Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 28. august 2008 13 - rættleiðing til politiska søgureingjan hjá Dimmu Eg eri fegin um at fáa hetta gylta høvi frá Dimmu at vísa føroyingum á - og serliga javnaðarfólki sum kanska ikki halda seg hava so nógv at fegnast um í hesum døgum - at vit kortini kunnu vera stolt av teimum nógvu og stóru sosial- og heilsupolitisku avrikum, vit hava megnað í landsins stjórn tey síðstu 4 og ½ árini. Fyri tað um man er krit- iskur, skal man ikki lúgva Tað er sjálvandi í fínasta lagi, at Dimma hevur verið ógviliga atfinningarsom móti landsstýrissamgonguni í nógvum greinum í sein- astuni. Serliga hava sam- gonguleiðari og flokkur okkara staðið fyri skotum. Men fyri at vera kritiskur er ikki rætt hjá Dimmu at reingja veruleikan fyri at fáa sínar pástandir at passa. Eg hugsi serliga um stórt uppsettar redaktionellar greinar í Dimmu tann 5. aug. og aftur 19. aug., har man pástendur, at tað er ein trupulleiki hjá Javnaðarflok- kinum, at Hans Pauli Strøm onki hevur fingið av skafti í síni tíð sum landsstýrismað- ur. Í greinini “Hálvt ár í stjórnarloysi” tann 19. aug. verður m.a. sagt: “Hann (Javnaðarflokkurin) var við í síðstu samgongu og megn- aði ikki at fáa nøkur av sínum hjartamálum gjøgn- um tingið og kundi tí ikki ávísa nakra stóra broyting tann sosiala vegin”, og “Hóast Hans Pauli Strøm ivaleyst hevur gjørt ein stóran innsats fyri at røkka nøkrum javnaðarpolitiskum kjarnumálum, so er hetta ikki hepnast honum, og tí kann hann avgjørt ikki vera nøgdur við síni politisku avrik higartil”. Skjalprógv fyri at Dimma reingir veruleikan Tað er rætt at nøkur stór- mál duttu burtur síðsta vetur, tá val varð útskrivað. Men tey fóru tó ikki longur enn at fleiri teirra longu komu aftur og vórðu samtykt í vár (barnastuðul til stakar uppihaldarar, sambýli í Havn til sinnis- veik, økisdepil í Vági til sinnisveik) og onnur koma aftur fyri tingið í heyst (leigulóg, lutaíbúðafeløg, psykiatrilóg). Men tá Dimma pástend- ur at onki er hent av týdn- ingi, er tað tað søgufalsan rætt og slætt – og tað skal eg skjalprógva. Til tess noyðist eg so at troytta lesaran við einum longum avrikslista. Tí veruleikin er, at tey góðu javnaðarpolit- isku avrikini á almanna- og heilsupolitiska økinum hava aldrin verið størri enn hesi 4 og ½ árini, meðan Javnaðarflokkurin hevur umsitið hetta málsøkið í landsins stjórn. Skjalprógv- an fyri hesum er yvirlitið niðanfyri, sum vísir ein part av teimum avrikum, sum eru framd á almanna- og heilsuøkinum í tíðar- skeiðinum 2004-2008. Almanna- og heilsu- politiski avrikslistin Við nógvum verkætlanum út frá nýggjari studnings- lóg og stórum íløgu- og rakstrarjáttanum hava vit fingið meir enn útvið 160 nýggj eldrabúpláss hesi árini. 220 starvsfólk eru komin aftrat í eldrarøktina og játtanin hækkað 91 mió. Hetta er eitt so stórt tak í einum, at tað gerst neyvan nakrantíð aftur. Størstu pensjónshækk- ingar nakrantíð, so at pensjónin hjá støkum er hækkað við 25.500 kr. árliga (2.127 um mán.), og pensjónin hjá giftum pensjonistum er hækkað við 47.800 kr. árliga (3.898 um mán.). Játtanin til brennioljustudning til pensjonistar er økt við yvir 4 mió.kr. Stuðulin til umsorgar- arbeiðið – í høvuðsheitum til mattænastu og dagtil- hald – er meir enn tvífald- aður frá 3,1 mió.kr. í 2003 til 6,8 mió.kr. í 2008. Dag- tilboð fyri minnisveik eru skipað í Havn og í Klaks- vík, og ókeypis krímvaks- inatión fyri fólkapensjon- istar er sett í gildi. Lægstu fyritíðarpensjon- istar fingu eina hækking 1. jan. 2008 uppá 1.280 kr. um mán., og fáa aftur eina hækking 1.jan. 2009, so tað tilsamans verður ein hækking uppá 2.662 kr. um mánaðin. Hjá øllum fyri- tíðarpensjonistum er mót- rokningin av aðrari inntøku minkað úr 60 niður í 30 %, so tað skal loysa seg betur at vera virkin á arbeiðs- marknaðinum. Nýggj barnaverndarlóg við nýggjari økisskipaðari barnaverndartænastu kring alt landið á nógv hægri fakligum støði. Ásannandi truplu støð- una hjá støkum uppihald- arum kunnu hesir nú fáa ein eyka stuðul uppá 6.000 kr fyri hvørt barnið árliga. Játtanin til brekaði børn er økt við 50%, úr 16 til 24 mió árliga, og harumframt eru komin nýggj stovnstils- boð til fjølbrekaði børn. Rúmligari arbeiðsmarkn- aður fyri førleikatarnað, m. a. við øktari játtan til end- urbúgving og vard størv við 100% hesi árini, úr 15 til 30 mió. Harumframt er veittur stuðul til nýggjan ALV-verkstað á Kambsdali við 1,5 mió. Førleikatarnað hava fing- ið trygd fyri betri stuðul til til bústaðarbroytingar og flutningstól við nýggjum lógar- og kunngerðar- grundarlagi. Psykiatriska økið er í størri menning enn nakran- tíð. Sosial- og økispsykia- triin er í stórum vøkstri, m. a. við eini 3-falding av rakstarjáttanini til bústað- ar- og virknistilboð til væl yvir 20 mió kr í 2008. Við serstakari játtan er farið ígongd við at byggja upp eina barna- og ungdóms- psykiatri í Føroyum. Nýggj psykiatrilóg er ávegis í tingið at avloysa gomlu lógina frá 1936. 3 nýggj sambýli fyri sálarsjúk eru tikin í nýtslu, og nýggjur stovnur fyri autistar er í gerð. Farið verður undir at byggja nýtt sambýli í Havn til sinnis- veik - er bjóðað út í summ- ar (tils. 18 mió kr.), og at byggja nýggjan økisdepil í Suðuroy fyri sinnisveik – er bjóðað út nú í vikuni (fyri tils. 25 mió kr.). Fólkaheilsupolitisk ætlan fyri Føroyar setir fólkaheils- una á politisku dagsskránna við stórari undirtøku alla- staðni í samfelagnum. Fólkaheilsurenningarnar kring landið eru blivnar ímyndin av heilsupolitiska dentinum á likamsvirkni. Skipað er fyri fyribyrgjandi heilsukanningum úti í økjunum, nógv heilsuátøk er sett íverk, m.a. við vatn- kølarum í øllum skúlum. Heilsuavgjøld eru herd á tubbakki og fleiri ósunnum fiti- og søtmetisvørum. Heilsustøðulýsing er gjørd fyri Føroyar við stórari kanningarverkætlan fyri at útvega nágreiniligar upp- lýsingar um heilsustøðu føroyinga. Við nýggjari roykilóg er tað almenna rúmið í Føroy- um vorðið roykifrítt sum tað størsta fólkaheilsu- politiska átakið nakrantíð. Sum eitt ítøkiligt fólka- heilsupolitiskt átak er skip- að diabetes-ambulatorium á øllum 3 sjúkrahúsum í Føroyum. At fyribyrgja misnýtslu og harðskap millum børn og ung er skipað SSP-samstarv millum sosialar myndug- leikar, skúla og politi. Eftir áralangt tos er sett á stovn Sjálvhjálpin, ráðgev- andi toymið til ung og vaks- in í smb. við fyribyrging, fosturtøku, og til trong- staddar uppihaldarar o.o. í truplum sosialum og per- sónligum støðum. Eftir áralangt tos er fing- in ein skipan um viðurskift- ini hjá heimleysum. Við serligari játtan verður veitt- ur stuðul til útvegan av bútilboðum til heimleys í samstarvi við Bláa Kross og Frelsunarherin. Heilsugransking: gransk- ing av mannaílegum er fyri- skipað við nýggjari lóg um ílegugransking, og Ílegu- savnið (Genetics Resource Center) er skipað við játtan uppá 2,6 mió. kr, og fyrstu granskingarverkætlanirnar eru komnar ígongd Fyri at styrkja um við- gerðartilboðini í sjúkrahús- verkinum er serlæknatæn- astan styrkt á fleiri ser- læknaøkjum (patologi, røntgen, onkologi, reumato- logi, neurologi, og alm. medisin). Føroyskir sjúklingar hava fingið sítt egna Sjúk- lingaráð við nýggjari sjúkrahúslóg, sum eisini ásetir nýggja og betri skipan fyri visitatión til viðgerðir uttanlands. Sum fyrsta átak at fremja álitið um Framtíðar Sjúkra- húsverk er gjørd fyrsta nøgdsemiskanningin mill- um føroyskar sjúklingar. Og sum eitt annað ítøkiligt átak er farið ígongd at gera eina heildar Krabbameinsvirkisætlan fyri Føroyar. Til tess at fyribyrgja misnýtslu av stimbrandi evnum innan ítrótt og likamsvenjing hava Føroy- ar fingið sína fyrstu anti- dopinglóg. 3-ára verkætlan um nútím- ansgerð av Landssjúkrahús- inum fyri 105 mió kr verð- ur gjørd liðug í ár og verður hildið fram við nýggjari verklagslóg í heyst. Vit hava fingið nýggja kollveltandi røntgen- og laboratoriuskipan á øllum 3 sjúkrahúsunum fyri 26 mió. kr. Vit eru í ferð við at upp- byggja eina eisini í altjóða høpi slóðbrótandi talgilda heilsuskipan – ein integrer- að elektronisk journal- og informatiónsskipan fyri øll 3 sjúkrahúsini og komm- unulæknaskipanina – fyri einar 25 mió kr. í íløgu- og rakstrarjáttan. Farið er undir at fremja álitið um Framtíðar apoteksverk í Føroyum, m. a. við eini nútímansgerð av heilivágsframleiðsluni hjá apoteksverkinum higartil fyri 22 mió. kr. Fyri at betra um tænastuna skal nýtt apotek byggjast í miðstaðarøkinum. Heilsusamstarv er víðkað útum Danmark, serliga við Ísland, um viðgerðir, heilsu- starvsfólk og heilivág. Við- gerðarsamstarv er fingið við Svøríki og Noreg, og fyrstu stig tikin at fáa sam- starv við Skotland eisini. Og tað var landsstýrismað- urin í almanna- og heilsu- málum sum fekk løgtingið at samtykkja skipanina av kvinnupolitisku nevndini, seinni nevnd Demokratia, at virka fyri øktum kvinnuleikluti í politikki. Tað er eisini eitt politiskt stórmál at nevna, at okkara landsstýriskvinna í lógarmál- um hevur fingið sett í verk endurgjaldsábyrgdarlógina – eitt meir enn tíggju ára forsømilsi um at tryggja rættindi hjá sjúklingum, sum nú umsíðir er komið uppá pláss. At enda kann eg heldur ikki lata vera við at nevna tey góðu javnaðarpolitisku mál, sum á øðrum máls- økjum vóru framd bæði í undanfarnu og hesi sam- gongu, við góðum sosial- og arbeiðsmarknaðarpolit- iskum lógarásetingum um - felags foreldrarætt - barsilsskipan fyri lesandi - skipan av føstum gerðarrætti - hægri stuðul til lesandi forsyrgjarar - longing av barsilsfar- loyvi til allar løntakarar - lóg um setanarviður- skifti og setanarbræv hjá løntakarum - skipan av brúkaravernd við lóg um marknaðarføring og brúkaraumboðsmann. Og vit halda fram við somu ferð Sanniliga, mótvegis pástand- unum hjá Dimmu, hevur Javnaðarflokkurin nógv at fegnast um, við øllum hesum politisku átøkum til tess at styrkja um støðuna hjá teimum veiku í sam- felagnum og sum heild at fremja ein samhaldsfastan almanna- og heilsupolitikk í Føroyum. Og vit halda fram í somu ferð. Longu fyrsta hálvárið í hesi samgongu hevur verið úrslitaríkt (roykilóg, økisdepil og sambýli til sinnisveik, stakir uppihaldarar, SSP-sam- starvið, krabbameinsvirkis ætlanin, endurgjaldsábyrgd, løntakararættindi, brúkara- vernd), og leigulógin og lógin um lutaíbúðir, sum duttu burtur, tá val varð útskrivað síðsta heyst, koma nú aftur fyri tingið. Eins og lógin um barnsins fyrsta sjúkradag og mong onnur átøk til tess at skapa øllum betri livikor í Føroyum. Avrikini á almanna- og heilsuøkinum hava aldrin verið størri landsstýrismaður Hans Pauli strøm Í samband við truplu polit- isku støðuna í samgonguni, fyrst sandoyartunnilin við Gerhard, og síðan fiski- dagaskipanin við Heina, tá trein Høgni H. fram á pall- in og segði, at vit mugu sleppa burturúr hesum, at einstakir samgongulimir taka samgonguna sum gísil í ávísum málum, og tí var betri, at Gerhard og Heini ikki vórðu taldir við í sam- gongumeirilutanum. So vistu vit tað! Seinni kemur løgmaður fram og sigur, at neyðugt er at fáa ein størri flokk við í samgonguna, so nak- að var at slaka við, um onkur samgongulimur gekk egnar leiðir! So vistu vit eisini tað! Men bæði Fólkaflokk- urin og Sambandsflokkurin tóku ikki av tilboði løg- mans, so nú skulu vit klára skerini saman við sjálvs- stýriskitti. So vita vit tað! Kortini skuldi ikki fara fleiri dagar afturum, fyrr enn miðflokkamaðurin Karsten Hansen sum fíggj- armálaráðharri kemur fram við uppskoti um at minka ríkisveitingina við 117 mió kr. í hesum valskeiði. Sam- gongufelagin Javnaðurin mótmælir, men afturímóti væntar Karsten sær neyð- uga stuðulin frá Fólkaflokk- inum fyri at fáa framt niðurskurin. Nú vita vit enn meiri um føroyskan politikk á hægsta støði! Veruleikin hjá okkum borgarum er kortini tann, at sjálvt um vit styðja og velja ymiskar flokkar, so seta vit álit okkara á ta samgongu, ið finnur saman við neyð- ugum meiriluta á tingi! Men hetta, ið nú hendir, ørkimlar okkum øll. Eg var greiður yvir fylgj- urnar av, at landið gjørdist eitt valdømi, tí vit í stóran mun vildu verða stýrd av óbúnum fólkum, men at úslitið skuldi gerast so vána- ligt, tað vardi meg ikki! Sambært omanfyri nevndu viðmerkingar frá fremstu politikarum okkara helt eg meg vita, hvagar tað bar, men úrslitið sigur mær, at best er onki at vita? Nei, hetta er ørkymlandi! Aftur rok á politiska gistingarhúsinum! Eyðun moHr VidErø viðmerkingar