hósdagur 28. august 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 164 - 28. august 2008
Grannar hjá nýggja
skúlanum á Argjum
kenna spreing
ingarnar rættiliga
ógvusligar, men Sofus
Poulsen á Arbeiðs
eftirlitinum sigur, at
Articon hevur fylgt
øllum fyriskriftum
SPREINGING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Eftir hendingina tá steinar
regnaðu oman yvir hús við
eina spreinging á Argjum,
eru grannar farnir at óttast
fyri, at hetta kann endurtaka
seg. Grannar, sum Sosial
urin hevur tosað við, siga,
at teir kenna spreingingarnar
ræðuliga ógvusligar.
Húsini rista og skelva tá
teir spreingja, og tá búgva
vit enntá rættiliga langt frá
spreingistaðnum, sigur ein
av grannunum.
Ein annar granni sigur
seg ikki ivast í, at skaðar
fara at koma á hús av ógvus
ligu ristingunum, og at
grundir fara at rivna og flis
ar loysna.
Men Arbeiðseftirlitið sig
ur hinvegin, at Articon fylg
di øllum fyriskriftum við
hesa spreingingina, og at
teir ikki kunnu seta fingurin
á nakað í hesum sambandi.
Vit eru ikki komnir til
nakra endaliga niðurstøðu,
men vit kanna málið í
løtuni. Tað, sum vit fyribils
kunnu sláa fast, er, at Arti
con hevur hildið seg til
galdandi reglur, sigur Sofus
Poulsen
frá
Arbeiðseftirlitinum.
Hann sigur, at orsøkin til,
at steinar regnaðu oman
yvir hús nærhendis spreingi
staðnum, hevur verið eitt á
fakmáli nevnt sprutt.
Tað hevur verið ein riva
í einum av spreingiholunum,
og hetta hevur gjørt, at
spreingingin í tí holinum er
farin síðuvegis í staðin fyri
uppeftir. Og tað benda stein
arnir eisini á, sigur Sofus
Poulsen.
Løða ikki sterkt
Spreingilógin er ikki so
ógvuliga ítøkilig, og sam
bært Sofusi Poulsen er einki
beinleiðis krav um, at leggj
ast skal út yvir, tá sprongt
verður.
Lógin sigur bara, at
spreingjast skal so, at eingin
vandi stendst av. Og Articon
hevur sprongt 70% av tí, ið
spreingjast skal uttan nakað
óhapp. Teir hava lagt ein
verjugarð at taka tað, sum
skuldi farið skeivt, og um
verjugarðurin í hesum føri
ikki var nóg høgur, er so
ein annar spurningur, sigur
Sofus Poulsen.
Um lógin so skuldi verið
broytt, kann kjakast um,
men sambært Arbeiðseftir
litinum verða nýttir somu
reglan sum í okkara granna
londum, eitt nú Noregi.
Og tá fólk kenna spreing
ingarnar harðar, og føla hús
ini ristast, so er tað ikki tí,
at løtt verður so sterkt.
Nei,sjálvt um tað kanska
kann kennast soleiðis, so
eru løðingarnar ikki sterkar.
Spurningurin er eisini, um
vandin ikki hevði verið stør
ri, um løtt varð veikari, sig
ur Sofus Poulsen.
Binda um heilan
fingur
Í sambandi við ristingarnar,
so hevur Articon ein mátara
200 metrar frá arbeiðs
plássinum, sum mátar rist
ingarnar frá spreingingun
um.
Hesin mátari vísir, at
ristingarnar bert eru 10
12% av tí loyvda og tí, sum
tryggingin krevur. So tað
vísir eisini, at tað verður
ikki løtt sterkt, sigur Sofus
Poulsen.
Arbeiðseftirlitið
hevur
ikki álagt Articon at broytt
nakra mannagongd, og fer
sambært Sofusi Poulsen
ikki at gera meira við málið,
stutt sagt tí, at har er einki
at fara eftir.
Men Articon sjálvt hevur
kortini valt at gera ábøtur á
trygdina.
Teir hava gjørt verju
garðin hægri, og hartil hava
teir eisini valt at dekka út
yvir, tá teir spreingja. So nú
skuldi avgjørt eingin vandi
verið fyri, at hetta sama fer
at henda umaftur, sigur
Sofus Poulsen.
Hartil skilst á grannunum,
at teir nú bert spreingja eftir
at børnini í barnagarðinum
við síðuna av arbeiðsplássi
num eru farin til hús.
So niðurstøðan má vera,
at Articon hevur tikið avleið
ingarnar av hendingini og
bundið um heilan fingur.
300.000 fólk í Århus
Borgarstjóraskrivstovan í Århus kunngjørdi í morgun, at
kommunan hevði fingið sín borgara nummar 300.000.
Talan er um ein nýføddan drong, sum kom í heimin á
Skejbysjúkrahúsinum í Århus seinastu nátt. Sum vera
man, fingu tann lítli og foreldur hansara gávur frá
kommununi, og tað var Dorthe Laustsen, varaborgarstjóri,
sum var á sjúkrahúsinum og handaði teimum trimum
gávur. Århus er vaksin skjótt tað seinnu árini. Fyri 25
árum síðani fór fólkatalið upp um 250.000, og
kommunan sigur seg fegnast um, at Århus er tann av
teimum stóru býunum í Danmark, sum veksur skjótast.
Spreingja eftir forskriftunum
Eftir spreingióhappið á Argjum herfyri, hevur Articon hækkað verjugarðin og dekkar nú út yvir spreingingarnar
Mynd: Álvur Haraldsen
30 nátar eftir lítlari løtu
Í dag er av fínasta veðri at fara eftir nátum ella
havhestaungum. Onkur bátur á Sandi var í gjár og fekk
eftir eini lítlari løtu 30 ungar, men tað var eitt frískt lot og
tá riggar ikki so væl. Í dag verður fínasta veður.
Forsøgnin til í morgin er eisini góð fyrrapartin, men hann
frískar vindin seinnapartin. Leygardagin gott veður, men
seinni um dagin verður væl av vindi.