Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 26 nr. 163 • 27. aug. 2008 arbeiðsgentan hjá mær, sá tey fara berandi við honum aftur um nøkur trø, sum standa nærindis klinikkini. Har høvdu tey so brent hann í búkin við gløðandi jarni, sum tey eru von at gera við sjúk fólk, og tey høvdu lisið yvir honum. Eisini hesa ferð noktaði hann, tá við vit spurdu, um tey høvdu gjørt nakað við hann. Men tá vit síðani tóku teppið av honum og peikaðu á tey frísku brunasárini, tagdi hann. “Hvørjum ætlar tú at geva heiðurin fyri, at tú ert vorðin frískur aftur,” spurdu vit, tá ið hann fór heim aftur “Gudi ella Satan?” “Gudi, sjálvsagt,” segði hann. Tó eri eg ikki viss um, at hann ikki ofraði eina geit til Satan, tá ið hann var komin heim aftur. Mátti ofra á grøvini hjá pápa sínum Í 1963 fór eg á málskúla í Addis Abeba at læra amahariskt. Í 1964 fór eg at arbeiða á sjúkrahúsinum í Yrga Alem. Higar komu teir fyrstu norsku trúboðararnir, sum komu til Etiopia um 1950. Her var eisini bygdur tann fyrsti skúlin hjá missiónssambandinum í Etiopia. Seinni bygdu teir eisini eitt sjúkrahús og sjúkrasystrarskúla. Hetta var einasta heilsutilboð til 4 milliónir fólk. Hóast sjúkra­ húsið er ætlað til 120 sjúklingar er tað javnan, at teir eru 180. Eg var í tveimum umførum í Yirga Alem, og seinni verður greitt meira frá hesum øki. Her skal bert vera greitt frá einari hending. Ein morgun, vit ganga stovu­ gongd á sjúkrahúsinum, var tað ein maður, sum hevði ligið eina stutta tíð. Hann hevði fingið viðgerð fyri tuberklar og segði, at hann mátti fara heim nú. Orsøkin var, at tey á hvørjum ári um hesa tíðina drupu ein oksa og ofraðu kjøtið á grøvina hjá pápa hansara. “Um eg ikki geri hetta nú, so nyttar einki, hvussu nógv medisin tit geva mær. Tað fer ikki at hjálpa kortini”, segði hann. Tað nyttaði einki at royna at yvirtala hann ikki at fara. Hann stóð við sítt, men hann lovaði at koma aftur, tá ið ofringin var liðug at halda áfram við viðgerðini. Trúboðari skotin 13. september 1966 hendi ein skakandi tilburður í Neghelle. Tá var Oddrun Tjåland, sum eg persónliga kendi, skotin til deyðis í heimi sínum. Drápsmaðurin var ein, sum var byrjaður at læra til dessara ella sjúkrrøktari. Hann fekk beskeð um, at hann ikki var egnaður til hetta starv. Meðan maðurin, sum var lækni, var á einum møti, fór drápsmaðurin inn til hana og skjeyt hana. Hann stjól samstundis eitt radio. Tað vóru ikki nógv, sum høvdu radio, so hetta var við til at avdúka hann hampiliga skjótt. Hann varð dømdur, men slapp út nokk so skjótt, tí familjan hjá Oddrun ynskti at náða hann. Beiggi hennara Knut Åsebø fekk tá missiónskall og virkaði í nógv ár í Etiopia. Farloyvi og so avstað aftur til Konso Eg plagdi at vera heima í farloyvi eitt ár í senn. Fyrstu ferð eg fór heim var eftir at hava verið í Etiopia í fimm ár. Eg fór heim í 1965, har eg ferðaðist runt og helt møtir, har eg greiddi frá virkseminum í Etiopia. Eg kom aftur til Konso í 1966. Nú var nýggj klinikk bygd, og hon var ólíka betri enn tann sum var. Nú vóru 20 seingjarpláss og rúmini eru størri og betri enn á gomlu klinikkini. Hátíðardagur fyri keisaran 2. november var hátíðardagur her í Etiopia. Tað vóru nú í 1966 36 ár síðani keisarin Haile Selassie varð krýndur. Hesin dagur verður hátíðarhildin á hvørjum ári. Skúlabørnini hava lært seg sangir til hendan dagin. Dagin fyri fingu tey frí til at vaska klæðini. Tey flestu høvdu einki at skifta við. Hvítar húgvur við etiopiskum flagglitum eru seymaðar til øll skúlabørnini. Tað er Katrin, sum er gift við Gisli Arnkelssyni, sum seymaði húgvunar. Síðan fóru børnini skrúgongu, og trúboðararnir vóru bodnir við sum gestir. Í hesum sambandi kann verða nevnt, at eina ferð skuldu vit í Konso fáa vitjan av sjálvum keisaranum. Alt var skimmað sum til ein kongavitjan í Føroyum. Tað var bíðað í spenningi eftir tyrluni, sum skuldi koma við honum. Eina ferð sæst hon koma langt burturi. Øll streymaðu oman á klinikkina at síggja hendan forvitninsliga gestin. Men hon fleyg bara framvið, og vit stóðu har. Hetta var sera snópisligt. Hann var tá farin á onkra aðra vitjan. Seinni frættu vit, at tá ið hann fleyg framvið okkum hevði hann spurt, hvat hetta var fyri hús. Tað hevði hann so fingið frágreiðing um. Hann hevði eisini ætla sær at vitja okkum, men okkurt kom í vegin. Sum áður greitt frá var hann sera vælviljaður fyri missiónini. Virðing fyri keisara og flaggi Tað er ein stór virðing fyri keisaranum, hóast nógv vita lítið og einki um hann. Myndir av keisaranum verða hongdar uppá almennum støðum. Eingin mynd skuldi vera omanfyri henni av keisaran. Tí syrgdi eg altíð fyri at heingja myndina ovast upp móti loftinum á støðini. Annars var ein søga um ein trúboðara, sum við eitt ársskifti hevði koyrt ein álmanakka í skrell. Vanlukkuliga var mynd av keisaranum á permuni. Onkur hevði meldað trúboðaran fyri vanvirðing av keisaranum. Hetta førdi til ákæru og rættarmál, sum gekk heilt til Addis Abeba. Ein onnur regla var, at tá ið flaggið varð tikið niður á almennum bygningum, skuldi alt steðga upp, so leingi hetta vardi. Ein sirena ýldi, og øll reistu seg upp og stóðu still. Ein trúboðari lá undir einum bili, sum hann umvældi, og hann hoyrdi ikki sirenuna. Hann varð meldaður fyri vanvirðing av flagginum. Hann mundi komið illa fyri. Tað var líka við, at hann varð rendur av landinum. Men hann bað so bønliga um umbering, so hann slapp við skrekkinum. Bíða eftir regninum Nú eru vit komin til endan á mars 1967. Vit ganga og bíða eftir regni nú um dagarnar. Regntíðin átti av røttum at verið byrjað fyri 14 døgum síðani, men enn hevur so at siga einki regnað. Konsomenn hava sáað korn her alla staðni uttanum. Hvønn tú tosar við kemur tosið inn á regnið. Nær man tað fara at koma? Og so verður hugt upp í luftina. Stundum kom skýggj á luftina, men tey reka tvørtur við. “Hvussu verður við korninum, tit hava sáað?”, spurdi eg ein. Jú, tað byrjaði at spíra, men brendi so av aftur. So nú má sáast aftur. Børn á barnaheiminum saman við norsku sjúkrasystrini Klaru Ødegård. Uttan missiónina hevði verið illa vorðið hjá hesum børnum Hátíðarhald fyri keisaran. Børnini í hvítu húgvunum eru frá skúlanum hjá missiónini Velting í Etiopia gongur fyri seg sum altíð. Annars verður hildið at stórir møguleikar eru hjá Etiopia at fáa nógv meira burtur úr, um landbúnaðurin var meira framkomin Næstu ferð Í komandi parti koma vit fram til árið 1974. Tá er tann stóra hungursneyðin, sum vit eisini hoyrdu um í Føroyum