mikudagur 27. august 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 163 - 27. august 2008 ]
Brian er transfer-listaður
Danski Brian Andresen, sum síðani í summar hevur styrkt um
álopið hjá B68, er ein av spælarunum á transfer-listanum hjá
danska spælarasambandinum. Har sæst, at sáttmálin hjá Brian
við B68 gongur út í heyst, og tí er hann leysur at samráðast við
onnur feløg. Á listanum eru eisini Jónas Tór Næs, sum í løtuni
spælir við NSÍ og gamli KÍ-kenningurin, Denni Conteh, sum
seinasta hálva árið hevur spælt í Slagelse.
Eik heldur fram á Amager
Eik Bank hevur valt at leingja sponsor-avtaluna við FC
Amager í trý ár afturat. - Yvirbygningurin í FC Amager hevur
gjørt tað møguligt at fáa tann størsta einkulta sponsorin,
sum limaklubbarnir í felagnum nakrantíð hava havt. Hetta
eru vit sera fegin um og stolt av, sigur Todi Jónsson, stjóri
í FC Amager. Claus Bodenhoff frá Eik Danmark sigur, at
peningastovnurin hevur gjørt av at leingja samstarvið, tí Eik
sær stórt virði í hesum. - Vit síggja longu nú, at FC Amager
fær góða umrøðu, sum úrslit av fleiri áskoðarum og nógvum
dystum, ið verða sendir á TV2 Sport, sigur Claus bodenhoff.
Fult umfar er í
Formula-deildini
í kvøld. Felags fyri
dystirnar er, at lið
úr ovaru hálvu taka
ímóti botnliði
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
B36 er einasta av ovaru lið-
unum, sum spælir á útivølli,
og tí hevur árstalsfelagið á
pappírinum truplastu upp-
gávuna av ovaru liðunum.
At talan so eisini er um
uppgávu, sum má loysast
uttan leikbannaða Klæmint
Matras og skaddu Inga Høj-
sted, Sam Malson og Súna
Olsen. Og so er spurning-
urin, hvussu Heðín Askham
velur at blanda kortini, tá
hann skal royna at fáa neyð-
ugu stigini við sær til Havn-
ar aftur.
Hjá ÍF stendur eisini
nógv á. Liðið er partur av
botnstríðnum, har teir nú
bert eru tvey stig framman
fyri sandoyingar. Tí er eisini
alneyðugt hjá teimum at fáa
stig burtur úr dystinum.
Greiðir favorittar
Í øllum hinum førunum er
talan um favorittar, sum á
pappírinum eru rættiliga
greiðir.
Í Havn hevur HB ofta
sera gott tak á niðaru liðun-
um, og tí verður talan helst
enn einaferð um møtumikla
uppgávu hjá Skála, sum eis-
ini má vera Arnhold Berg
fyriuttan.
Á
Streymnesi
vitjar
kreppurakta KÍ hjá odda-
liðnum, og tað man neyvan
vera dysturin, sum KÍ kundi
hugsað sær júst nú. Ikki
minst, um havt verður í
huga, at EB/Streymur higar
til hevur vunnið hvønn tann
einasta av sínum átta heima-
dystum.
Í Gøtu hevur væl koyrandi
Víkingur heimavøll móti
B68, sum við tapinum móti
NSÍ fekk eitt skot fyri bógv-
in í annars góðu gongdini
hjá sær, og seinasti dysturin
verður í Runavík, har NSÍ
tekur ímóti B71. Fyri bæði
liðini er galdandi, at form-
kurvan
snaraði
seinasta
vikuskiftið, og so er spurn-
ingurin, hvussu reaktiónir-
nar um hetta eru.
Leygardagin verður
sannur ítróttar- og
veitslurómur millum
útisetar í Danmark
leygardagin, tá
róðrarfelagið
Knørrur skipar fyri
kappróðrarstevnu í
Sydhavn
regatta
Tíðindaskriv
Kappróðrarstevnan Knørrur
Regatta verður í Sydhavnini
í Keypmannahavn leygar-
dagin 30. august Áhugin
fyri føroyskum kappróðri
er stórur í Danmark og fyri-
reikararnir vænta nógv fólk
í Sydhavn leygardagin.
Tilsamans eru 20 mann-
ingar frá hesum feløgum
teknaðar til stevnuna: Neyst-
ið, Tvørábáturin, Brundurin,
Sorø/FFaV, Brännö Rod-
klubb og Knørrur. Sum
vant er stórur spenningur
millum manningar og feløg
undan róðrunum, tí tað hev-
ur verið sera javnt millum
bátarnar á undanfarnu stevn-
unum í Norðhavn og Ishøj.
Róð verður í sonevnda
’Kalvebodsløbet’ og málið
er fyri endan av Molestien
og Dæmningsvej - beint
undir
tokbrúnni
millum
Sjælland og Amager.
Frásøgumaður
verður
Heini Davidsen.
Á máløkinum fæst øl og
vatn til keyps, umframt tví-
flísar, kaffi, køkur og góð-
gæti. FO Invasion hevur eis-
ini eina sølubúð, har millum
annað
troyggjur
verða
seldar.
Bussur 4A steðgar við
Sluseholmen/Sjællandsbro-
en og hiðani er styttri enn 5
minuttir oman á økið.
Tá kappróðurin er av, eru
øll - bæði rógvarir, áskoðar-
ar og onnur - vælkomin inn
í Føroyahúsið klokkan 19
til ein døgurðabita, føroysk-
an veitsluróma við felags-
sangi og dansi. Meira fæst
at vita á www.knorrur.dk.
Knørrur Regatta í Keypmannahavn
Toppur móti botni
Víkingur hevur havt sera góðan byrð
seinastu nógvu umførini. Í kvøld kunnu
teir taka enn eitt fet móti heiðursmerkjum,
tá B68 kemur á vitjan
Fyrireikararnir vóna, at nógv fólk leitar sær til Sydhavn, har regatta verður leygaradgin
Formula-deildin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 EB/S
19
13
-
2
-
4
37
20
17
41
2 B36
19
9
-
6
-
4
23
14
9
33
3 Víkingur
19
9
-
5
-
5
33
22
11
32
4 NSÍ
19
9
-
4
-
6
27
24
3
31
5 HB
19
8
-
6
-
5
32
15
17
30
6 B68
19
7
-
2
-
10
14
29
-15
23
7 KÍ
19
5
-
6
-
8
23
28
-5
21
8 ÍF
19
6
-
2
-
11
24
36
-12
20
9 B71
19
5
-
3
-
11
22
32
-10
18
10 Skála
19
3
-
6
-
10
16
31
-15
15
Seinastu seks dystirnir
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 Víkingur
6
4
-
2
-
0
13
7
6
14
2 B36
6
4
-
0
-
2
7
5
2
12
3 B71
6
3
-
1
-
2
9
6
3
10
4 EB/S
6
3
-
0
-
3
8
7
1
9
5 B68
6
3
-
0
-
3
5
10
-5
9
6 HB
6
2
-
2
-
2
8
4
4
8
7 KÍ
6
2
-
1
-
3
7
6
1
7
8 NSÍ
6
2
-
1
-
3
6
10
-4
7
9 ÍF
6
2
-
0
-
4
8
11
-3
6
10 Skála
6
1
-
1
-
4
6
11
-5
4