mikudagur 27. august 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. august 2008
8
2008
FjarðaFestivalur 08
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Terje Vestergaard er uppvaksin
í Sumba, men flutti sum 15 ára
gamal saman við foreldrunum til
Skálafjarðar. Hann er útbúgvin
sølumaður, og lærdi hjá Marstein
í Havn, men gongur nú á fjórða
ári á Føroya Læraraskúla, har
hann hevur valgt tónleikalinjuna.
Hann er giftur Birnu, sum fekk
læraraprógv í summar, og saman
eiga tey børnini Maritu, sum
er 15, Hans Terja, sum er 7 og
Dánjal, sum er 5. Henda greinin
er um mannin, ið altíð hevur verið
virkin í bakgrundini, og sum hevur
nógv jørn í eldinum í senn.
Fjølbroytt tónleikalív
Terje hevur altíð verið virkin innan
tónleik, og leiklutirnir hjá honum
hava verið, og eru enn nógvir.
Sum 10 ára gamal byrjaði
hann at spæla tónleik, tá hann
gjøgnum tónleikaskúlan, lærdi
at spæla kirkjuorgul hjá Jóannes
Nolsøe í Vági. Men skjótt skifti
hann frá tí klassiska yvir til tað
meira rytmiska, sum dróg meira.
Hann fór tá undir at spæla popu
ler og popptónleik, umframt at
hann skifti urguna út við klaver,
og fór samstundis undir at spæla
bassguitar. Í dag angrar hann, at
hann skifti so tíðliga.
At eg skifti so skjótt frá
tí klassiska til tað rytmiska,
angri eg í dag. Førleikin at læra
frá sær liggur í tí teoretiska
partinum, millum annað í nóta og
taktlæruni, og av tí sama haldi
eg at tónleikaskúlin í dag ger eitt
frálíkt arbeiði, sigur Terje Vester
gaard.
Tá hann sum 15 ára gamal so
flutti við foreldrunum til Skála
fjarðar, byrjaði hann at spæla í
Kelduni í Skálafirði. At byrja við
spældi hann til møtir, men seinni
gjørdi hann sjálvur bólkin »Terje
og teir«, har hann sjálvur var
forsangari. Tá var tað meira 80’ara
rokkurin, sum tiltalaði, og í sínari
tíð vóru teir slóbrótandi í Føroyum,
við tað at teir tóku sálmar og
sangir og rokkaðu teir upp, nakað
sum er sera populert í dag.
Hevur altíð verið
breiður í tónleikinum
At byrja við spældi hann klassisk
an tónleik, men skifti síðani yvir
til rytmiskan popptónleik. Harfrá
gekk leiðin til rokkin, og uppaftur
víðari yvir til countrytónleikin.
Hann hevur spælt saman við fleiri
kendum nøvnum, so sum Alex
Bærentsen, Magna Christiansen
og Lisu Fredriksberg, og serliga
nógv saman við teimum báðum
síðst nevndu. Har hevur hann
verið klaverleikari og bak
grundssangari.
Eina tíð spældi hann eisini
saman við »Anniku og Sigrið«,
har tey millum annað vóru uttan
lands, og hesa tíðina minnist
hann aftur á sum eina serliga
spennandi tíð.
Eg havi altið verið breiður í
tónleiki, men tað mesta av tíðini
hevur verið innanfyri Kelduna,
har eg havi verið við í felags og
lovsangi. Hetta er eisini tað, sum
eg brenni allarmest fyri, greiðir
Terje Vestergaard frá.
Gospel skal ganga á
odda
Í Kelduni er Terje Vestergaard
eitt kent andlit. Har er hann
fyriskipari av tónleikatiltøkunum,
og hevur verið tónleika og
lovsongsleiðari. Men hetta er ikki
nakað nýtt fyri hann.
Síðani fyrst í 90’unum hevur
hann, saman við Tummas Jákup
Høj og Leif Høj havt TLT Booking,
og teir hava verið við til at skipa
fyri fleiri tiltøkum síðani tá.
Hann var eisini við til at skipa
fyri tí næsta gospelfestivalinum
í Norðurlandahúsinum í 1985,
umframt at hann eisini var við
til at stovna Føroya Gospeltón
leikarafelag.
Hóast hann hevur verið við í øll
um hesum, hevur hann ongantíð
hildi seg til at standa í framljós
inum.
Eg leggi einki í, um eg per
sónliga ikki komi fram í ljósið.
Tað einasta eg leggi dent á, er
at gospeltónleikurin kemur fram,
greiðir Terje Vestergaard frá,
meðan eitt lítið, vinarligt bros
sníkir seg fram.
Hann heldur at gospeltónleik
urin eigur at ganga á odda, og at
tað er har tey eiga at royna at fáa
allar teir dugnaligu tónleikararnar
fram.
Tónleikaumhvørvið er sum
ein urtagarður. Betri tú røkir
hann, vakrari blómur fær tú.
Hetta sær tú eisini aftur í
Føroyum. Teir dugnaligastu
tónleikararnir, vit eiga, koma
haðani tónleikaumhvørvið hevur
verið væl røkt. Vit hava Eivør úr
Gøtu, har »Grót« hevur gjørt eitt
megnararbeiði. Teitur Lassen
hevur sínar ungu dagar gingið
í Tórsgøtu í Havn og verið inni
í Margarinfabrikkini. Jógvan
Hansen er uppvaksin í Klaksvík,
har tónleikalívið altíð hevur verið
væl røkt. Tað við hesum í huga,
at vi hava bygt nýggja húsið
hjá Kelduni, har akustikkurin er
í topp og tónleikaumstøðurnar
eru fyrstafloks, leggur Terje
Vestergaard dent á.
Fantastiskt samstarv
í nevndini
Tejre Vestergaard er ein av 6
monnum í nevndini, sum skipar
fyri Fjarðafestivalinum. Hinir
eru Eyðun Jacobsen, Pól Frits
Høj, Tummas Jákup Høj,Vinjard
Johansen og Helgi Justinussen.
Hesir eru royndir menn, og Terje
Vestergaard sigur, at nevndin er
fantastisk at samstarva við, og at
teir allir eru persónar, sum vilja
gera nakað munagott fyri kristna
tónleikin.
Har eru nógvar ymiskar
uppgávur, og aðrar eru meira
sjónligar enn aðrar. Men allir í
nevndini gera eitt megnararbeiði,
staðfestir Terje Vestergaard.
Terje Vestergaard fór upp í
felagið »Adore Music« í 2003,
og longu tá hevði formaðurin
dreymin um at gera ein kristnan
festival. Motivatiónin kom frá
teimum festivalum, sum man fór
undir í 90’unum, og sum dottu
niðurfyri aftur.
At byrja við gjørdu allir alt,
men vit lærdu av tí fyrsta festi
valinum, at ábyrgdarøkini máttu
býtast út. Men hóast vit hava
hvør sítt ábyrgdarøki, eru enn
nógvar felagsábyrgdir, og allar
stórar avgerðir verða tiknar í felag,
greiðir Terje Vestergaard frá.
Í Festivalhøpi hevur Terje
Vestergaard ábyrgd av at syrgja
fyri teknisku detaljunum, tað vil
siga at fáa fatur á ljóðførum til
útlendsku bólkarnar og fáa fatur
á ljóðútgerð til tiltakið. Meðan
festivalurin koyrir, virkar hann
sum stage master, og hevur
ábyrgd av at fáa alt at koyra sum
tað skal.
Hevur høgar
ambitiónir
Fjarðafestivalurin seinasta ár
mundi komið illa fyri av tí ringa
veðrinum, og øll uttandura
tiltøk máttu avlýsast ella flytast
inn. Hóast hetta, so vóru eini
2000 fólk á Fjarðafestivalinum
í fjør, og tað sum ikki fekk verið
uttanfyri, varð bjargað innandura.
Fyrireikararnir hava tó aftur sett
sær høg mál í ár.
Føroyingar eru soleiðs, at
teir keypa ikki atgongumerki fyrr
enn beint áðrenn festivalurin fer
í gongd. Veðrið spælir altíð inn,
og er fyri so vítt altavgerandi
fyri hvussu festivalurin eydnast.
Men um forsøgnirnar halda, so
vænta vit møguliga tað dupulta í
ár. Vit standa einki aftanfyri aðrar
festivalar, heldur ikki tónleikaliga,
og tað er bara høvdið, ið setur
avmarkingarnar. Tí haldi eg at vit
kunnu loyva okkum at seta okkum
sjálvum høg mál, og royna at
arbeiða fyri at náa hesum málum,
staðfestir Terje Vestergaard.
Samstundis greiðir hann frá,
at Fjarðafestivalurin verður størri
og betri í ár, enn undanfarin ár.
Fyriskipararnir hava fleiri royndir,
og tónleikabreiddin er størri í ár.
Sigast kann, at Fjarðafestivalurin
2008 er vorðin meira fólksligur,
og væntast kann, at hann aftur
í ár verður eins væl skipaður og
væl fyrireikaður, sum undanfarin
ár. Eftir er bert at bíða eftir
veðrinum.
Lítillátin maður við
stórum ambitiónum
Sum 10 ára gamal byrjaði hann at spæla kirkjuorgul hjá Jóannes Nolsøe,
og hevur verið virkin tónleikari alt sítt lív. Síðan fyrst í 90’unum hevur
hann verið við til at fyriskipa fleiri festivalar, tónleikatiløk og konsertir.
Komandi vikuskifti verður hann fyri fimtu ferð við til at skipa fyri
Fjarðafestivalinum