Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. august 2008 22 2008 FjarðaFestivalur 08 Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Amerikanska songkvinnan Lynda Randle, er fødd og uppvaksin í Washington, hon tók ímóti Jesusi sum 12 ára gomul. Hon hevur givið sjey fløgur út og onkra DVD útgávu, við sínum besta tónleiki. Hon er lítlasystir Michael Tait, ið var oddamaður í bólkinum DC Talk, sum miðskeiðis í nítiárunum var heimskendur við sanginum, Jesus Freak. Hvítum skúla Lynda Randle er litt, men gekk í barnaárum sínum á einum skúla har mest hvít børn gingu. Hon var einasti litti limurin í kórinum á skúlanum. Har byrjaði hon at kenna, at ætlan Guds við henni, eisini var at byggja brýr millum fólk av ymiskum etniskum uppruna. Hesin fyrsti parturin av lívinum var torførur hjá henni, men sambært almennu heimasíðu hennara, hevur fyrsti parturin av lívinum merkt hana á ein hátt, ið ger at hon hevur ein óvanligan eginleika at koma í samband við fólk. Óansæð um talan er um eina stóra fjøld, ella onkur tilvildarligur hon møtir á gøtuni. Familjukvinna Í 1989 giftist Lynda Randle við Mike Randle, og saman hava tey tvær døtur, Patience og Joy. Saman ferðast tey nógv, Lynda, sum songkvinna og Mike sum prædikumaður. Til felags hava tey bæði, at tey eru uppvaksin í einum rættiliga ráum umhvørvið, og tað kundi verið grundin til, at teimum dámar serliga væl at syngja og tala fyri ungum við trupulleikum. Tónleikurin Løgini hjá Lynda Randle hava ofta íblástur frá Mahalia Jackson. Sjálv heldur Lynda Randle tónleik sín minna eitt sindur um Tracy Chapmann, Mahalia Jackson og Tina Turner. Tónleikurin hjá Lynda Randle er vanligur amerikanskur gospeltónleikur. Hon hevur eina sterka rødd, og sagt verður um hana, at hon hevur sera lætt við at fáa samband við fjøldina hon syngur fyri. Á sama hátt sum The Isaacs, hevur Lynda Randle eisini verið við í fleiri sendingum hjá Gaither familjuni, sum í sær sjálvum skuldi borga frá góðsku. Sambandið til Føroyar Lynda Randle og familja hennara hava fyrr verið í Føroyum. Hetta var í 2005, og vóru tað Helgi og Aimi Justinussen, ið fingu hana hendavegin. Á ferðini í Føroyum tá, spældi Lynda Randle tríggjar konsertir. Ein í høllini á Hálsi í Tórshavn, eina í Kelduni í Skálabotni og eina í høllini í Klaksvík. Aftur hesaferð er tað Helgi, sum hevur staðið fyri at fáa Lynda til Føroyar, men hesaferð kann Lynda Randle kann møta eini gentu, ið er uppkallað eftir henni. Talan er um tveir mánaðir gomlu dóttir Helga og Aimi, ið eitur Janny Linda. Janny eftir ommu síni og Linda eftir Lynda Randle. Meiningin er at fáa loyvi at stava navnið Lynda, men hesum loyvir føroyska navnalóggáva ikki, men familjan arbeiðir við at loysa hetta mál. Tónleikurin hjá Lynda Randle er van­ lig­ur amerikanskur g­ospeltónleikur. Hon hevur eina sterka rødd, og­ sag­t verður um hana, at hon hevur sera lætt við at fáa samband við fjøldina hon syng­ur fyri Lynda Randle Lynda Randle og familja hennara hava fyrr verið í Føroyum. Hetta var í 2005, og vóru tað Helgi og Aimi Justinussen, ið fingu hana hendavegin Hógv Handilsvirki Føroysk góðska www.hogv.fo Niðri á Sand 15 · FO-660 Søldarfjørður Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo Egin framleiðsla: Orkusparandi ketlar til sethús, bátar og størri bygningar Sveisiarbeiði av ymiskum slagi Seruppgávur Søla og uppsetan av: Hitapumpum við nýggjastu tøkni Ventilatiónsskipanum Ketlum Vit geva tilboð uppá HVS skipan til hús tygara Gentuskógvur - str. 28-35 440,- Damuskógvur - str. 35-41 600,- Telefon 44 10 18 gotasko@olivant.fo Harraskógvur - str. 40-46 780,- Dreingjaskógvur - str. 30-38 490,-