Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. august 2008 18 2008 - Veðrið sær út til at verða tað ein- asta, ið kann forða Fjarðafesti- valinum, sigur Ingibjørn Eldevig, varaleiðari á pol- itistøðini í Runa- vík. Fyrireikarar- nir hava fingið øll neyðug loyvi, og løgreglan er klár til tað, sum kundi verið afturat FjarðaFestivalur 08 Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Løgreglan er við til øll størri tiltøk, og í so máta er Fjarðafestivalurin onki undantak. Talan er um seinasta tónleikafestivalin í ár, so løgreglan skuldi verið í góðari venjing. Fólk flest meta tað á mangan hátt óneyðugt, at løgreglan er á Fjarðafestivalinum. - Tað eru í hvussu so er øgiliga fá full fólk á Fjarðafestivalinum, so tað er sjáldan, at vit mugu skilja menn, ið fara til hendurs og tílíkt. Men hesin festivalurin, skal sum allir aðrir hava eina rúgvu av loyvum. Hetta eru lógarfest krøv, sum komu aftaná, at Pearl Jam spældu á Roskilde í 2000, og Fjarðafestivalurin hevur fingið endaligu loyvini til sítt virksemi. Metast kann, at fyrireikarnir hava vart seg ímóti øllum, sum teir í veruleikanum kunnu fyrireikar seg til, sigur Ingibjørn Eldevig, varaleiðari á politistøðini í Runavík. Veðrið spælir hund Veðrið hevur fyrr verið ein trupul- leiki hjá flest øllum festivalum í heiminum, og í fjør var Fjarðafesti- valurin eisini úti fyri hesum. - Tað vit eru mest bangnir fyri er veðrið. Tað kann skjótt gerast vandamikið, um ov nógvur vindur er. Tað er serstakliga týdningarmikið, at pallur og aðrir leysir lutir eru væl spentir, men fyriskipararnir hava eina góða trygdarætlan, so vit kunnu standa inn fyri, at ongin veruligur trupulleiki skuldi verið, greiðir Ingibjørn Eldevig, varaleiðari á politistøðini í Runavík, frá. Fáar trupulleikar - Tað er sjálvandi øðrvísi at vera á Fjarðafestivali, enn á G! til dømis, tí klientelli er ikki heilt tað sama. Fólkini á Fjarðafestivalinum eru van.igar ikki full og líknandi. Hóast tað fara vit við nokk av fólkið á festivalin, tí mann kann risikera alt, men tað einasta, ið hevur verið ein veruligur trupulleiki á festivalinum, var eitt árið, tá bilar hjá festivalgestum forðaðu ferðsluni á bygdavegnum í Skálafirði, sigur varaleiðarin. Á Fjarðafestivalinum fær løgreglan í Runavík eisini styrk úr Havnini, og sambært Ingibirni Eldevig, er tað ikki øll løgreglan á festivalinum, ið er í løgreglubúna, tí teir gera vanliga ikki so nógv um seg, um onki er at gera. - Bara tí at festivalur er, skal ongin vænta, at vit allir eru har. Ongin skal koyra ólógligt, tí Sosialurin hevur verið og práta við meg, leggur Ingibjørn Eldevig afturat. Politi á Fjarðafestivalin ... dryppar tað á Statoil. Tað merk- ist á søluni hjá Statoil í Skála- botni, at Fjarða- festivalur er í Kelduni knappan hálvan kilometur frá støðini FjarðaFestivalur 08 Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tað er ein sannroynd at størri tiltøk, har nógv fólk samlast, eisini hava sína ávirkan á nærumhvørvið og kanska serliga handlar og sølustøð í økinum. Í Skálabotni er tað bert á Statoil, umframt tey á sjálva festivaløkinum, har fólk kunnu keypa. Á Statoil í Skálabotni merkja tey eisini at festivalur er í økin- um. Nógv fleiri fólk koma inn á støðina og sølan er økt hesar dagarnar. Kioskvørur, sigarettir og grill Spurd um hvat tey selja mest av hesar dagarnar, svarar Fanny Hansen, at í tí stóra og heila er tað mest kioskvørður. - Vanliga selja vit nógv av vanligum kioskvørum. Um tað er gott veður, so koma nógv fólk inn her at keypa ís. Eisini koma fleiri yvir til okkum at keypa sigarettir, sum tey jú ikki selja á festivaløkinum. Eisini eru fleiri, sum koma inn á caféteria hjá okkum og keypa grillmat. Tey selja mat inni í Kelduni, men tá tað eru so nógv fólk, sum vanliga eru á Fjarðafestivalinum, so kunnu bíðirøðirnar gerast nakað langar, sigur Fanny Hansen, sum er krambakvinna á Statoilstøðini í Skálabotni. Nógvir bilar eru, tá Fjarða- festivalurin er á skránni, og hetta merkja tey eisini. Sølan av bensin og diesel er nógv økt hesar dagarnar, og samanumtikið hava tey eina nógv økta sølu av mestsum øllum vørum. Eru fyrireikaði Vanliga eru tvey starvsfólk til arbeiðis á hvørjari vakt, men tá so nógv fólk koma inn á støðin at keypa, er sjálvsagt neyðugt við fleiri starvsfólkum, soleiðs at biðirøðirnar ikki gerast ov langar. - Vit seta eykafólk inn at arbeiða meðan Fjarðafestivalurin er, og talan er um eitt ella tvey fólk afturat. Afturat tí hava vit eisini avtalur við fólk, soleiðs at vit kunnu ringja til tey um hjálp, um tað gerst neyðugt. Vit eru sostatt væl fyrireikaði, um talan gerst um rættiliga nógv fólk, sum velja at koma inn á støðina, sigur Fanny Hansen, krambakvinna. Veðrið nógv at siga Eins og við øllum øðrum tiltøkum í Føroyum, spælir veðrið eisini ein týðandi leiklut. Í fjør var veðrið ikki nakað at reypa av tá Fjarða- festivalurin var, og hetta merktu tey eisini. Tá var nógvur vindur og regn, og tá hættaðu fólk sær ikki at ganga yvir á støðina at keypa. Har er hóast alt hálvur kilometur at ganga yvir til Statoilstøðina, og tá veðrið er so keðiligt, sum tað var í fjør og ikki var gangandi ímillum, so var sølan ikki eins stór og undanfarin ár. Tað sama ger seg galdandi, um veðrið er gott. Tá hava tey merkt at rættiliga nógv fólk koma inn á støðina at keypa. Tá ganga fólk nógv úti, og fleiri koma yvir á støðina at keypa sær ís og annað leskandi at hava í góðveðrinum, sigur Fanny Hansen, sum er krambakvinna á Statoilstøðini í Skálabotni. Sostatt kann staðfestast, at tá tað regnar á prestin, dryppar tað eisini á degnin, sjálvt um vit vóna at tað ikki verður váttligt á ársins Fjarðafestivali. Tá tað regnar á prestin... Á Statoil í Skálabotni økist sølan, meðan Fjarðafestivalurin er - Tað vit eru mest bangnir fyri er veðrið. Tað kann skjótt gerast vandamikið, um ov nógvur vindur er, greiðir Ingibjørn Eldevig frá