mikudagur 27. august 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 163 - 27. august 2008
tíðindi
Ragnar Finsson verð
ur fríggjadagin 5.
septembur at síggja
í sendingini Talent
2008, sum DR1 skipar
fyri. 12 ára gamli
punkarin er sonur
Maluna Thomsen
og Finn Hansen,
ið bæði eru kend í
føroyska tónleikaum
hvørvinum.
TalenT 2008
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Fríggjadagin 16. mai var
upptøkuroynd til kappingina
talent hjá DR1. Upptøku
royndirnar vóru á Torginum
í SMS. Nógv royndu seg,
men einasti luttakarin, ið
fekk møguleikan at royna
seg í Danmark, var 12 ára
gamli Ragnar Finsson.
Eg var bara ein túr í
SMS. Vit stóðu og hugdu,
tá vinfólkini byrjaðu at lok
ka meg upp á pallin. Til
endans segði eg ja, og lænti
ein gittara frá einum klaks
víkingi, sum akkurát hevði
verið á senuni, sigur Ragnar
Finsson, um hví hann end
aði við at vera við í upp
tøkuroyndini
til
Talent
2008.
Til upptøkuroyndina vóru
ongir dómarar, men alt var
tikið upp, fyri síðani at vera
dømt niðri í Danmark. Líkt
er til at dómararnir vóru
glaðir fyri framførsluna hjá
Ragnari Finssyni, tá hann
við gittara og sangi framfør
di lagið, Good Riddence
hjá amerikanska bólkinum
Greenday.
Spælir nógv
Ragnar Finsson gongur í
sætta flokki í Venjingar
skúlanum, er kvartur gøtu
maður og spælir í ikki færri
enn tveimum bólkum. Teir
kallast Euthanasia og A55,
sum sjálvandi úttalast á
enskum. Talan er um punk
bólkar. Í A55 spælir Ragn
ar gittara og syngur, meðan
hann í Euthanasia spælir
bass. Hann hevur saman
við hesum bólkum, millum
annað spælt í útvarpinum
og í gullbrúdleypinum hjá
ommu og abba sínum.
Í frítíðini spæli eg gitt
ara, sigur Ragnar við einum
stórum smíli, tá hann verður
spurdur um hetta.
Men eg meini tað, eg
spæli einar tríggjar tímar
hvønn dag, og eg rokni ikki
við, at tað eru nógv onnur á
mínum aldri sum spæla so
nógv, sigur Ragnar.
Við á fundinum við Ragn
ar, eru eisini foreldur hans
ara Finnur Hansen og Mal
an Thomsen. Tey greiða frá,
at Ragnar altíð hevur fingist
við tónleik, men tað var
ikki fyrr enn hann fór at
spæla gittara sum seks ára
gamal, at tónleikurin ordi
liga fangaði hann. Men tað
kann ikki sigast annað enn
at tónar flóta í unga blóð
inum hjá Ragnari Finssyni,
tí foreldrini eru bæði kend
sum tónleikarar í Føroyum.
Mamman sum sangarinna
og pápin sum tangentleik
ari
Fólk eru jalig
Eg havi ongum møtt, sum
hevur sagt nakað negativt
um, at eg eri við í Talent
2008, men ordiliga nógv
kenna meg aftur og nógv
eru komin yvir at heilsa
uppá meg, sigur Ragnar.
Eisini greiðir hann frá, at
vinfólkini eru sera glað
hansara vegna, men kanska
eru tey noydd til tað, tí tey
lokkaðu hann uppá pallin
frá byrjan.
Punkari
At Ragnar Finnson er punk
ari, er ongin ivi um. Hann
hevur ringar í oyrunum,
reytt hár í toppinum og
svart um vangarnar. Har
afturat, er hann ein av teim
um fáu, sum kann breggja
sær av at hava spælt saman
við The Dreams. og er eisini
við í sjónbandalagi hjá før
oyska bólkinum, ið longu
eru eitt stórt punknavn í
Føroyum og Danmørk.
Foreldrini greiða frá, at
útsjóndin hoyrir til tónleik
in, og tað halda tey bara
vera stuttligt.
Eg lurti allíkavæl ikki
bara
eftir
punktónleiki,
mær dámar eisini væl Eagl
es og Michael Bublé er
mega kulur, sigur Ragnar
avgjørdur.
Hjørring
Tó fæst hann mest við punk
tónleik, og tað er eisini tað,
hann legði seg eftir til
undanumfarið í Hjørring,
har hann skuldi verða við.
Tá spældi hann lagið Good
Riddence einaferð enn.
Eg hevði gelébein, tá eg
skuldi upp á senuna, men
tað fór burtur rættiliga
skjótt, og tað er altíð gott at
spæla fyri fólkið.
Tað vóru nøkur hundrað
fólk til framførsluna hjá
Ragnari Finssyni í Hjørr
ing.
Aftanfyri senuna var tað
ordiligt luksus, ikki so øgi
liga fínt, men gott at vera.
Mann stóð og bíðaði at slep
pa framat, og øll vóru líka
sum í sama báti. Tað gjørdi
at mann hevði lætt við at
tosa saman, og vit gjamm
aðu eisini eitt sindur, greiðir
Ragnar frá.
Vit skuldu eisini gera
samrøður, men eg gjørdi
ordiliga nógva feilir og stóð
fastur á donskum, men tað
leggi eg onki í.
Tey siga eisini, at tey ikki
hoyrdu so nógv av fram
førslunum hjá hinum, tí
mann bíðaði, og hoyrdi bara
eitt sindur hjá teimum beint
frammanundan.
Heldur
óvæntað var, at reaktiónirnar
hjá teimum, sum ikki komu
víðari, vóru als ikki líka
ógvusligar, sum mann ofta
hevur sæð í sjónvarpinum.
Bæði tey sum komu víðari,
og tey sum ikki komu, tóku
úrslitið rættiliga pent.
Ymisk talent
Eyðkenni við hesi kapping,
í mun til aðrar, er at talenti
ikki neyðturviliga skal finn
ast innan ávísa list. Hugsast
kann at nógv hava gjørt sær
dælt av hesum møguleika.
Eg havi onki ímóti, at
hini gera onnur ting enn at
syngja og spæla, tað ger
onki, um tey gera okkurt
við einum yoyo til dømis, tí
so leingi teimum dámar at
gera tað, er tað fínt, sigur
Ragnar álvarligur.
Tað er eisini tað, sum er
við tílíkum kappingum.
Mann skal ikki taka tað fyri
meira enn tær eru, tí hevur
mann okkurt upp á hjarta,
skal mann royna víðari,
leggur Finnur afturat.
Víðari fortelja tey øll, at
ikki alt sum er við er á høg
um støði, men at tað helst
er ætlanin í eini tílíkari
undirhaldssending.
Dómararnir
Dómararnir hava hvør
sína rollu. Ein skal vera
kritiskur, ein skal síggja
okkurt gott í øllum og ein
er bara har, flennir Ragnar.
Hetta greinar hann víðari,
tá hann sigur at Peter var
kritiskur, Julie sá okkurt
gott í øllum og Martin var
til pynt.
Peter bað meg fara heim
aftur, og at børn onki skulu
gera á eini senu, men hann
Føroyingar rokka
- Peter bað meg fara heim aftur, og at børn onki skulu
gera á eini senu, men hann er eisini løgin, tí sigur Ragnar
Finsson. Spurdur hvat hini søgdu, vildi Ragnar ikki siga,
tí tað er eitt loyndarmál