av vinnuni. Í hesum
tíðarskeiði er tilfar savnað
um longd, vekt, kyn, búning
arstig og aldur á fiskinum.
Tær báðar, sum hava
skrivað
frágreiðingina
í
Sjóvarmál, siga, at hetta eru
týðandi parametrar til at
lýsa lívfrøðina hjá gulllaks
inum, og hópur av tilfari er
savnað síðan 2006.
Stórur dentur hevur eis
ini verið lagdur á at kanna,
hvussu búgvið rogn og sil er
hjá gulllaksi í ymsum stødd
um. Eisini eru kanningar
gjørdar av maganum, og hes
ar vísa millum annað, hvar
gulllaksur er í føðiketuni.
Eydna og Lise siga, at
bæði miðallongd og miðal
aldur á gulllaksi eru minkað
síðan 1994.
Hetta er ikki óvanligt, tá
ein stovnur fyrstu ferð verð
ur fiskaður. Men í verandi
støðu vita vit ikki, um hetta
er allur sannleikin. Lækk
andi miðalaldur kann nevni
liga eisini vera ábending
um, at trýstið á stovnin er
ov ógvusligt.
Tær siga seg vóna, at
samlaða tilfarið bæði frá
landingum og kanningum
hjá Fiskirannsóknarstovuni
fer at gera tað møguligt at
meta um støðuna hjá før
oyska gulllaksastovninum.
Sum meginregla kann
sigast, at fiskasløg, sum
veksa seint, eiga ikki at
verða hart troytt. Gulllaksur
kynsbúnast, tá hann er 68
ára gamal, og verður stovn
urin ógvusliga fiskaður, er
vandi fyri, at stórur partur
av stovninum verður undir
kynsbúningaraldur,
sigua
Eydna og Lise.
Hvør er fiskurin?
Í frágreiðingini í Sjóvarmál
siga tær, at gulllaksur livir
niðri móti botninum á kant
unum av føroyska land
grunninum og bankunum.
Fiskurin savnast í stór
um torvum á 200500 metra
dýpi. Jú, størri fiskurin er,
tess longri niður í dýpið fer
hann.
Gulllaksur etur djór, sum
liva við havbotnin – fyri tað
mesta størri djóraæti, men
eisini smáar fiskar sum eitt
nú silvurøks.
Fiskurin veksur seint og
verður lutfalsliga gamal.
Størstu gulllaksarnir, sum
eru skrásettir á Fiskirann
sóknarstovuni, eru 53 cm.
og viga umleið 1,3 kilo.
Hesir eru í minsta lagi 20
ára gamlir, og elstu gulllaks
arnir eru 29 ár.
Eydna og Lise eru eisini
komnar eftir, at munur er á
vøkstrinum á kynunum hjá
gulllaksi.
Men upp til umleið seks
ára aldur, er vøksturin hin
sami. Tá fara rognafiskarnir
at veksa heldur skjótari enn
siljafiskarnir. Tá gulllaksur
er eini 20 ára gamal, eru
rognafiskarnir umleið 47
cm. og siljafiskarnir umleið
44 cm.
Gulllaksur gýtir vanliga í
apríl og mai, men frávik
eru tó frá hesum.
Eftir at gulllaksur er far
in at gýta, minkar vøksturin,
og hetta sæst eisini aftur á
nytrunum, sum annars siga
nógv um gulllaksin. Árini
eftir, at gulllaksur er farin at
gýta, verða árringarnir í nytr
unum smalari, siga Eydna í
Homrum og Lise H. Ofstad.
Góður fiskiskapur
Vit kunnu skoyta upp í, at
fiskiskapurin eftir gulllaksi
hevur verið sera góður í ver
tíðini í ár.
Seks skip hava verið á
hesi veiði. Tey eru Polarhav
og Stjørnan úr Leirvík, Eyst
urbúgvin úr Húsavík, sum
hevur partrolað saman við
Vesturbúgvanum úr Vest
manna – og so Fram og
Vestmenningur, sum vest
menningar eisini eiga.
Eitt, sum lítið hevur verið
frammi í kjakinum um fiski
dagar, er, at hesi seks skipini,
sum munnu teljast millum
frægastu partrolarar í Føroy
um, ikki eru á upsaveiði í
summarhálvuni og eru so
leiðis við til at ”avlasta” upsa
stovnin allar hesar mánaðir
nar.
Tey veiða
hin ókenda
gulllaksin
- Eftir at gulllaksur er farin
at gýta, minkar vøksturin, og
hetta sæst eisini aftur á nytr-
unum, sum siga nógv um gull-
laksin. Árini eftir, at fiskurin er
farin at gýta, verða árringarnir
í nytrunum smalari, siga
Eydna í Homrum og Lise H.
Ofstad, sum hava arbeitt við
verkætlan um gulllaks
Varðnir íslendingar
Íslendsku myndugleikarnir eru ikki serliga fegnir um
ætlanina hjá felagnu Haga, sum ætlar sær at gera eina
roynd at innflyta seyðakjøt. Haga søkti í februar í fjør um
loyvi at innflyta 100 kilo av seyðakjøti úr Ný Sælandi, og
seinasta heyst søkti felagið so um loyvi at innflyta
seyðakjøt úr Írlandi og Spania. Men enn hevur Haga ikki
fingið svar, skrivar Morgunblaðið. Ein talsmaður fyri
Haga sigur við blaðið, at tey skilja ikki, hví
myndugleikarnir eru so bangnir, tá talan er um seyðakjøt,
samstundis sum tað er í fínasta lagi at innflyta svínakjøt.
Sean Connery skrivað ævisøgu
Kendi filmsleikarin Sean Connery hevur nú givið út eina bók við sínari
ævisøgu, og ikki heilt óvæntað hevur tann skotska heimsstjørnan givið bókini
heitið „Being á Scot“. Í bókini sigur Sean Connery millum annað frá dreingja
árunum í Edinborg, men ein stórur partur av bókini er sjálvandi um hanssra
mongu ár í filmsheiminum. Sean Connery, sum nú er 78 ára gamal, er skotskur
loysingarmaður um ein háls, og hann hevur eisini verið virkin á politiska
pallinum í heimlandinum, hóast hann býr á Bahamaoyggjunum.
Leikluturin sum James Bond gjørdi Sean Connery heimskendan
Mynd: Polfoto