Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 • 27. aug. 2008 MIÐvIkaN 25 land Mariu, og er navnið eitt úrslit av katólska ávirkan á koptisku kirkjuna. Morgunin eftir fóru vit oman á barnaheimið. Børnini vistu av okkum, og tá ið tey sóu okkum í brekkuni, komu tey øll ímóti okkum. So vóru tvey løgd til systkinaflokkin á barnaheiminum. Tað var eyðsæð, at teir vóru vælkomnir. Eg vitjaði heimið fleiri ferðir um dagin teir fylgjandi dagarnar, og tað var gott at síggju, hvussu dreingjunum tóktust at dáma betur fyri hvønn dag. Á barnaheiminum vóru um 30 børn. Hetta vóru børn, sum vóru “til avlops”. Summi av teimum vóru funnin úti í skóginum, tí tey vóru “sett út” orsakað av heidnum siðum, sum umrøtt í seinasta parti. Tey vóru tískil bjargað frá tí vissa deyða. Summi vóru borin til missiónstøðina, so tað kundi sleppast undan at, tey annars fóru at doyggja. Hesi børnini føldu seg veruliga sum systkin. Tey kendust so mikið væl, at tey høvdu ikki droymt um at giftast við hvørjum øðrum, hóast tey komu frá ymsum støðum og ættarbólkum. Á barnaheiminum gingu teir eisini í skúla, tá ið tann tíðin kom. Her lærdu børnini amahariskt, so tey øll høvdu sama felagsmál. Garja varð bjargað Í seinasta parti varð greitt frá tí skikki, har bæði børnini skuldu fyribeinast, um seinna barnið varð føtt, meðan fyrra barnið enn fekk bróst. Her skal greiðast frá einum dømi um, hvussu eitt av hesum børnum bleiv bjargað. Eftir eina gudstænastu uttanfyri klinikkina í Gisma í Woytodalinum kemur ein maður til norska trúboðaran Dag O. Kiplesund, sum eg kendi væl, við eini smágentu, sum hann var pápabeiggi at. Hann hevði fingið til uppgávu at beina fyri gentuni, tí mamman “ov tíðliga” hevði fingið eitt barn afturat. Maðurin greiddi trúboðaranum álvarsliga frá, at “gentan skal doyggja”. Hann átti at verið farin til fjallið aftanfyri klinikkina og stoytt hana oman. Ein annar møguleiki hevði verið at blaka hana í ta stóru Woytoánna nærindis. Pápabeiggin sigur við trúboðar­ an: “Eg havi hoyrt, at tit taka tykkum av slíkum børnum og fáa tey so langt burtur, at tey ikki koma aftur. Kunnu tit gera hetta við Garja? Kann eg lata hana frá mær her?” Pápabeiggin fór síðan heim. Hendan lítla gentan, sum var hálvt annað ár, stóð eftir og græt, einsamøll í verðini. Støðan hjá gentuni var, at foreldrini kundu einki gera. Eingin av hennara fólki kundi gera nakað. Hon var longu at rokna sum deyð. Hon hevði ongan rætt til lív. Eingin tordi at seta seg upp ímóti andunum av ótta fyri avleið­ ingunum. Men hesin pápabeiggin var kortini eitt dømi um, at tað vóru kortini tey, sum tordu. Men henda gentan fekk eina betri lagnu enn henni var ætlað. Ein ungur evangelistur í Kolme í Konsoøkinum vildi taka gentuna til sín. Hann gav henni eitt nýtt navn Terrefetch, sum merkir “hon ið yvirlivdi”. Tað gjørdi hon eisini, og í 2002 gjørdi norska sjónvarpið eina sending um hana. Tað vóru fleiri børn sum yvirlivdu á sama hátt við, at onkur í stammuni tordi at seta seg upp ímóti andunum og teirra kravboðum. Grátur fyri teimum doyggjandi Kl. er 7 sunnumorgun. Sólin reis fyri einum tíma síðan. Tað er friðarligt. Bert fuglasongurin hoyrdist uttanfyri. Nú hoyri eg, at tey byrja aftur at gráta úti í Bedengeltu, bygdini, sum er næst við hjá okkum. Haðani kom annars Uttugo, sum er umrøddur fyrr í hesi grein. Tey gráta vist yvir mannin, sum doyðu her á klinikkini í fyrradagin. Tey grótu alla gjáranáttina eisini. Hann hevði verið sjúkur leingi. Hósdagin var eg úti og gav honum sproytu. Tá ið eg nærk­ aðist smáttuni, hoyrdist grátur og róp. Har var nógv fólk saman­ komið bæði úti og inni, og tað var mær ógjørligt at koma inn. Eg spurdi um tey ikki vildu fara út, so at eg kundi síggja sjúklingin. Tá ið alt fólkið var útkomið, undraðist eg yvir, at henda lítla smáttan skuldi kunna rúma so nógvum fólki. Innkomin sá eg mannin sita á gólvinum, styðjaðan av tveimum monnum. Hann var ógvuliga sjúkur og spurdi beinanvegin, um hann ikki kundi sleppa á klinikk­ ina at liggja. Jú, segði eg, men legði afturat, at øll hesi fólkini kundu ikki koma grátandi við honum, tí hann trongdi til hvíld og frið. Tað tóktist, sum at hann var fegin um, at eg segði hetta. Teir koma so berandi við honum til klinikkina. Men tað vardi ikki leingi, áðenn alt fólkið kom aftaná. Tey grótu og illa lótu. Lítið og einki bataði at tosa við tey um, at sjúklingurin trongdi til frið. Hetta er undarligur siður. Tey allarflestu av hesum fólkunum hava einki havt við mannin at gera, meðan hann hevur livað. Og eg spyrji meg sjálvan: Hví gráta tey so nú, tá ið hann skal doyggja? Tað tykist alt at vera so vónleyst. Onkur sigur, at fatanin er tann, at um tey gráta nógv, tá ið onnur doyggja, so fara nógv at koma at gráta og vísa samkenslu, tá ið tey sjálvi doyggja. Tá ið fólk doyggja verða tey grivin sama dag. Hetta er neyðugt vegna hitan. Tey verða grivin úti í akrinum. Kista verður ikki nýtt. Í seinasta parti varð greitt frá, at fólk svevur á neytaskinnum í smáttunum. Omaná seg hava tey eitt broderað bummullsteppi. Hetta nýta tey eisini at balla um seg um dagin, tá ið tað er kølið. Hetta teppi verða tey eisini ballað í áðrenn jarðarferðina. Byrjað verður ofta við hesum, áðrenn viðkomandi er deyður. Einaferð kom íslendska sjúkra­ systirin Ingun Gisladóttir fram á eitt slíkt innballað “lík”. Hon helt, at tey vóru nóg so skjót á sjóvarfallinum og gav boð um at balla viðkomandi úr teppinum aftur. Tá var viðkomandi hvørki deyður ella næstan deyður. Hann fekk heilivág og viðgerð og gjørdist frískur! Fyri at sleppa undan villdjórum er grøvin djúp. Síðan verður eitt rúm grivið til síðis niðri í grøvini, og tann deyði verður lagdur inn her. Viðhvørt verða líkini sett við knøunum upp undir høkuna, sum tað er kent frá Egyptalandi. Men tað mest vanliga er at tey liggja niðri. Stundum verður ein “gravstein­ ur” settur á grøvina, sum vit lýsa við eini mynd. Ofraði helst geit til Satan Tað er undarligt at síggja, hvussu bókstaviliga tað eru tvær maktir, sum stríðast um mannasálina. Balle, ein maður í Bedengeltu, lá fyri stuttum eina tíð á klinkkini. Hann var ógvuliga sjúkur ta fyrstu tíðina hann kom. Fólk komu sum vant á hvørjum degi at gráta yvir honum. Vit góvu honum hvønn dag av tí heilivági, sum vit hava, men noyddust samtíðis at ansa eftir, at tey ikki sluppu at geva honum av onkrum, sum tey sjálvi høvdu blandað. Men ein dagin, tá ið vit ikki vóru hjástødd, høvdu tey kortini givið honum av teirra heimagjørda heiluvági, og hann gjørdist sum vera mann verri aftur. Sjálvur vildi hann ikki vátta, at hann hevði fingið nakað frá teimum. Men frá øðrum fingu vit at vita, at tey høvdu givið honum habesja­heilivág, sum tey gera sjálvi. Tá ið Balle einar tvær vikur seinni veruliga var farin at batna, hendi tað ein morgunin, áðrenn vit fóru oman, at Guji, Sjúlkraflutningur í Konso. Teir kunnu hava verið bæði tímar og dagar ávegis Tvíburarnir Jákup og Jóhannes, ella er tað øvugt? Her er ein maður grivin, sum hevur havt tríggjar konur