Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 163 - 27. august 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Níggjunda meistara­ heitið á rað kom til høldar, tá KÍ­kvinn­ urnar um vikuskiftið vunnu stórsigur í Vági Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um góða føðingar­ dagsgávu, sum KÍ­kvinn­ urnar høvdu við sær norður til Klaksvíkar sunnudagin. KÍ fylti tá 104 ár, og eins og tær hava gjørt tað á hvørjum ári, síðani árstalið byrjaði við tvey­talinum, hava kvinnurnar hjá KÍ aft­ ur í ár vissað sær FM­heit­ ið. Og so kann leggjast aftur­ at, at talan í ár var um gull, ið kom mest sum leikandi lætt til høldar. Hóast nøkur av hinum liðunum hava havt nøkur góð avrik, so hava tey alt í alt verið alt ov óstøðug til veruliga at hótta KÍ, sum enn hevur fult stiga­ tal, og sum altso tryggjaði sær gullið fýra umfør fyri kappingarlok. Gyltar KÍ-kvinnur Ìslendska ríkis­ stjórnin letur 50 miljónir íslendskar krónur til íslendska hondbóltssambandið Ol Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Íslendska ríkisstjórnin hev­ ur samtykt at lata íslendska hondbóltssambandinum, HSÍ eina játtan, sum ljóðar uppá 50 miljónir íslendskar krónur. Í okkara peningi er talan um uml. 3 miljónir krónur. Einar Torvarðarson frá HSÍ sigur við Dagblaðið Vísir, at tað hevur sera stór­ an týdning fyri HSÍ, tí tey hava nógvar útreiðslur av minniligu ferðini hjá íslendska manslandsliðnum í hondbólti. ­ Við játtanini frá íslendsku ríkisstjórnini fara tey í HSÍ at megna at fáa endarnar at røkka saman, sigur hann. Einar Torvarðarson sær eisini uppá játtanina, sum eina viðurkenning fyri tað góða arbeiðið, sum HSÍ hev­ ur staðið fyri gjøgnum árini. Hann heldur, at peningurin fer eisini at hjálpa HSÍ at halda gongd í yngru lands­ liðunum. Haraftrat fær HSÌ eisini meir enn 20 miljónir íslendskar krónur frá eini landsumfatandi innsavnan. So íslendski almenningurin setur eisini prís uppá tað bragdið, sum Óli Stef, Fusi og hinir landsliðspælarnir hava framt í Beijing. Íslendska stjórnin setir »prís« uppá OL-silvurið 50 milliónir íslendskar krónur fekk íslendska Hondbóltssambandið sum takk frá stjórnini fyri framúr avrikið í Beijing Hesa ferð gjørdist talan um 9-0 sigur í Vági, har heimaliðið ikki fekk gjørt stórvegis við yvirmaktina úr Klaksvík Sigldu kapp Tann 24. august varð skipað fyri kappsigling á Skála­ fjørðinum. Úrstlitið av kappingini gjørdist hetta: NR Bátur Eigari 1 Jomfrúgvin Símun Olsen, Vestmanna 2 Hoyvíksbáturin Egil/Johan Simonsen 3 Oddvør Dagfinn Joensen, Kollafjørð 4 Jona Per Mikkelsen, Strendur 5 Malli Odmar Joensen, Kollafjørð 6 Stubbin Kári Hansen, Kvívík 7 Kollsteinur Mikkjal Hansen, Hósvík 8 Niels í Nesinum Alfred Gullbein, Tórshavn 9 Keisarin Martin Dam, Kalbak 10 Ternan Kári Borgarklett, Hósvík 11 Falkurin Kári í Garði, Strendur 12 Luddi Jógvan Henriksen, Kollafjørð 13 Drøvn Knút Bjørk, Argir 14 Eyð Atli Leitisstein, Runavík