Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. august 2008 12 2008 Hetta er lista­ navn hjá Petur Háberg. Hann hevur veruliga gjørt vart við seg í ár og hevur ver­ ið á fleiri festival­ um og hevur givið útgávu út. Og á Fjarðafesti­ valinum er møgu­ leiki at hoyra nýggja tilfarið frá spennandi bólkinum FjarðaFestivalur 08 Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Petur Háberg gjørdist av álvara kendur millum manna, tá hann luttók í Singer/Songwriter kapp­ ingini. Síðani er nogv nógv vatn runnið og nógv er hent. Petur hevur nú sett ferð á tónleikaleiðina og hevur fingið sær listanavnið Bet You Are William. Hetta er, sambært Peturi sjálvum, ein samanrenning á enskum av navninum Petur og millumnavninum William. PET­U­R: PET verður til Bet, og U verður til You og R verður til Are og so kemur millumnavnið William. Útgáva Petur hevur undir listanavninum savnað sær dugnaliga manning. Bólkurin er komin við útgávu og streyk lagið Here We Go Stereo inn á fyrsta pláss í sendingini “15 Teim Bestu” í útvarpinum. EP útgávan, See Inlaid Heart For Details, er eisini tøk á netin­ um á www.rockpipitrecords og kostar einans 38 krónur í talgildu útgávuni. Um fløguna kann stutt sigast; Um árskiftið 07/08 skrivaði Petur undir plátukontrakt við spildur nýggja plátufelagið SP/F Rock Pipit Records, og stutt aftaná fór Petur við bólki í studio. Í tvær vikur vóru teir í Krisstuffstudio í Havn. Síðani er restin tikin upp í studio hjá Hans Poulsen í Keypmannahavn. Óli Poulsen ljóðblandaði fløguna. Fagnaður Bet You Are William borgar við einum serligum blandi av poppi og rocki, ið fangar áhoyraran. Tá Bet You Are William fyrr í ár hevur spælt á G!Mini og Summarfestivalinum, hevur bólkurin verið sera væl fagnaður. Og á Fjarðafestivalinum kemur andaligi rockurin frá hesum spennandi bólkinum eisini í hóskandi rammur. Bólkurin hevur dygd og orku, torur undirritaði at siga sum ein teirra, ið hoyrdi bólkin á Summar Festivalinum. Manningin er dugnalig og á palli eru tað kanska serliga Bartal á guitari, og ikki minst Eyðun á bassi, ið ein leggur til merkis. Og sum fremsti maður hevur Petur bæði tónleikadygdirnar í lagi og evnini at skapa eitt ”Image”, og tað skal eisini til. Bet You Are William Bólkur: Hanus Mikal Andreassen: ljómborð Bartal Augustinussen: el­gittar Eyðun Johannesen: bass Andreas Dalsgaard: trummur Petur Háberg: sang, kassagittar og el­gittara FAKTA ­ Eg var til eitt brúdleyp, tá Eyð­ un Jacobsen, kom yvir og spurdi um eg kom at spæla á festivalinum, er frágreiðingin, Torkil Mørkøre kemur við um, hví hann er á Fjarða Festivalin­ um á fjórða sinni FjarðaFestivalur 08 Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Seinast kunngjørda navnið á Fjarðafestivalinum 2008 er Torkil Mørkøre, hann er dagliga leiðari í svimjihøllini í Klaksvík, og var kunn­ gjørdur til festivalin 20. august. Afturat sær, hevur hann til festi­ valin, Kristoffur Mørkøre, Høgna klakkstein, Jóan Petur (beddi) Hansen, Mikkjal Hvannastein og Leiv Vitalis. Teir eru allir úr Klaksvík, so talan er um ein, lokal­ an bólk, sum tey siga har norðuri. Verið fyrr Torkil Mørkøre hevur fyrr spælt á festivalinum. Á fyrsta sinni var hann við undir egnum navnið, og spældi tá serliga løg av fløguni, A matter of Time, sum hann gav út í 1999. Síðani tá hevur hann verið í sangbólkinum Vitin, sum luttóku á Fjarðafestivalinum í 2006 og í 2007. Hesa ferð er hann aftur við, undir egnum navnið. ­ Fløgan eg gav út í 2001, var ein dreymur eg leingi hevði havt. Hon var nokk so amerikonsk. Men síðani eg gav fløguna út, havi eg flutt meg eitt sindur longur tann popputta vegin. Sum kanska minnir eitt sindur um Sting. Men á festivalinum fari eg eisini at spæla okkurt av fløguni, so fólkið hoyrir okkurt tey kenna. Íblástur allastaðni ­ Tað er øgiliga týdningamikið, at mann sum orð­ og lagskrivari leggur seg eftir at nýta tann íblásturin mann fær. Fyri góðum árið síðani gjørdist dóttir Torkil sjúk, hann greiðir frá, at teir fýra mánaðirnar hann var niðri í Danmark við dóttrini, skrivaði hann nógv. ­ Ofta er tað so, at tá ið mann hevur fulltíðarstarv og familju, hevur mann ikki veruliga tíð til at skriva tónleik og lata seg inspirera, sigur Torkil Mørkøre Um tekstirnar, sigur hann, at teir eru um lívið sum heild. Hann metir teir vera leitandi á onkran hátt. ­ Øll leita eftir onkrum í lívinum, verið seg kristin ella ikki, og tað er eisini hesum eg leiti eftir, við mínum kristna grundarlagi. Íblásturin til tekstirnar kemur úr persónligum upplivingum og umhvørvinum sum heild, sigur Torkil Mørkøre. Ikki ætlanin Tað var ikki upprunaliga ætlanin, at Torkil Mørkøre skuldi spæla á Fjarðafestivalinum. Men sambært heimasíðuni hjá festivalinum, heldur Torkil Mørkøre altíð eitt høgt støði, og tað er orsøkin til, at fólkini kring festivalin, eru fegin um at hava hann við. ­ Eg var til eitt brúdleyp, tá Eyðun Jacobsen, kom yvir og spurdi um eg kom at spæla á festivalinum, er frágreiðingin, Torkil Mørkøre kemur við um, hví hann er á Fjarðafestivalinum á fjórða sinni. Á fjórða sinni Torkil Mørkøre verður á fjórða sinni á Fjarðafestivalinum Tá Bet You Are William hevur spælt á G!Mini og Summarfestivalinum, hevur bólkurin verið sera væl fagnaður