Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 164 - 28. august 2008 H.C. Andersen skriv­ aði eitt ævintýr um ljóta dunnuungan. Men svanaungarnir á Eiði eru ikki komnir skeivt fyri. Helst vita teir, at teir eru svanir, og at teir ein dag ger­ ast sum foreldur síni. Svanaungarnir eru lítlar tveir mánaðir gamlir, og sum skilst hava teir tað gott Náttúra Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Niðri á vatni á Eiði eru eitt svanapar og tveir ungar. Tað brast fyri nev fyrst í julimánaði, og síðani hava nógv fólk verið og hugt at teimum. Á Eiði eru fleiri fólk, ið geva svanunum og ungunum at eta hvønn dag, og síggja stóra fragd í at síggja ungar­ nar vaksa til. Ungarnir vóru klaktir tann níggjunda juli í ár. Ungarnir eru úrslit hjá einum pari, sum sambært Knúti Vesturdal á Eiði, hava verið fastbúgvandi á vatnin­ um síðani í maimánaði í fjør. Svanir í Føroyum ­ Í Føroyum hevur svanur helst verið búfuglur fram til 1700 talið. Hetta kann undir­ byggjast við, at nógv staðar­ nøvn eru uppkallaði eftir svanum ella oknum, ið teir eisini vera nevndir, sigur Tróndur Leivsson, stjóri í skógrøkt Landsins. Í dag eru svanir mest í Føroyum um várið og um heysti. Um vetrarnar halda hesir vanliga til við Norð­ sjógvin og við Írska havið, meðan teir vanliga halda til í Íslandi og Grønlandi um sumrarnar. ­ Fuglarnir, sum vera ver­ andi í Føroyum eru vanliga fuglar, ið eru sera niður­ undirkomnir. Ofta eru teir sjúkir, og doyggja um teir ikki koma til djóralækna, greiðir Tróndur Leivsson frá. Í løtuni eru einir tíggju svanir ymsastaðni í Føroy­ um, men bara tvey pør hava ungar, sum mann veit um. ­ Vit hava ungar í Havn eisini. Í 2004 byrjaði eitt par í viðarlundini í Havn at nørast, og tey fingu ein unga í 2004. Í 2005 og 2006 fekk parið tríggjar ungar, og í ár hava tey ikki færri enn fýra. Í løtuni halda hes­ ir svanir til uppi á økinum hjá Skógrøkt landsins uppi í Hoydølum. Týdningarmik­ ið er at smábørn ikki fara ov nær svanunum tá ungar­ nir eru lítlir, tí tá kann stegg­ in vera sera aggressivur, sigur Tróndur Leivsson. Stjórin í Skógrøkt Lands­ ins, leggur afturat, at sjálvt um svanirnir mest vera hildnir fyri at hava okkurt at hyggja at, er hetta eisini ein roynd at endurbyggja eldru náttúruskipanina. Svanirnir á Eiði Tróndur Leivsson greiðir frá, at steggin kom til Føroy­ ar í 1993, og var tá sera niðurundirkomin. Jógvan Mørkøre á Eiði tók hann til sín, og sendi hann til skóg­ røkt landsins. Har varð hann viðgjørdur, og var at enda saman við eini bøgu, ið varð funnin á Viðareiði, fluttur norður til Eiðis. Bøg­ an varð seinni funnin deyð á Skálafjørðinum. ­ Tað ordiliga stuttliga er, at steggin á Eiði, ikki hevur verið at sæð síðani 1993, men nú aftur er komin til landið. Vit mugu minnast til, at svanur er vanliga er styggur fuglur, ið krevur fitt av plássi. Tí merkir het­ ta, at steggin hevur havt tað gott á Eiði, tá hann ferð aft­ ur hagar, og enntá hevur bøgu við sær, greiðir Trónd­ ur Leivsson frá. Nógv geva svanunum Tað eru nógv, sum geva svanunum á Eiði breyð og annað. Í gjár vóru hjúnini, Erling Petersen og Jovina Højgaard og góvu svanunum. ­ Vit eru altíð og ganga túr runt um vatnið, og vit hava sæð svanirnar gjøgnum alt summarið, men vit geva teimum ikki so ofta. Eg hal­ di teir kenna okkum aftur, tí teir eru ikki styggir tá vit koma nær, sigur Jovina Høj­ gaard. Ein av teimum, ið gevur svanunum hvønn dag, er Knút Vesturdal. Hann hevur fylgd við teimum líka síð­ ani teir komu. ­ Teir komu í maimánaði í fjør, og hava verið her líka síðani. Vit sóu beinanvegin at tað var eitt par, tí tey bóru seg ikki líka at sum hinir svanirnir, ið hava verið á vatninum. Reiðrið er á ova­ ru grynnuni á vatninum, og tað brast fyri nev níggjunda juli, greiðir Knút Vesturdal frá. ­ Eg havi eisini sæð at svanirnir brúka nógv pláss, tí steggin hevur rikið bæði fuglar og seyð, ið eru komin ov nær, leggur Knút Vestur­ dal afturat. Ikki ljótir dunnuungar - Teir komu í maimánaði í fjør, og hava verið her líka síðani. Vit sóu beinanvegin at tað var eitt par, tí tey bóru seg ikki líka at sum hinir svanirnir, ið hava verið á vatninum. Reiðrið er á ovaru grynnuni á vatninum, og tað brast fyri nev níggjunda juli, greiðir Knút Vesturdal frá Tað eru nógv, sum geva svanunum á Eiði breyð og annað. Í gjár vóru hjúnini, Erling Petersen og Jovina Højgaard og góvu svanunum - Tað ordiliga stuttliga er, at steggin á Eiði, ikki hevur verið at sæð síðani 1993, men nú aftur er komin til landið. Vit mugu minnast til, at svanur er vanliga er styggur fuglur, ið krevur fitt av plássi, sigur Tróndu Leivsson, stjóri í Skógrøkt Landsins Brimil sleipaði Beinissvørð Djúpvatnstrolarin Beinissvørð (TG 440), sum er heimahoyrandi í Vági, liggur nú á Skála. Týsdagin kom vaktarskipið Brimil við trolaranum upp á sleip úr Vági og norður á Skála. Sum skilst, skal skipið hava ymiskar umvælingar á Skála Skipasmiðju. Tað er Sancy Trawl, ið eigur Beinissvørð, sum kom í føroyska fiskiskipaflotan fyri Sancy, sum er seldur norðmanninum, Oddvar Vea. Sancy fer ikki til fiskiskap, men verður veitingarskip í oljuvinnuni. Beinissvørð er keyptur úr Íslandi. Skipið kallaðist Andey og var í fleiri ár heimahoyrandi í Suðavik, haðani tað fiskaði rækjur. Andey er upprunaliga smíðað í 1989 sum frystitrolari til Hornafjørðin.