hósdagur 28. august 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 164 - 28. august 2008
Nú farið er um
líradag, og nátunga
tíðin er byrjað, er
hetta samstundis
seinasti møguleiki
hjá monnum at
veiða ungfugl, sum
enn ikki er farin til
havs. Seinni í heyst
verður loyvt at skjó
ta lomviga, men
tann veiðan kann
ikki samanberast
við nátaveiði, sum
gongur fyri seg á báti
um mánaðarskiftið
august/ september
Fuglaveiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Farið er um líradag, og nú
eru menn farnir at rigga seg
til at taka nátungar á sjón
um. Onkur hevur longu ver
ið fyrsta túrin, og vit hava
frætt um bátar, sum longu í
gjár fingu út við 150 nátar.
Hetta er ein spennandi tíð
hjá teimum, sum dáma at
fáast við fuglaveiði. Dagar
nir kunnu vera langir og
strævnir, um nógv verður
lagt fyri, og nógvur fuglur
verður tikin og skal fáast til
høldar.
Líri minni kendur
Líradagur var týsdagin 26.
august. Hetta er dagurin, tá
menn plagdu at draga líra á
plássum, har skrápur, sum
er hin gamli fuglurin, bygg
ir reiður. Skrápur reiðrast í
holum millum urðagrót og
holum, sum hann grevur
inn í grasbakkan ella mold
ina.
Ymsastaðni kring landið
verður líri tikin, men henda
veiða er ikki so vanlig sum
nátaveiða. Nógv minni er
til av skrápi sum búfugli í
Føroyum enn av havhesti,
sum reiðrast í berginum at
kalla um alt landið.
Líri verður vanliga drigin
upp úr holuni við króki,
sum er festur á ein stívan
og boyggiligan jarntráð.
Verður fuglurin tikin á nátt,
sum er meira vanligt, tá ið
tað líður eitt sindur longur
út, verður gingið við lumma
lykt eftir urðagróti og á
grønum blettum, sum eru
millum urðagrótið.
Mong hava ongantíð sæð
ein livandi líra, tí hesin kem
ur bert út úr holuni, tá kvøld
armyrkrið kemur. Tá kemur
hann út úr tryggu holu síni
at taka ímóti skrápinum
gamla fuglinum sum kem
ur aftur av havinum við
føði. Tey plaga at siga, at
líri eisini kemur út í myrkr
inum at læra seg at flúgva.
Tá skrápurin er komin aftur
at landi um midnáttarleitið,
fara gamli fuglurin og ungin
innaftur í holuna.
Summi kvøld eru fleiri lír
ar úti enn onnur kvøld.
Á teimum plássum, har
líri verður veiddur, er hetta
ein spennandi tíð.
Lítið hoyrist um lírapláss
og líraveiði, men tað, sum
vit vita um, eru skúvoyingar
millum teir ídnastu at veiða
líra.
Støðini, har skrápur reiðr
ast, verða líkasum hildin
eitt sindur duld, so eingin
óviðkomandi ger seg inn á
fuglabølið.
Tú skal vera rímiliga køn
ur og kenna fuglin hampi
liga væl, um tú við eini
lummalykt í myrkri skal
síggja mun á búfuglinum
og unganum, tá hesin er
vaksin.
Minnist eg rætt, plaga
menn at siga, at lírin er
svartur omaneftir bakinum,
meðan skrápurin skýggir
moyrreyður ella brúnligur.
Umráðandi er, at búfugl
urin ikki verður tikin.
Havhestatíð
Hetta er eisini tíðin, tá nát
ungin av álvara byrjar at
ressast í reiðrinum og hevur
hug at royna sínar veingir,
til hann at enda flýgur út av
rókini.
Nátaveiða er meira kend
um alt landið enn líraveiða,
og í hesi tíðini plaga hópur
av bátum og monnum kring
landið at taka sær upp í
tunnuna til veturin, sum
stundar til – og summir sláa
seg saman og royna at tjena
sær nakrar krónur.
Hugsandi er, at menn,
sum hava høvi til tess, nú
samfelagið er vorðið so
dýrt at liva í við høgum
oljuog
matvøruprísum,
ikki verða minni ágrýtnir,
nú hendan tíðin er, og høvið
er at tjena sær nakrar eyka
krónur.
Eitt sindur ymiskt er ár
undan ári, nær besta nátatíð
er. Hetta kann vera tengt at
veðrinum, tá tíðin nærkast,
men ivaleyst hevur tað
størstan týdning, nær gamli
fuglurin er lagstur, og hvus
su umstøðurnar hjá unga
num at búnast nú einaferð
hava verið.
Summi ár fæst nátungi á
sjónum longu fyrstu dagar
nar eftir 20. august, og onn
ur ár kanst tú fara ein langan
túr 26. august – og ongan
fugl síggja á sjónum.
Nú 28. august er í dag, er
greitt, at nátungin so smátt
er byrjaður at ressast á rók
ini og hevur hug at royna
sínar veingir. Náttúran í
fuglinum sigur honum, at
tíðin er komin og at rókin,
har hann so tryggur hevur
sitið og bíðað eftir føði,
ikki er nakað blívandi stað
longur. Hugurin dregur út á
hav, og nú er hann nóg búgv
in til at søkja sær føðina
sjálvur.
Ilt er kanska at siga,
hvønn týdning eitt lot upp í
bergið hevur ein slíkan dag,
men óhugsandi er ikki, at
tað kann viðvirka til, at sein
asta stigið út av rókini verð
ur tikið.
Náti og líri - feitir og les
Ein góður nátadagur. Lastin
er full, og tað eru kassarnir
eisini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ein nátadagur í góðum veðri
kann illa sammetast við nakað
annað
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tveir flogvallir mugu til
Tað fer ikki at gera flogferðsluna meira regluliga, at flogbreytin í
Vágum verður longri. Skal flogsambandið verða meira álítandi, er
neyðugt at hava tveir flogvallir í Føroyum, sigur Magni Arge (myndin),
stjóri í Atlantsflogi við Útvarpið. Atlantsflog skal hava nýggj og størri
flogfør, og tí er neyðugt, at flogbreytin verður longri. Men at
flogbreytin verður nakrar hundrað metrar longri, fer ikki at hava við
sær, at flogferðslan verður meira reglulig, sigur hann. Magni Arge
sigur, at skal flogsambandið liva upp til tey krøv, ið nútíðar samfelagið
krevur, so er neyðugt at hugsa longur enn til at leingja eina flogbreyt,
og sipar til, at neyðugt verður við meira enn einum flogvølli í Føroyum.
Strømegg og Ruth
nýggjan túr
Hirtshals: Í gjár fóru Ruth og Strømegg nýggjan
túr. Ruth kom aftur í dag úr Týsklandi har hon
hevur landað. Bátarnir fiska sild. Um ikki so langa
tíð fara teir at fiska makrel. Isafold og Beinur
liggja inni í løtuni, skrivar bkv.fo