Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 12 nr. 163 • 27. aug. 2008 mær, hvussu eg skuldi doyva tonnina, sum skuldi takast. Hetta er ikki bert sum at siga tað. Tað ræður um at raka rætt við nálini í tannkjøtið fyri at doyvingin skal virka. Men hetta riggaði eisini. Trøllmenn Animistar hava eisini hetta við trøllmonnum. Fólkið er sera bangið fyri teimum. Teir blanda alt møguligt saman, bløð á trøum og tílíkt, sum skal eitast at vera medisin. Tað er nógv medisin, sum er gjørt úr urtum. Men hesir duga ikki at seta rætt saman. Nógv er beinleiðis eitur, og nógv fólk doyggja av hesum “medisini”. Afturat tí kemur, at áðrenn teir vilja geva nakra “hjálp”, skulu teir hava løn. Hetta kann vera ein geit, eitt lamb ella ein kúgv alt eftir, sum sjúklingurin er sjúkur til. Tey verða útarmað, tí tey kenna seg noydd at gjalda alt hetta, men tey fáa lítla og onga hjálp. Tað er tó okkurt, sum teir á staðnum eru góðir til. Vit fingu sjúklingar, sum høvdu brotið beinið. Hetta kundi so vera spjálkað av "heimadoktarum" og hetta dugdu teir. Men fleiri av hesum trøllmonn­ um eru komnir til trúgv. Eg kenni persónliga ein teirra Berisha Germo. Hann hevði inni í smátt­ uni ymiskt, sum var innvígað til Satan, og sum teir brúktu til hesar samkomurnar, har teir tilbiðja andarnar. Fólk verða besett av djevlinum, og tað er so nógv ræðuligt, sum fer fram har. Tey kunnu gera nógv, sum ikki kann skiljast. Tey kunnu eisini koyra gløður í munnin og ganga í eldi uttan at brenna seg. Øll eru rædd fyri trøllmonnunum. Hetta er nógva staðni í Etiopia og serliga har kristindómur og heiðinskapur møtast. Hetta við at vera besett havi eg ofta sæð í kirkjuni. Knapliga kundu fólk fara at rópa og skríggja. Tey sum standa fyri gudstænastu, taka tey út, fara inn í eitt annað rúm og biðja fyri teimum. Andarnir fara so út, og tey koma so inn aftur og seta seg heilt róliga aftur. Tað er nógv av slíkum. Berisha Germo varð so umvend­ ur. Men tá ið hetta hendi, bað hann teir í kirkjuni um at fara inn í smáttu hansara at taka alt hansara gandatilfar og brenna tað. Fortíðin skuldi fullkomiliga beinast burtur. Berisha heldur á enn, og tað sama er við allari hansara familju, sum eg kenni. Tey koma trúføst at hoyra Guds orð. Uttugo var hildin at vera deyður Ein 10 ára gamal smádrongur var borin til klinikkina við stívkrampa. Hann var ógvuliga ringur og hevði ringar krampar í langa tíð, so tað var lítil og eingin vón um, at hann fór at liva. Mamman sat yvir honum bæði dag og nátt. Hvørja ferð eg kom inn til hansara, helt hon hendurnar saman og segði: “Jesus Kristus”. Vit skiltu ikki hvørja aðra, men hetta bant okkum kortini saman. Eg skilti, at hon vildu hava okkum at biðja Jesus um at gera Uttogu frískan. Ein dagin eg var her uppi og át døgurða komu tey rópandi, at nú var hann nærum deyður. Tá ið eg kom oman grótu og illa lótu tey uttan fyri klinikkina. Tað er siður at rópa og gráta hart, tá onkur doyr. Tey byrja longu áðrenn viðkomandi er deyður. Uttugo var eisini sera ringur. Men so fór hann at batna so líðandi aftur. Hann gjørdist frískur og hjálpti okkum í húsinum. Bitin av slangu Ein dagin komu nakrir mans berandi við einum 12 ára gomlum dreingi fra Kholme, sum er umleið 6 tíma gongd hiðani. Hann var bitin av eini slangu dagin fyri. Beinið var nógv hovnað, men annars tóktist drongurin at vera frískur, so eg hevði vónir um. at tað fór at gangast væl. Tað ræður um at koma skjótt til viðgerðar. Tað høvdu verið nógv slangubit hesa tíðina. Húsini eru so ótøtt, at slangurnar krúpa inn um náttina. Konsomenn tilbiðja summi sløg av slangum, og tað verður hildið at merkja eydnu, tá ið slanga kemur inn í húsini! Ravmagn við ov stuttum leidningi Vit fingu eisini ravmagnsljós á støðini, eftir at eg kom. Vit fingu ein motor, sum var ov lítil til eina aðra missiónsstøð. Tað vóru tveir trúboðarar, sum settu motorin til. Teir vóru íslendingurin Gisli Ankelson og norðmaðurin Gunnar Almelid, sum var komin úr Gidole 50 km norðanfyri, har hann arbeiddi á missiónsstøðini. Teir bygdu ein skúr úr blikki, har motorurin skuldi setast inn. Hetta var nær við sethúsini hjá okkum Men tað var ein slíkur gangur av hesum elverki, at tað tað hoyrdist neyvan mannamál inni í stovuni. Hetta var ikki minst av blikkplátunum, sum klirraðu, tá ið motorurin gekk. Eg spurdi so Gisla, hví teir ikki høvdu sett motorin longri burtur, so hann órógvaði minni. Svarið var, at teir høvdu ikki ein longri leidning! Hetta sigur bara nakað um, hvussu langt vit vóru av landi skotin. Tað at fáa ein eitt sindur longri leidning, var ikki nakað sum kundi gerast í eini handavending. Tað vóru 600 km til Addis Abeba, og hetta vildi tikið fleiri dagar. Leidningurin kom so seinni, og motorurin varð fluttur. Hóast hetta var eitt stórt framstig, so kundu vit bert hava motorin í gongd nakrar fáar tímar hvørt kvøld. Heiðurssongur við deyða og jodling við føðing Tað var tíðliga ein morgun, at vit hoyrdu so undarligan song. Eg helt meg hoyra, at hetta ikki var sami sorgarsongurin, sum ofta hoyrist, tá ið onkur er deyður. Tá ið eg eina løtu seinni fór oman á klinikkina, sá eg eina rúgva av monnum, sum dansaðu og sungu á vegnum. Tað var ein gomul kona úr grannabygdini, sum var deyð, og teir vóru við at jarða hana. Av tí, at hon var gomul, var tað ikki sorgarsongur, men songur til heiðurs fyri hana. Hon hevði gjørt tað, sum kundi væntast av henni í lívinum. Hon hevði arbeitt nógv og hevði helst fingið nógv børn. Hon hevði uttan iva uppiborið ta hvíldina, hon nú fekk. Her kann eisini leggjast afturat, at vit frættu altíð beinanvegin, tá ið eitt barn varð føtt í granna­ bygdini. Hesi boðini vóru givin við jodling. Varð jodlað eina ferð var ein genta fødd og varð jodlað tríggjar ferðir var tað ein drongur. Hetta lýsir hvussu tey mettu um munin at fáa drong ella gentu. Tvíburarnir á barnaheim Fólkið sær meira og meira tørvin á at læra. Í tveimum bygdum í økinum hava tey lokalu kristnu bygt skúla. Teir hava biðið um at fáa lærarar at læra tey at lesa og kristni. Hetta er sjálvsagt eitt framstig. Í 1963, tá ið tvíburarnir Jákup og Jóhannes vóru tvey ára gamlir, helt eg, at teir skuldu fara á eitt barnaheim, so teir kundu vaksa upp saman við javnlíkum. Afturat tí kom, at eg skuldi á málskúla í Addia Abeba, og eg skuldi eisini nakað skjótt heim í farloyvi, so hetta var tað besta fyri teir. Tann 10. november fór eg við teimum úr Konso við einum lastbili til barnaheimið hjá missiónini. Vit koyrdu um 10 tímar og komu um kvøldið fram til missiónsstøðina Yavollo, tá vóru vit komin hálva leið. Síðan sluppu vit dagin eftir við einum øðrum lastbili og komu endaliga fram kvøldið eftir til missiónsstøðina Agere­Maryam. Navnið merkir Her er Elsa í holt við at trekka eina tonn Fyrrverandi trøllmaðurin Berisha Germo Uttugo var roknaður fyri at vera mestsum deyður. Men hann kom fyri seg aftur