Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 164 - 28. august 2008 Í dag klokkan tólv lat upp forvitnislig barr í hølunum undir Yndi Fitness Yviri við Strond. Tað eru eigararnir av Yndi Fitness, Elsa Maria Bærentsen og Jákup Jacobsen, ið standa fyri nýggju barrini, sum selur heilsugóðan mat og drekka Heilsa Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í dag klokkan 12 lat »Josie’s Juice Bar« upp Yviri við Strond, í hølunum undir Yndi Fitness. Tað eru Elsa Maria Bærentsen og Jákup Jacobsen, sum eisini eiga Yndi Fitness, sum hava tikið stig til at lata hesa nýggju og forvitnisligu barrina upp. Men tað verður ikki rús­ drekka, tey koma at skeinkja, hóast tað er tað, flestu føroyingar leggja í navnið »barr«. Ístaðin verð­ ur tað heilsugóður og soltin matur og frískt og soltið drekka. Hugskotið hava tey bæði fingið úr fleiri av granna­ londunum, og tey hava við hesum eisini fangað rákið, ið er í londunum kring okk­ um við at lata upp heilsu­ góðar kafeir. Íblásturin er komin úr fleiri støðum, har tey hava vitjað, og tey hava so tikið eitt sindur av hvørjum, sett tað saman og laga tað til føroysk viður­ skifti, soleiðs at tey hava gjørt eitt egið konsept av hesum rákinum. Heilsugott og soltið Inni í »Josie’s Juice Bar« verður gjørligt at keypa okkurt til matna og okkurt at drekka, umframt at tað verður gjørligt at taka við út úr húsinum. Matarskráin er sett saman av Snorra Patursson, sum í løtuni lesur Human Ernæ­ ring í Danmark, og tá fólk koma inn har kunnu tey vera vís í, at tey ikki kunnu velja skeivt, tá tey velja sær okkurt í matarskránni. Alt, sum tey borðreiða við inni í Josie’s Juice Bar er nevnliga heilsugott og soltið. Á skránni hava tey fýra heitar rættir, fýra kaldar rættir, fýra rættir omaná, fýra sløg av kaffi og fýra sløg av soltnum drykki í fløsku. Aftanfyri alla matar­ skránna liggur ein rúgva av gransking og hon er vís­ indaliga samansett, soleið at allir ymisku rættirnir hava sín egna serstaka egin­ leika. Millum annað kunnu nevnast »Immunverju­ skot«, ið er samansett av appelsin, gularót og inge­ fær. Eisini hava tey ein smoothie, sum kallast »orkuspark«, sum er saman­ sett av orkuríkum fruktum, og afturat tí hava tey ein, sum eitur »endurbygging«, sum er desideraður til at drekka eftir venjing. Av heitum rættum hava tey millum annað wok, fisk og suppu. Men har verður einki reytt kjøt selt, og hetta er alt heilsugóður matur, ið er ríkur við kosttrevjum, sum eru sera góðar fyri sodningarskipanina. Kalda skráin er sett sam­ an av millum annað føroysk­ ari sild, laksi og toski, umframt at tey hava heilsu­ gott pasta og baguettir. Í desertunum er sjálvandi eitt sindur av sukuri, men einki feitt, sum er tann seinasta orkukeldan, kropp­ urin leggur seg eftir. Hetta er tí at heilsugóðar dessertir hava tað við at gerast súrar, og fyri at byrjga upp fyri hesum, hevur Snorri Paturs­ son vent sær til fruktsukuri, sum eisini er heilsugott. At enda hava tey eisini okkurt til børnini, nevnliga ein milkshake, sum eitur »ljósa­ reyður himmal«. Hugnaligt og lekkurt Endamálið við at hava hesa barrina beint við Yndi Fitness er sjálvandi at fólk kunnu hava møguleikan at koma inn hagar eftir venjing og fáa sær okkurt lekkurt omaná, uttan at hetta setir seg. – Men sjálvandi eru øll vælkomin inn, og endamál­ ið er eisini at fólk kunnu koma inn her og fáa sær okkurt heilsugott og øðrvísi, uttan at tey hava verið og vant áðrenn. Hetta er eitt øðrvísi tilboð, sum eg haldi manglar í Føroyum, og tí hava vit tikið stig til hetta, sigur Elsa Maria Bærentsen, sum er annar av eigarunum av »Josie’s Juice Bar«. Hvaðan navnið »Josie« stavar, er eisini ein lítil søga í sær sjálvum. Josie er nevn­ liga hundurin hjá Elsu Mariu Bærensten, sum er av slagnum Mops. Josie er eisini maskotturin hjá teim­ um í Yndi Fitness, og tað tí var tað upplagt at hon varð uppkallað, tá heilsugóða kafein skuldi hava navn. Josie’s Juice Bar latin upp Olja við Ísland Íslendingar hava góðar vónir um at finna olju undir havbotninum á einari leið í landnyrðing úr landi. Talan er um eitt øki, sum íslendingar kalla Drekaleiðina, og seismiskar kanningar har hava givið góðar ábendingar um, at olja er har, skrivar Morgunblaðið. Felagið Lindir Resources hf., sum norska felagið Sagex eigur part av, ætlar sær at fáa loyvi at leita eftir olju á Drekaleiðini. Stjórin, Gunnlaugur Jónsson, sigur við Morgunblaðið, at Sagex fer at søkja um leitingarloyvi, tá myndugleikarnir ætlandi fara at bjóða leitingarloyvi út um eitt lítið ár. Lítil havísur Nýggjar myndir, sum fylgisveinar hava tikið, vísa, at tað hevur sjáldan verið so lítil havísur í Norðuríshavinum sum nú í summar. Vanligt er, at ísurin minkar nakað út í septembur mánað, og amerikanskir serfrøðingar siga, at verður tað eisini so í ár, verður ísurin tá tann minsti, síðani mátingarnar byrjaðu. Samnært myndunum er havísurin í Norðuríshavinum nú 5,2 milliónir ferkilometrar. Tað minsta, sum menn vita um at siga, er 4,2 milliónir ferkilometrar, og tað var í septembur í fjør. Nú summarið er um at vera av og tað líður móti heysti, hava summi hug at hanga við nevinum. Men samstundis eru tað eisini góð tíðindi fyri tey, ið ræðast vespur, at ringasta vesputíðin eisini er um at vera av Vespur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Síðan á sumri í 2000, tá Tórsvøllur kom til Føroya, og fyrstu vespurnar vóru at síggja í Føroyum, hava hvørt summar verið alsamt fleiri vespur at síggja, kanska serliga í Havnini. Nógv eru tey, ið hava ilt á sær av vespunum, og alsamt fleiri vespubýli stinga seg upp ymsastaðni í býnum. Og kring vespubýlini er rættiliga nógv virksemi, tí vespurnar skulu passa og fóðra avkomið, sum er klakt í vespubýlunum. Til tess at minka um trupulleikan av vespum, bjóðar Tórshavnar Komm­ una borgarunum hjá sær ta tænastu, at tey hava akting­ armann, sum eisini tekur sær av at týna vespubýli, um fólk kunnu vísa á hvar tey eru. Útkallaðir 5 til 6 ferðir um dagin Sigurð Hansen er vespu­ týnari hjá Tórshavnar Kommunu, og hann greiðir frá, at teir higartil í ár hava týnt okkurt um 130 til 140 vespubýli, og at flestu útkallingarnar eru frá einari viku undan ólavsøku og til seinast í august. ­ Vit hava havt nógv at gjørt síðan eina viku undan ólavsøku og til nú. Í miðal verða vit útkallaðir at týna vespubýli millum fimm og seks ferðir um dagin hetta tíðarskeiðið, men longu nú merkja vit eina stigvísa minking, og seinastu dag­ arnar hevur ikki verið tað heilt stóra at gera, greiðir Sigurð Hansen frá. Vespubýlini eru um hesa tíðina umleið á stødd við ein lítlan hondbólt, og eru tískil lættari at fáa eyga á ella at renna seg í. Og um fólk koma fram á eitt vespu­ býli, so eiga tey at ringja á Snarskivuna hjá Tórshavnar Kommunu og boða frá, soleiðs at serkøn fólk kunnu koma á staðið at týna vespu­ býlið. Tá Sigurð Hansen fer út at týna vespubýli, hevur hann serliga útgerð við sær. Til tess at týna vespubýlini, nýtir hann tvey sløg av eituri. Tað fyrsta er ein flótandi eiturløgur, sum alt fyri eitt drepur allar vespur uttan fyri býlið. Aftaná verður eitt eiturpulvur sprænt inn í og uttan fyri býlið. Hetta eitrið virkar í fleiri dagar og drepur allar vespur í býl­ inum og allar tær vespur, sum vóru burturfrá, meðan týningin fór fram. Síðan vikuna undan ólavsøku hevur Sigurð Hansen havt úr at gera, men nú fer so spakuliga at líða móti heysti. Hetta merkir eisini at vespurnar fara í dvala inntil næsta summar, tá tær aftur koma fram. Men inntil tá verður friður, og á hesum sinni er vesputíðin um at vera av Vesputíðin um at vera av