mikudagur 27. august 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 163 - 27. august 2008
At hesi skip eru á gull
laksaveiði ein fittan part av
árinum, verður at kalla ikki
tikið up á tungu, tá tosað
verður um veiðitrýst á upsa.
Tað eru virkini Tavan í
Leirvík og Atlantis í Vest
manna, sum hava keypt
gulllaksi í vertíðini í ár.
Í føroyskum sjógvi er ein fiskur nær skyldur við gull
laks. Tað er streymsild. Hesi fiskasløg líkjast nógv,
men gulllaksur hevur lutfalsliga størri eygu enn
streymsild, sum eisini er smærri fiskur. Roðslurnar frá
táknu til stert eru ikki tær somu, eins og vøddaseg
mentini heldur ikki eru tað. Gulllaksur savnast í stór
um torvum á 200500 metra dýpi. Hann etur djór,
sum liva við havbotnin og smáar fiskar.
FAKTA
Í fiskifrøðini er gull
laksur ikki serliga kend
ur. Tó er kunnleikin
størri, nú eitt nú
nytrur og føði eru
kannað gjøgnum fleiri
ár. Veiðiliðið kennur
gulllaksin eftir royndir
í fleiri ár, og tað ger
framleiðsluliðið eisini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sjóvarmál útkomið
Fiskirannsóknarstovan hevur latið úr hondum ársrit sítt,
Sjóvarmál. Umframt at vísa tilmælið hjá
Fiskirannsóknarstovuni fyri fiskiárið 20082009, viðgerð
ársritið hjá Fiskirannsóknarstovuni hesuferð m.a. havhest,
sum doyr á línu, um fiskur skal blóðgast áðrenn kryvjing
og nebbasildina, sum bindilið millum stór og smá. Til ber
at taka ritið niður á alnetinum, www.frs.fo. Tað kann
eisini fáast í prentaðari útgávu við at venda sær til
Fiskirannsóknarstovuna verður sagt á heimasíðuni.
Stríðsval um formann í Atassut
Tað verður stríðsval í grønlenska flokkinum Atassut á landsfundinum í morg
in. Formaðurin í kommunufelagsskapinum Kanukoka, Søren Alaufesen,
bjóðar seg fram sum formansvalevni. Sitandi er landsstýrismaðurin Finn
Karlsen. Upp á fyrispurning um tað er ónøgd við verandi leiðslu, sum ger, at
hann stillar upp, svarar Søren Alaufesen Bæði ja og nei. Eg havi fingið
áheitan frá fleiri um at stilla upp til formann, og eftir drúgva umhugsunartíð,
havi eg tikið avgerð um at siga ja. Søren Alaufesen er 40ára gamal, hann er
ættaður frá Sisimiut og hevur verið formaður í kommunufelagsskapinum
Konukoka, síðan 2007. Tað hevur eisini ljóðað, at Emilie Olsen, sum er í
landstinginum, fer at stilla upp, men tey tíðindini eru ikki váttað. Atassut
heldur 30ára stovningardagin leygardagin, skrivar KNR.
- Vit hava gjørt eina
rammuavtalu við
felag í Chili um
sølu av Christian í
Grótinum, har vit
fáa sama prís fyri
skipið, sum tað
kostaði okkum av
skipasmiðjuni fyri
10 árum síðan, sigur
Jón Rasmussen
AvtAlA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jón Rasmussen váttar, at
reiðariið P/F Christian í
Grótinum í Klaksvík hevur
gjørt eina rammuavtalu
við eitt felag í Chili um
sølu og yvirtøku av Christi
ani í Grótinum.
Tað er við blandaðum
kenslum, at vit hava gjørt
avtalu um at selja skipið.
Hetta byrjaði fyri tveimum
mánaðum síðan. Vit fingu
ein fyrispurning úr Chili
um keyp av skipinum.
Svarið hjá okkum var, at
alt er til sølu, um prísurin
er hin rætti. Chilenar byrj
aðu við at bjóða okkum
stívliga
sjeyti
miljónir
krónur, og sum tíðin leið,
og eisini aðrir áhugaðir
keyparar komu inn í mynd
ina, fingu vit at enda boð,
sum vóru líka høg, sum
byggikostnaðurin uppruna
liga var fyri skipið í 1998.
Jón sigur, at partarnir
eru samdir um prísin og
levering av skipinum.
Enn er einki undirskriv
að, men vit hava soleiðis
gjørt eina rammuavtalu
um sølu og levering.
Hann vísir á, at skipið
sambært avtaluni skal sigl
ast yvir til Chili undir før
oyskum flaggi, og síðan
verður
umflaggingin
í
Chili.
Sølan hevur einki við
byggingina
av
nýggju
Norðborg í Chili at gera
og felagið, sum vit hava
gjørt avtaluna við, hevur
heldur einki við skipa
smiðjuna at gera.
Christian í Grótinum skal
handast í Chili millum 15.
og 20. oktober og sambært
byggisáttmálanum,
sum
felagið hevur í Chili, verður
nýggja Norðborg latin ei
garunum 31. oktober.
Nýbygningurin
er
seinkaður nakað, tí í upp
runaliga
sáttmálanum
skuldu vit yvirtaka skipið
24. juni í ár.
Vit spurdu eisini Jón,
um tað er hugsandi, at teir
fara yvir til Chili við
Christian í Grótinum og
koma heimaftur við nýggju
Norðborg.
Tað hevur ongantíð lig
ið í kortunum, men nú er
tað ikki heilt óhugsandi, at
tað kann blíva so.
Jón Rasmussen sigur, at
tá ið teir lótu Christian í
Grótinum byggja, vórðu
trý skip bygd av sama
slagi, og hini bæði eru
longu endað aftur í Chili.
Nú bendir so alt á, at
Christian í Grótinum eisini
endar í Chili.
Hann sigur, at eitt skip,
sum Christian í Grótinum
helst kostar tað tvífalda at
byggja í dag, sum tað kost
aði fyri 10 árum síðan.
Vit fara nú at hugsa
um, hvat vit skulu gera við
rættindini hjá Christiani í
Grótinum. Her eru nakrir
møguleikar. Eitt er, at vit
kunnu útvega okkum eitt
annað brúkt skip, sum
kanska er minni brúkt enn
okkara. Tað er nevniliga
soleiðis, at Christian í Grót
inum er nógv brúktur og
partvís slitin, og óhugsandi
er ikki, at vit sum frá líður
skuldu brúkt meira pening
upp á viðlíkahald. Onnur
líknandi skip á sama aldri
hava kanska siglt helming
in minni enn okkara.
Møguleikar eru kanska
eisini at byggja eitt ódýrari
og
meira
orkusparandi
skip – og í triðja lagi mugu
vit síggja, hvussu verður
við svartkjaftakvotuni og
teimum rættindum annars,
sum hesi skip hava.
Jón sigur, at enn hava
hesi skip hampilig veiði
rættindi, men við skerjing
av svartkjaftakvotuni sam
an við høgum oljuprísum
fer tíðin at vísa, um veiði
rættindini hjá Christiani í
Grótinum skulu flytast
yvir á nýggju Norðborg.
Men tað er so avgjørt
ikki tað, vit ætla okkum at
gera. Vit hava alla tíðina
hildið, at tað er ein áhuga
verd samanseting at hava
eitt skip, sum veiðir ídnað
arfisk – og eitt, sum veiðir
matfisk, sigur Jón Ras
mussen.
Christian í Grótinum
verður seldur til Chili
Reiðaríið, sum eigur
Christian í Grótinum, fær
eins nógv fyri skipið í dag,
sum tað kostaði at byggja
fyri 10 árum síðan
Mynd: Vilmund Jacobsen