mikudagur 27. august 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. august 2008
21
2008
Limirnir í bólkin
um, Marstin &
the Revelators
dáma sera væl at
klippa negl, sápu
bløðrur, kjakast
um hvussu eitt
jarðber skal et
ast, svimja í køld
um havi og Gud.
Teir eru millum
19 og 23, og
dáma væl at for
telja søgur
FjarðaFestivalur 08
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Marstin & the Revelators, hevur
gøtumannin Martin í Grund til
oddamann. Orsøkin til, at Martin
verður stavsettur Marstin, er
fyri at fáa tey enskt talandi at
úttala navnið rætt. Bólkurin varð
stovnaður fyri umleið einum árið
síðani á einum tónleikaskúla í
Coventry í Onglandi, og tað er
orsøkin til, at tveir onglendingar
eru við í bólkinum. Hinir limirnir
í bólkinum eru Pauli Poulsen,
Matt Harris og Samuel King,
ið leika á ávikavist guitar, bass
og trummur. Harumframt hava
teir til framførsluna á Fjarða
festivalinum, fingið Jákup
Justinussen, sum føroyingarnir
í bólkinum hava kent leingi, at
leika á tangentar.
Oddamaðurin
Martin Mohr í Grund er 23 ára
gamal. Hann skrivaði sín fyrsta
sang sum níggju ára gamal, og
sær seg sjálvan fyrst og fremst
sum sangskrivara.
At skriva tekstir og løg eru
tey evnini, mær eru givin. At eg
spæli guitar í bólkinum er bara
av tilvild, tí tað er ljóðføri eg dugi
best at spæla.
Hann skrivar bæði løg og
tekstir hjá bólkinum, sum hann
síðani tekur við í venjingarhølið,
har hinir í bólkinum hjálpa til at
gera nakrar smávegis broytingar.
Fortelja søgur
Ætlan okkara er at fortelja
søgur og at seta fleiri spurningar,
enn vit koma við svarum til.
Íblásturin kemur í flestu førum
úr gamla testamenti, har nógvar
áhugaverdar og sigandi søgur
eru. Harumframt eru nógvir
tekstir um blomstur og fuglar,
sum eisini eru ein áhugaverdur
partur av lívinum. Hóast bíblian
skal takast í ramasta álvara, er
ætlanin at halda eina glaða og
karismatiska framførslu.
Ungir kristnir menn
Bókurin heldur seg ikki vera ein
kristnan bólk, tí teir vita ikki hvat
eyðkennir ein tílíkan, men teir eru
allir kristnir og eru við í samkomum.
Um málini hjá bólkinum, sigur
Martin í Grund, stutt og greitt.
Vit vilja gera so nógv gott sum
møguligt á so nógvum støðum
sum møguligt.
Oddamaðurin í bólkinum
greiðir eisini frá, at tónleikaliga
spenna teir frá punk til country, og
vanligasta viðmerkingin teir fáa, er
at teir eru øðrvísi enn aðrir bólkar.
Broytingar í væntu
Á framførsluni á Fjarðafestival
inum, verða sum nevnt tríggir
føroyingar á pallinum, men tá
oddamaðurin, um stutta tíð fer
niður aftur til Onglands á tón
leikaskúlan, verður hann einsa
mallur føroyingur í bólkinum.
Á Fjarðafestivalinum gleða
Marstin & the Revelators seg
serliga til Sarah Kelly, sum teir
kenna frá eini konsert í Íslandi.
Marstin & the Revelators
Hóast bíblian skal takast í ramasta álvara, er ætlanin at halda eina glaða og karismatiska framførslu,
sigur Martin í Grund, oddamaður í bólkinum
Singer / Songwrit
er Woody Wright
syngur sínar sang
ir við sannføring
og megi, og á
konsertunum hjá
sær framførir
hann ofta sangir,
sum hann hevur
skrivað til fleiri
country og gos
pelsangarar, mill
um annað Char
ley Pride, Jessy
Dixon og Russ
Taff. Í vikuskift
inum framførir
Woddy Wright á
Fjarðafestivalinum
FjarðaFestivalur 08
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Liveframførslurnar hjá Woody
Wright rúma øllum lutunum, sum
ein fullførd gospelkonsert eigur at
rúma. Tey upptíttaðu løgini mana
fram lógvabrestir og fótatrampan.
Mátin hann handferð klassiskar
sangir, sálmar og upprunalig
tónlistaverk fáa fram sjálva
andan, sum hugtók lurtarar í
øllum aldursbólkum, og hansara
komisku tulkingar av gerandis
lívinum fáa sjálvt tann harðasta
kynikaran at flenna.
Søgan hjá Woody Wright sum
sangari og sangskrivari byrjar
í 1973. Tá luttók hann, saman
við Elaine Baker og Gina Gill, í
einari lokalari sangtalentkapping,
sum WECO Radio í Wartburg
í Tennessee skipaði fyri. Tey
høvdu sungið saman í nøkur
ár í ungdómskórinum hjá
babtiskakirkjuni í Cedar Grove í
Kingston, og saman vunnu tey
hesa kappingina. Tey næstu trý
árini spældu og sungu tey, har
tey kundu sleppa framat, til tey í
1976 fóru hvør til sítt.
Royndur maður í
tónleiki
Eftir at Woody Wright varð farin
úr High School og breyt við Elaine
Baker og Gina Gill, fór hann uppí
»The Scenicland Boys«, sum hann
spældi saman við til 1979, tá
hann fór víðari til »The Tennes
seans«. Har gjørdist hann fjórði
maður í einari kvartett og flutti til
Nashville.
Haðan gekk leiðin víðari í 1982,
tá hann saman við David Ponder
og Michael Sykes stovnaði bólkin
»Ponder, Sykes & Wright«. Í 1992
bleiv tað til bólkin »Matthews,
Wright & King«, sum skuldi verða
ein nýggj countrymannfólkatrio úr
Nashville, sum hann millum annað
spældi saman við á Center Stage
við World Trade Center í 1993.
Í 1997 gjørdist hann bak
grundssangari í sendingini Prime
Time Country, har hann var
bakgrundssangari hjá langt yvir
100 kendum og minni kendum
sangarum.
Frá 1997 til ár 2000 var han
naftur saman við Ponder og
Sykes, og saman góvu teir út
plátuna Spring Hill, sum varð
nominerað til »Country Album of
the Year« við Dove Awards í ’98.
Eftir heystið í 2001 hevur hann
framført í fleiri heimspørtum, frá
Atalanta í USA til heilaga býin
Jerusalem til Johannesburg í Suður
Afrika. Og nú heldur hann leiðina
fram í Evropa og víðari til Føroya,
har vit hava møguleikan at roynda
tónleikaran og sangskrivaran á
Fjarðafestivalinum, sum verður um
vikuskiftið.
Woody Wright
Woody Wright hevur
síðan 2001 spælt
m.a. í Jerusalem og
Johannesburg. Nú
kemur hann til Føroya