mikudagur 27. august 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 - 27. august 2008
19
tíðindi
er eisini løgin, tí sigur Ragn
ar Finsson. Spurdur hvat hi
ni søgdu, vildi Ragnar ikki
siga, tí tað er eitt loyndar
mál.
Errin
Men Ragnar dylur ikki fyri,
at hann er errin av at vera
við í sendingini.
Guðrun Sólja vann, Víg
dis vann og Jógvan Hansen
vann eisini, og eg havi onki
ímóti at vera sammettur við
tey, sigur Ragnar Finsson,
við einum loyndarfullum
andlitsbrái.
Sendingin við dronginum,
sum kann gerast nýggja
hjartabarn føroyinga, verð
ur at síggja fríggjadagin 5.
septembur.
Talent 2008 er kapping, sum DR1 skipar fyri. Ætlanin er at finna størstu talentið óansæð
kynstur. Sambært DR1 kann gera tað sama, hvørt talan er um sangarar, dansarar, eldslúkarar
ella um mann kastar við lutum. Ætlanin er bert at finna størsta talentið.
Talent 2008 verður mett sum ein sending, ið er sprottin úr røtrunum hjá X Factor, sum Jógvan
Hansen úr Klaksvík vann íslendsku útgávuna av.
Kendasta úrslitið av Talent kappingini, sum hevur verið í fleiri londum, er helst Poul Potts, sum
var í bretsku útgávuni av sendingini.
Talent 2008 byrjaði í veruleikanum í maimánaði, tá fleiri upptøkuroyndir vóru í Danska
kongaríkinum. Upptøkurnar byrjaðu í juni, og nú verða sendingarnar vístar. Um stutta tíð
verða allar sendingarnar beinleiðis, har til ber at senda sms-boð inn, men dómararnir, Martin
Hall, multikunstnari, Peter Jensen, filmsframleiðari og Julie Steincke, sangleiksstjørna, hava
eisini sítt at siga.
Tá finalan verður á skránni verða dómararnir skúgvaðir til viks, og hyggjararnir avgera
einsamallir hvør gerst Talent 2008.
FAKTA
- Eg var bara ein túr í SMS. Vit stóðu og hugdu, tá vinfólkini
byrjaðu at lokka meg upp á pallin. Til endans segði eg ja, og
lænti ein gittara frá einum klaksvíkingi, sum akkurát hevði
verið á senuni, sigur Ragnar Finsson
Harafturat, er hann ein av
teimum fáu, sum kann breggja
sær av at hava spælt saman við
The Dreams