hósdagur 28. august 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 164 - 28. august 2008
Stutt Sagt
Mugabe gongur
egna leið
Tað ljóðar, at forsetin í
Zimbabwe, Robert Mug
abe, ætlar sær at skipa
eina nýggja stjórn uttan
um andstøðuna, sum hev
ur meirilutan í tjóðarting
inum. Í seinastuni hava
tingingar verið millum
stjórnarflokkin hjá Mug
abe og andstøðuna, men
sambært álítandi keldum
tímir Mugabe ikki at bíða
meiri eftir einum úrsliti
og ætlar tí at skipa egna
stjórn. BBC skrivar úr
Johannesburg,
at
ger
Mugabe álvara av ætlan
síni, fer tað at fáa álvars
samar avleiðingar og kann
millum annað gera enda á
vápnahvíldaravtaluni,
sum partarnir samdust um
herfyri fyri at fáa enda á
ófriðinum.
Tíðindastovurnar skrivar
úr Zimbabwe, at myndug
leikarnir gera seg framvegis
inn á andstøðupolitikarar.
Eitt nú vórðu tveir tingmenn
hjá
andstøðuni
tiknir
týsdagin. Mánadagin vórðu
tveir aðrir tiknir, men teir
vórðu kortini latnir leysir
stutt eftir.
Fleiri fátæk í
Michigan
Sambært hagtølunum er
fátækradømið minkað í
øllum statunum í USA tey
bæði seinastu árini uttan í
statinum Michigan. Har
vísa tølini, at 14 prosent
av fólkinum liva undir tí
alment
setta
fátækra
markinum, og tað er eitt
hálvt prosentstig meiri
enn í 2006, skrivar AP.
Tað er eisini oman fyri
landstalið, sum vísir, at
smá13 prosent av ameri
kanska
fólkinum
liva
niðan fyri fátækramarkið.
Tølini í Michigan vísa,
at 6,5 prosent av fólkinum
eru skrásett undir tí ið
verður rópt "álvarsligt
fátækradømi". Í hesum
bólki
eru
hjún
við
tveimum børnum, sum
hava minni enn 10.325
dollarar at liva fyri um
árið, og hagtølini vísa, at
tað eru serliga fólk í
stórbýnum Detroit, sum
eru í hesum bólkinum.
Meðalinntøkan í Michi
gan var 47.950 dollarar í
fjør, og tað var heldur
minni enn í 2006, tá
meðallønin í statinum var
48.546 dollarar, skrivar
AP úr Detroit.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- John McCain var ein djarvur hermaður, men tað er ikki
nóg mikið til at leiða land okkara
Joe Biden
útlond
- Vit bóna tað besta,
men fyrireika okkum
til tað versta, sigur
guvernørurin í
Louisiana
Bobby Jindal, guvernørur í
amerikanska
statinum
Louisiana,
veit,
hvussu
stóran skaða tær tropisku
ódnirnar kunnu gera, tí í
New Orleans og aðrastaðni
har um vegir eru framvegis
mong minni um ódnina
Katrinu, sum herjaði stór
øki í Louisiana og granna
statunum síðst í august í
2005
og
kravdi
1.800
mannalív.
Tí hevur guvernørurin
sett statin í undantaksstøðu,
nú tropiska ódnin Gustav er
á veg uvir um Meksikanska
Flógvan. Harafturat hevur
hann givið fólki í New
orleans boð um at fyrireika
seg til at fara úr býnum, tí
sambært
veðurstovunum
hevur Gustav kós ímóti
býnum.
Higartil hevur Gustav
kravt
23
mannalív
á
oyggjunum
í
Karibiska
Havinum, og veðurfrøðing
arnir siga, at Gustav kann
gerast líka ring sum Katrina,
tá hon kemur inn yvir
amerikonsku suðurstrond
ina. Umleið 3.000 menn í
amerikonsku tjóðarhirðini
hava fingið boð um at
standa til reiðar at hjálpa
neyðstøddum.
Hillary Clinton
steðhaði atkvøðu-
greiðsluni og bað
fundarfólkið staðfesta
Barrack Obama sum
forsetavalevni
Kappingin um at gerast
valevni hjá demokratiska
flokkinum á forsetavalinum
í USA í heyst endaði form
liga í nátt. Eftir skipanini
skuldu teir meiri enn 4.000
valmenninir taka støðu til,
um hvørt flokkurin skuldi
stilla Barrack Obama ella
Hillary Clinton upp. Tað
var kortini greitt, at Obama
hevði stuðul frá væl fleiri
valmonnum, enn Hillary
Clinton hevði, og tí var
heldur
eingin
ivi
um
úrslitið.
Kortini bleiv atkvøtt, men
tá tølini vístu, at umleið
1.500
valmenn
høvdu
atkvøtt fyri Barrack Obama
og umleið 350 fyri Hillary
Clinton, tók Hillary mikro
fonina og bað fundin steðga
atkvøðugreiðsluni og stað
festa Obama sum floksins
forsetavalevni 2008. Nancy
Pelosi, sum er forkvinna í
Umboðsmannatinginum,
tók orðið og spurdi, um
fundarfólkið tók undir við
tilmælinum
frá
Hillary
Clinton. Svarið var eitt
rungandi ja. Tá høvdu
valmenninir
úr
Hillary
statunum
New
York,
Kalifornia og Illinois ikki
atkvøtt, og tað gjørdu teir
heldur ikki.
Undan atkvøðugreiðsluni
hevði Hillary Clinton givið
sínum valmonnum loyvi til
at atkvøða fyri tí valevni,
sum teir vildu atkvøða fyri.
Tann stóri spurningurin í nátt
var, hvussu nógvir av hennara
valmonnum fóru at atkvøða
fyri henni, tí tað kundi geva
eina
mynd
av,
hvussu
savnaður flokkurin stendur
um Obama sum valevni.
Fleiri av stuðlunum hjá
Hillary Clinton høvdu sagt,
at teir vildu sleppa at atkvøða
fyri henni, og teir høvdu sett
seg upp ímóti, at lands
fundurin skuldi velja Obama
uttan atkvøðugreiðslu.
Leyp á McCain
Joe Biden, sum er vara
forsetavalevni hjá Barrack
Obama, hevði orðið á
fundinum í Denver í nátt,
og sum væntað nýtti hann
høvi til at finnast at repub
likanska forsetavalevninum,
John McCain.
Eg havi ferðast kring
heimin saman við John
McCain. Okkara vinarlag
er størri enn politikkurin,
og eg eri framvegis ovfarin
av hansara dirvi. Men eg
kann als ikki góðtaka ta
leið, sum hann ætlar at leiða
land okkara. Hann ætlar at
halda somu kós. Tann
amerikanski dreymurin er
um at fara fyri bakka. Eg
veit tað, tit bita tað, men tað
er ikki líkt til, at John
McCain skilir tað, segði Joe
Biden. Hann legði afturat,
at tíðin krevur meiri enn ein
góðan hermann, men eisini
ein dugnaligan leiðara, og
hann nevndi fleiri dømi um,
hvar McCain hevur mistikið
seg, og hvar Obama hevur
havt rætt.
Næstu nátt skal Barrack
Obama
halda
røðu
á
ítróttarvøllinum í Denver,
og eygleiðarar vænta, at
meiri enn 70.000 fólk koma
at hyggja og lurta.
So er Obama forsetavalevni
Ódnin Gustav kann raka New Orleans
Hillary Clinton tók mikrofonina og steðgaði atkvøðugreiðsluni
Mynd: Polfoto
Joe Biden og Barrack
Obama á pallinum í
Denver tíðliga í morgun
Mynd: Polfoto