Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 163 - 27. august 2008 tíðindi Í meira enn hundrað ár hava danir gjørt fleiri royndir fyri at seta á stovn sínar egnu altjóða bilverks­ miðjur í Danmark, men tað hevur tó ongantíð eydnast teimum. Hetta sýnir ein framsýningin á Danmarks Industri­ museum í Horsens Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Framsýningin “Drømmen om den danske bil” á Dan­ marks Industrimuseum er ein frásøgn um teir mongu donsku idealistarnar, sum hava havt stórar dreymar og hava arbeitt við verkætlan­ um, ið teir roknaðu við fóru at føra til framleiðslu av bil­ um, sum fingu altjóða gjøg­ numbrot. Einasta land í Skandinavia sum hevur havt egna bil­ framleiðslu er Svøríki við bilmerkjunum Scania, Vol­ vo og Saab, umframt onnur smærri bilmerkir. Danir og normenn hava tó gjøgnum tíðirnar eisini arbeitt við ymiskum smærri projektum sum t.d. norski elbilurin Th!nk (Think), sum júst nú er komin í eini nýggjari útgávu. Fyrsti danski bilurin, sum sá dagsins ljós var Brems­ bilen, ið varð framleiddur av Julius Brems í Viborg í árinum 1900. Bilurin var gjørdur í 8 eksemplarum til 1907, tá framleiðslan steðg­ aði, tí hon ikki bar seg fíggj­ arliga. Eftir tað vóru tað fleiri sum royndu seg við bilaframleiðslu. Vit kunnu nevna bilmerkir sum t.d. Anglo­Dane, Ellemobil, Dana, K.A.C. Odense Mobil, Houlberg og Trid­ ge. Ein verksmiðja sum var líka við at fáa fótin fyri seg var Rud. Kramper & Jørgen­ sen í Horsens. Teir framleid­ du persónbilar, brandbilar, lastbilar, og bussar undir navninum Gideon. Frá 1913 til 1921, tá teir máttu gevast, framleiddu teir til­ samans 178 bilar. Danskur brandbilur í Føroyum Í 1918 vórðu tríggjar verk­ smiðjur lagdar saman til De forenede Automobilfabrikk­ er og framleiddu bilmerkið Triangel, ið er tann danska bilverksmiðjan, sum fekk longst livitíð. Triangel fram­ leiddu umleið 3.000 last­ bilar og bussar frá 1918 til 1957. Vit í Føroyum hava ein danskan Triangel mill­ um okkara. Talan er um tann gamla Triangel brand­ bilin frá 1934 hjá Tórshavn­ ar Sløkkiliði. Í mong ár var eingin fram­ leiðsla av donskum bilum. Ein roynd varð gjørd í 1983 av handilsmanninum Thure Barsøe­Carnfeldt í Had­ sund í Norðurjútlandi við el­bilinum Hope Whisper. Ein ætlan um at selja fleiri hundrað túsund bilar til USA miseydnaðist, og fram­ leiðslan varð av ongum. Fyritøkan El­Trans A/S í Randers byrjaði í 1985 við framleiðslu av el­bilinum Mini­El, sum eisini varð kendur undir navninum Ell­ ert. Talan var um ein lítlan býbil við plássi til ein vaksn­ an og eitt barn. Tá fram­ leiðslan steðgaði í 1988, vóru umleið 4.000 bilar gjørdir. Fyrst í 80­unum hevði danski designarin Jacob Jensen stórar ætlanir við bil­ unum Logicar, sum hann hevði designað, og eftir ætlan skuldi framleiðast í Danmark. Fleiri danskir býir bjóðaðu seg fram við grundøki til bilverksmiðj­ una, men eisini hendan ætlan fór fyri bakka. Tíggju ár seinni royndi Jacob Jen­ sen seg aftur við bilinum Jensen One, sum í veru­ leikanum var ein umbygdur Citroën XM, men eisini hendan ætlan miseydnað­ ist. Vit kunnu nevna aðrar royndir við framleiðslu av bilum sum t.d. el­bilinum Kewett og Logicar og Dan­ bilen, sum t.d. var sera væl egnaður sum postbilur. Eisi­ ni kunnu vit nevna Ole Sommer, sum í 1983 kom við sínum egna sportbili Oscar (Ole Sommer car), sum nakrir vórðu gjørdir av. Hóast nógvar miseydnað­ ar royndir eru tað enn fleiri danir sum droyma um at framleiða sítt egna bilmerki sum t.d. verkfrøðingurin Mikkel Steen Pedersen í Silkeborg, sum í hesum døg­ um roynir at koma á markn­ aðin við sportbilinum Road­ Razer. Framsýningin á Dan­ marks Industrimuseum í Horsens læt upp fríggjadag­ in 11. apríl og verður opin til 1. september. Danskir dreymar um egna bilaframleiðslu SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Bilradio á Rás2 Sendingin Bilradio verður send týsdag millum kl. 16 og 17 og endursend fríggjamorgun millum kl. 8.05 og leygardagin kl. 13 Danski designarin Jacob Jensen designaði Logicar, sum eftir ætlan skuldi framleiðast í Danmark fyrst í 80-unum Fyrsti danski bilurin sum sá dagsins ljós var Bremsbilen. Myndin er tikin í 1900, tá Julius Brems og synirnir alment sýna bilin fram Verksmiðjan Rud. Kramper & Jørgensen í Horsens framleiddu tilsamans 178 bilar av merkinum Gideon frá 1913 til 1921 Danski el-bilurin Kewett varð gjørdur av Kewett Industry í Hadsund frá 1988 til 1998 Triangel brandbilurin frá 1934 hjá Tórshavnar Sløkkiliði er gjørdur í Danmark. Bilurin kom til Føroya í 1962, og fyri nøkrum árum síðan varð hann restaureraður og er í dag eitt flott ellisakfar