mikudagur 27. august 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 - 27. august 2008
13
Í einari analysu av politisku
støðuni 19. august kemur
Dimma til ta niðurstøðu, at
“landsstýrið púrt einki
hevur avrikað”. Hetta er ein
tunn og populistisk analysa,
har blaðmaðurin skilliga
byggir sína niðurstøðu á tað
rumbul, sum tíverri verið
hevur, og als ikki á tey
mongu mál, henda sam
gongan longu hevur framt
men sum hava fingið lítið
av uppmerksemi. Her eru
nøkur teirra:
Nógv stig ...
Vit hava longt barnsburðar
farloyvið við 8 vikum. Ikki
júst einki fyri føroyskar
barnafamiljur. Vit hava
dagført vinnulóggávu og
sett í verk tryggingarlóg
gávu, ið er grundarlagið
undir at víðka virkismøgu
leikarnar hjá okkara trygg
ingarvinnu. Vit hava tikið
stig til at gera Føroya
Altjóða Skipaskráseting
(FAS) kappingarføra,
soleiðis at hetta veruliga
gerst ein inntøkumøguleiki
fyri land okkara. Um fáar
dagar verður stjóri settur á
nýggja stovninum fyri FAS
og Skráseting Føroya. Vit
hava samtykt marknaðar
føringslóg og verður
Brúkaraumboðsmaður
settur frá 1. januar. Vit
hava fingið øll viðurskifti
viðvíkjandi yvirtøkuni av
Vága Floghavn upp á
pláss, so útbyggingin nú
loksins sleppur í gongd, og
vit hava broytt lógina, so
tað nú verður loyvt at hava
tollfría sølu á flogvølli
num. Vit hava uppraðfest
vinnugransking og
íverksetan.
Tá tað snýr seg um tunl
arnar, er eitt sera umfat
andi útgreiningararbeiði
gjørt, sum m.a. fevnir um
fíggingarleistar og váða
metingar. Eitt arbeiði, ið
sjálvandi er púrasta grund
leggjandi undir ætlanum at
fremja so stórar íløgur í
infrakervið.
...og stór felags tøk
Vit hava tikið størsta fetið
nakrantíð ímóti møguleik
anum at fáa góðkent okk
ara fiskiveiðu sum
burðardygga.
Vit hava latið upp fyri
útlendskari arbeiðsmegi og
sett á stovn útlendinga
stovu, sum er eitt sera um
ráðandi tak fyri
arbeiðsmarknaðin.
Á útbúgvingarøkjunum
eru risa tøk tikin, har fleiri
nýggjar hægri útbúgvingar
eru settar í gongd, og mið
násskúlin í Marknagili
verður nú veruleiki. Okk
ara Kringvarp fær loksins
nýtt digitalt sendinet. Vit
hava økt játtanina munandi
til børn við serligum tørvi.
Økt pláss til lærara og
pedagogútbúgvingarnar og
setta stovn nýggj miðnáms
skúlapláss í Eysturoynni til
meira enn 70 næmingar
Endurgjaldsábyrgdar
lógin er samtykt – hon
hevur bíðað í meira enn 10
ár, og arbeiðsskaðatrygg
ingarlógin, ið gevur
arbeiðstakarum munandi
betri trygd enn í dag, er á
gáttuni. Játtanirnar til bæði
mentanargrunn, tónleik og
Tjóðpall eru øktar meira
enn undanfarnu 4 árini –
hóast hetta ikki er nóg
mikið.
Nú frá 1. sept. fáa stakir
uppihaldarar barnaískoyti á
6000 kr. fyri hvørt barnið.
Økisdepil og sambýli til
sinnisveik eru samtykt. Vit
hava stovnsett eitt uttan
ríkisráð at røkja okkara
altjóða vinnuligu, mentan
arligu og politisku áhuga
mál, og gongd er komin á
EFTAmálið.
Sakligan kritikk, takk
Hetta var bara eitt úrval úr
listanum yvir mál, ið eru
framd síðani samgongan
við Tjóðveldi, Javnaðar
flokkinum og Miðflokki
num tók við í februar. Og
listin yvir mál, samgongan,
saman við Sjálvstýrisflokk
inum, ætlar at fremja í hesi
tingsetuni, er ikki styttri.
Tað er gott og rætt at
Dimma, og pressan sum
heild, eru kritisk til tað,
sum er farið fram í sein
astuni, og sum vit als ikki
kunnu vera errin av. Men
tað er alt annað enn rími
ligt yvirfyri Føroya fólki at
pástanda, at vit hava sitið
hendur í favn í eitt hálvt ár.
Veruleikin er jú ein heilt
annar!
Sera nógv av skafti, hóast rumbul
landsstýriskvinna
Bjørt
SamuelSen
So turrislig og konservativ
yvirskriftin ljóðar, so hava
Sjálvstýrisflokkurin og
samgongan onkursvegna
sagt, at hesi skulu valda á
Føroya Løgtingi.
Fólkið aftur til valdið:
Síðan 1970’unum hevur
fólkavalda Føroya Løgting
givið meir og meir vald frá
sær til umsitingarliga lands
stýrið. Síðan kreppuárini
og serliga síðan vit fóru frá
kollegialum til ráðharra
stýri, hevur eisini lands
stýrið givið meira og meira
vald frá sær til lítla skaran
av embætisfólki.
Eingin politikkur er í
politikkinum í Føroyum!
Hugsið bert um, at skal
støða takast til okkurt
politiskt mál, so verður
minst ein kanningarnevnd
sett, mannað av lítlu
fjøldini av embætisfólkum
og seráhugamálum. Er
málið heilt alvárligt –
skulu mørk flytast ella
okkurt munagott ásetast
so verður serkøn hjálp
funnin millum serkønu
serðfrøðingarnar í býnum
(tí ávísa eina býnum).
Altso teir við somu útbúgv
ing sum tey í fyrisitingini,
men sum fáa meira burtur
úr at verða serfrøðingar í tí
privata – og tá dálkar sjálv
andi heldur eingin politik
ari hendurnar! Men heldur
eingin polikkari hevur víst
seg at hava nakra meining
ella fatan ella týðandi við
merking. Politikkurin hjá
okkara politikarum er at
vera fólkavaldur at taka
ímóti serfróðum politikki.
Burtur við skotgrøvun
um: Gangi út frá, at øll í
veljaradyggumaldri vita at
tey Tingfólk sum seinastu
4050 árini, ikki hava verið
partur av samgonguni eins
væl kundu havt heima
arbeiðspláss.
Samgongan fær síni upp
skot samtykt – andstøðan
fær síni uppskot feld.
Traditionen tro hava før
oyskir politikarar og velj
arar hugsað at hetta má so
vera.
Men soleiðis nýtist ikki
at verða.
Søguligt preludium:
Flestu munnu ásanna, at
við endurføðingini av ávís
um gomlum politikarum í
samband við endurskapan
ina av vallógini, hava vit
higartil bert skapt enn
fleiri politiskar trupulleikar
heldur enn betur politikar
ar soleiðis sum endamálið
við broytingini segðist at
vera.
Søguligt nýbrot! Minniluta
stjórn við samstarvsflokki?
Samgongan hevur saman
við Sjálvstýrisflokkinum
gjørt av at troyta nýggjar
leiðir í føroyskum politikki.
Fyrstu ferð í politisku
søgu føroya fara vit at
royna eina veruliga og
virkandi minnilutastjórn
(onkuntíð hevur stjórn sitið
heilt stutt í minniluta, t. d.
Edmund løgmaður, eftir at
hava blakað Sjálvstýri út
fyri at vera ov hugað fyri
Vágatunnlinum). Hetta
setur stór krøv til politiska
førleikan.
Hetta setur størri politisk
krøv enn bert at grenja í
teimun fjølmiðlunum, ein
sum floksformaður sleppur
framat – nú hava øll skila
góð mál kjans at koma
ígjøgnum!
At bjóða seg fram at
stýra fólkinum krevur eis
ini at tú torir at velja
ótroyttar gøtur!
Sjálvstýrisflokkurin
valdi at hava dirvi – Løg
maður og samgongan
valdu at hava treysti.
Andstøðan við: Vit
standa fyri stórum avbjóð
ingum fyri Føroya fólk. Tá
er ikki nóg mikið bert at
hugsa um mín flokk – um
meg og míni.
Eg vil staðiliga heita á
samgongu og Sjálvstýris
flokkin um at lurta eftir
andstøðuni – og mest
møguliga søkja breiða
undirtøku á tingi um
týdningarmikil mál.
Gamalt er, at blind høna
kann leggja gullegg, og um
Kaj Leo ella Jørgin leggja
fram uppskot, eigur sam
gongan at virða fólkaræðið
so mikið, at uppskotini
verða viðgjørd í størsta
álvara. Hetta vildi verið
annað nýbrot í føroyskum
politikki. Longu viðgerðin
av uppskotinum um økta
játtan til elituítróttina og
uppskotinum um verjulóg
ina benda tann vegin, at
Føroya Løgting samstarvar
– og Føroya Løgting ræður!
Soleiðis sum e.n. daga
skipanin var viðfarin bæði
av samgongu og andstøðu
– hetta eigur ikki at koma
fyri aftur á Føroya Løg
tingi. Okkara kanska næst
týdningarmesta lóg verður
blakað á ting úttan rímu
liga viðgerð, harnæst verð
ur lógin viðgjørd í umleið
ein dag í Vinnunevndini.
Soleiðis eigur alt tos um
álvara, seriøsitet, fornuft
ella virðing fyri vinnu
fiskastovnum ella fólka
ræði at tagna í samband
við hesa lóg.
Fyri føroyingar og Føroy
ar: Sjálvstýrisflokkurin
hevur tikið støðu. Fyri
flokkin vildi eitt nýval
sjálvsagt borið okkum
longur framá í atkvøðum.
Men flokkurin hevur tikið
ta avgerð, at politiska støð
an beint nú krevur dirvi, og
saman við samgonguni
vilja vit vísa neyðuga
áræðið fyri aftur at fáa
føroyska fólkavaldið og
politisku skipanina at virka.
Møguliga miseydnast
royndin, møguliga fáa vit
færri atkvøður afturfyri,
men hetta er og eigur at
verða Sjálvstýrispolitikkur
– at tæna fólki og landi
fram um egin áhugamál.
Gevið skilsemi og skynskemi møguleika í føroyskum politikki
Landsnevndarformaður
Sjálvstýrisfloksins
jan
aSBjørnSon
joenSen
Uttan mun til um tað er 100 ára
hátíðarhald, so verður iva altíð eitt
hátíðarhald í mínum sinni hjá Klaksvík.
So ættbundin eg eri at hesum plássi, nú
staðið verður ivaleyst nógv lagt fyri sum
»fremmandaskald« at vita um til ber at
finna henda máttin, duende, sum Gunnar
talar um í samband við Trónd í Gøtu,
sum er Klaksvík. Men bæði Janus
Matras og Einar Mohr vóru her í
oyggjunum, norðoyggjum, so…
Klaksvík tillukku:
Gleðist um so vakran bý
Eg hevði eina grein í bløðunum herfyri,
har víst var á, at tann stuðul, Føroyar fáa
frá Danmørk, er skaðiligur fyri livikor
okkara. Hann rakar hart tey bleytu
virðini!
Eingin hevur roynt at víst hesi
framløgu míni aftur. Tey, sum skil hava,
hava sostatt tikið undir við henni, og tað
er at fegnast um.
Eftir er so at seta hetta í verk.
Nú fara danir at gera fíggjarlóg fyri
árið 2009. Vit hava tvey umboð í tí
fólkatingi, sum skal samtykkja
fíggjarlógina.
Kunnu vit ikki við rímuligheit krevja
av hesum umboðum okkara, at tey forða
dønum í at halda fram við at gera
okkum skaða við at senda okkum
blokkin? Gera tey, sum vit hava sett
okkara álit á, ikki tað, so verða tey
medsek í teimum vanlukkum, sum
blokkurin fær út yvir okkum.
Blokkurin avtakast!
ZakariaS
Wang
Gøta
Sjúrður
HanSen
viðmerkingar