Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 164 - 28. august 2008 Stevnir til havs Hin frælsi fuglurin flýgur út, men á rókini hevur hann etið seg so feitan, at hann megnar bert at flúgva nakr­ ar hundrað metrar úr landi – alt eftir, hvussu høgt hann sat, og hvussu lotið liggur. Úti á havinum liggja nú bátar við monnum, ið lúra eftir at taka henda leskiliga fugl við glúpi, og er einki lot á sjónum, hevur fuglurin ongan kjans, um menn duga at handfara ein glúpi. Men bátatalið er ongantíð so stórt, at teir flestu fuglar­ nir ikki sleppa til havs. Tú kanst síggja onkran bát, har tú stimar, men liggur tú á góðari nátaleið og í nógvum fugli, sært tú eisini streymin av nátungum, sum eftir sjón­ um stevna út á hav – og út í tryggleikan, har teir skulu hava sínar dagar til at læra nýggja lívið, umstøðurnar og avbjóðingarnar at ken­ na. Úti á bygdunum, har náta­ veiða er afturvendandi á hvørjum ári, er hetta ein hugnalig tíð. Menn rigga sær bátarnar til, glúpurin skal finnast framaftur, og somuleiðis skal gass og salt keypast, eins og íløt og annað skal verða klárt, tá teir fyrstu feitu fuglarnir liggja inni á gólvinum í neystinum ella í skúrinum. Sum dagarnir ganga, og fuglur verður tikin og førdur til lands, standa menn og royta, svíða og vaska, og svidnaroykurin sker í næsar­ nar kring um í bygdini. Aðr­ ir menn, sum ikki hava høvi at taka náta, koma fram við at práta og spyrja um veiði og útlit, og onkur keypir sær kanska eitt kók. Roytingarmaskinan hevur lætt nógv um arbeiði at fáa fuglin til høldar, og á summ­ um plássum eru teir eisini farnir at vaska fuglin í eini vanligari blandimaskinu, sum riggar sera væl. Flestu, sum hava gjørt seg út til fuglaveiði, hava eina gass­ grýtu við heitum vatni, og haðani fæst heitt vatn til reingerð av fuglinum – ant­ in hann verður vaskaður í balju ella í blandimaskinu. Tvey nøvn Ymiskt er, sum menn rópa fuglin, ið fer á sjógvin – náta ella havhest. Í summum bygdum verð­ ur tosað um nátatíð; í øðrum bygdum um havhestatíð. Øll kenna bæði heitini ­ havhestur og náti, og í summum bygdum verða nøvnini ivaleyst brúkt hvørt um annað. Eisini er kent, at menn rópa gamla fuglin havhest og ungan náta. Men navnið spillir ongan, og fuglurin er eins góður kortini – antin hann verður róptur hitt fyrra ella hitt seinna. Summi salta og eta fuglin, tá hann er íliðin, og onnur frysta og steikja. kiligir kroppar Tað gongur skjótt, tá fuglurin verður vaskaður í blandimaskinu Mynd: Vilmund Jacobsen Derhard Olsen prestvígdur Í kvøld verður 34 ára gamli Derhard Olsen prestvígdur í dómkirkjuni í Keypmannahavn, og hann skal røkja starvið sum sóknarprestur í Samuelskirkjuni á Nørrebrúgv og sum prestur fyri føroyingar í Keypmannahavnarøkinum, meðan Bergur Jacobsen er í fimm mánaða farloyvi. ­ Frá fyrsta sunnudegi í advent í ár verða Samuels Sókn og grannasóknin Kingo lagdar saman í eina sókn, og Samuelskirkjan verður latin aftur sum vanlig donsk sóknarkirkja, men føroyska arbeiðið í Samuelskirkjuni heldur kortini fram sum áður, sigur Bergur Jacobsen, sóknarprestur, sambært www.uf.fo. Tað verður danski biskupurin Erik Norman Svendsen, sum kemur at standa fyri prestvígsluni. Derhard Olsen hevur virkað sum deknur í Samuelskirkjuni, og hann hevur eisini verið formaður í nevndini hjá Santa Ólavs