mikudagur 27. august 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. august 2008
20
2008
Nógvur gangur
stendst ofta av
festivalum og at
nógv fólk samlast
á einum stað.
Men grannarnir
at Kelduni lata
væl at, og siga at
teir órógvast ikki
av ganginum,
heldur tvørtur
ímóti, tey halda
tað er sera
hugnaligt
FjarðaFestivalur 08
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tá desibellini fara at runga út úr
stóra og nýmótans annlegginum
í Kelduni vikuskiftið 29.- 31.
august, verður kanska torført at
fáa orðið upp inni í Kelduni sjálvari
og á økinum beint uttanfyri. Men
hetta órógvar ikki grannarnar,
sum búgva tætt uppat Kelduni og
festivaløkinum.
- Heldur tvørturímóti. Tað
er sera hugnaligt her meðan
festivalurin er, og serliga um tað
eydnast væl við veðrinum. Vit
klaga ikki um gangin, og so er tað
bert yvir eitt vikuskiftið, so tað
er uttan iva til at liva við. Tað er
eisini sera hugnaligt, at nógv fólk,
sum man kennir, koma á gátt,
og serliga um tað eydnast væl
við veðrinum, sigur Jóan Pauli
Joensen, nærmasti granni at
Fjarðafestivalinum.
Hoyrist ikki nógv
Hóast gangurin er nógvur av
stóra pallinum inni í Kelduni,
hoyrist ikki serliga nógv útum
sjálva bygningin. Hetta merkir at
grannarnir av festivalinum ikki
verða órógvaðir serliga nógv av
ganginum, og tað sindri av ljóði,
sum hoyrist útum og frá pallunum
uttanfyri Kelduna, er ikki nakað,
ið grannarnir taka illa upp.
Fólkini í Skálabotni gleðast
heldur um at lív er í økinum hesar
dagarnar og at nógv fólk velja
at koma saman til henda kristna
festivalin, har bæði tónleikur og
boðskapur eru í hásæti.
- Tað ger ikki mun, um tað
ljóðar eitt sindur. Eg fái væl sovið
fyri larminum, hóast tað ikki er
ætlanin, tí eg plagi sjálvur at
vera í Kelduni og á festivalinum
hesar dagarnar, sigur Jóan Pauli
Joensen.
Jóan Pauli Joensen og flestu
fólkini har í økinum plaga at
rætta eina hjálpandi hond. Hann
er sjálvur ein av teimum, ið hava
hjálpt til við at byggja Kelduna
upp, og tey flestu í Skálabotni
munnu vera glað um at Keldan er
komin hagar at verða.
Uttan iva munnu tey flestu í
Skálabotni eisini fara ein túr inn á
festivaløkið og njóta tónleikin og
lívið í økinum.
Vóna veðrið verður
gott
Árið í fjør eydnaðist einki serliga
væl, veðrið var sera ringt og í
løtum stóð á hjá fyrireikarunum at
halda festivalin koyrandi. Nógvur
vindur var og teltini vóru um at
fara á flog, og stóðu og flákraðu
og ristust í vindinum.
Tað, sum tey flestu munnu tosa
um hesar dagarnar í Skálabotni,
er um hvørt veðrið man fara at
halda sær ella ikki.
- Veðrið hevur ótrúliga nógv at
siga. Føroyingar eru soleiðis, at
teir keypa ikki atgongumerki fyrr
enn við dyrnar, tá tey eru sikkur
í, hvussu veðrið er. Ikki fyrr sama
dagin gera tey av, um tey vilja
fara ella ikki. So sjálvandi vóna
vit at veðrið verður gott, soleiðs
at nógv fólk koma, staðfestir
Jóan Pauli Joensen, at enda.
Órógvast ikki av festivalinum
Hiti • Ventilatión • Sanitet
www.demich.fo
Demich P/F
Postboks 378 - Stiðjagøta 2
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 309 310
Fax + 298 309 311
demich@demich.fo
Okkara dygd – tín trygd!
Vit ynskja øllum ein
góðan Fjarðafestival!
V á g u r r u n aV í k T ó r s h aV n
– Hóast gangurin er nógvur av stóra pallinum inni í Kelduni, hoyrist
ikki serliga nógv útum sjálva bygningin, sigur Jóan Pauli Joensen
Kom og vitja okkum í nýggju hølum
okkara á Lýðarsvegi 2 í Hoyvík
Vit hava flísar bæði til innandura
og uttandura.
Vit hava landsins størsta úrval av
flísum til bað, køk, gólv, tún og
trappur.
Vit veita fegin ráðgeving um val
av flísum og álegging, og ávísa
áleggjara til smærri uppgávur.
www.flisan.fo
Flísan
Lýðarsvegur 2
Hoyvík
tel
31 80 98
faks
31 64 86
far
51 80 98
flisan@kallnet.fo
Stórt úrval Góð tænasta
Vit ynskja øllum ein
góðan Fjarðafestival