Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 27. august 2008 27 lýsingar Barnaískoyti Mint verður á, at umsóknir um barnaískoyti sambært løgtingslóg um barnagjald til einsa- mallar uppihaldarar, partur 2a (§§19a-19f), fyri oktober ársfjórðing 2008, skulu vera Almanna- stovuni í hendi í seinasta lagi 1. september 2008. Umsóknarbløð fáast á økisdeildunum hjá Almannastovuni í Klaksvík, Saltangará, Tórshavn og á Tvøroyri ella við at skriva tað út frá heimsíðuni: www.almannastovan.fo. Bilur til sølu Ssangyong Rexton II vørubilur árg. mars 2007. 4 hjóls trekk, ABS bremsur, 4 airbags, air- condition, alarmur, alu-felgur, centrallás, elspegl við hita, elrútar aftan, elrútar framman, fløgu- spælari, hiti í setrum framman, hjulspinsregu- lering, klimaanlegg, power-stýring, takboylar, tokulyktir, tónaðir rútar, tráðleyst centrallás, leður setur. Tlf 216525 Nýtt teoriskeið byrjar mikudagin 27. august 2008 kl. 18:00. Tilmelding hjá: Jari Lykke 503002 Mikkjal Hansen 722578 Hugo Kristiansen 225225  EYSTUROYAR TEORISKÚLI Sunnudagsskúli í Hoyvík Hvønn sunnudag klokkan 11 er sunnudagsskúli í Hoyvíkar kirkju. Tú ert eisini vælkomin at verða við. Vegna sunnudagsskúlan í Hoyvíkar kirkju Snorri Brend (fartlf. 598599) Íbúð ynskist Íbúð ynskist til leigu í Havn frá 1. desember til eldri mann. Eri friðarligur og fari væl um. Ring á tlf. 211322 Lesið -so eru tit við! Starvsfólk søkist Søkt verður eftir krambafólkið til at arbeiða kvøldvaktir og náttarvaktir í Kiosk Activ, J. Broncksgøtu at byrja skjótast gjørligt. Eisini sóknast vit eftir vaskifólki. Nærri fæst at vit við at ringja á tlf. 73 37 41 Endurlýsing Fíggjarleiðari á Fróðskaparsetrinum Søkt verður eftir fíggjarleiðara til Seturs- skrivstovuna á Fróðskaparsetrinum, at byrja 1. oktober 2008 ella skjótast til ber. Starvið Fróðskaparsetur Føroya er ein hægri lærustovnur í støðugari menning. Tann 1. august 2008 varð nýggj lóg um Fróðskaparsetur Føroya sett í gildi. Við hesi lóg eru Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og Læraraskúlin lagdir saman við Fróðskaparsetrinum. Setursskrivstovan fær væntandi ein týðandi leiklut í samanleggingini, og saman við leiðsluni á Fróð- skaparsetrinum kemur tú miðvíst at arbeiða við hesi tilgongd. Í samstarvi við leiðslu og fyrisiting á Fróðskapar- setrinum fert tú millum annað at hava ábyrgdina av hesum uppgávum: • ráðgeva leiðsluni í fíggjar-, lønar- og roknskaparviðurskiftum • samskifti við Fíggjarmálaráðið • gerð av fíggjarætlan og roknskapi • eftirlit við rakstri • orðing av mannagongdum á fíggjarøkinum Førleikakrøv og persónurin Vit vænta, at tú hevur: • viðkomandi prógv frá hægri lærustovni ella drúgvar royndir innan fíggjar- og roknskaparøkið • evni at raðfesta og tilrættisleggja arbeiðið • góð samstarvsevni • áhuga í útbúgvingarviðurskiftum • góðan førleika innan KT-økið • evni at laga teg til broyttar arbeiðsumstøður. Setanartreytir Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Umsókn við avriti av prógvum, ævisøgu (CV) v.m. skulu vera Fróðskaparsetrinum í hendi í seinasta lagi týsdagin 2. september 2008. Umsóknir skulu sendast til: Fróðskaparsetur Føroya, Setursskrivstovuna J.C. Svabos gøtu 14 Postrúm 272 FO-110 Tórshavn Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rúnu Hjelm, setursskrivara á tlf. 55 25 04 ella t- post: runah@setur.fo SETURSSKRIVSTOVAN · WWW.SETUR.FO · SETUR@SETUR.FO FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA