hósdagur 28. august 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 164 - 28. august 2008
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Ása Olafsdóttir Veihe,
Tórshavn, fødd Reinert,
andaðist týsdagin 26.
august, 74 ára gomul.
Martin Hansen, Runa
vík, búsitandi í Viborg í
Danmark,
andaðist
sunnudagin 24. august,
75 ára gamal. Jarðar
ferðin
verður
lýst
seinni.
Andlát og jarðarferðir
Tað er sera tungt at skriva minningar
orð um mammu, tí saknurin er stórur,
og so eru tað einans tvey ár síðan
pápi doyði, tey blivu einans 67 og 68
ára gomul.
Mamma var nr. 8 í røðini í einum
barnaflokki uppá 13. Sum ung fór
hon til Klaksvíkar at arbeiða, har
hitti hon pápa og 24. januar 1960
giftust tey.
Eg fór sjálv sum ung til Klaksvíkar
at arbeiða, og har hitti eg eisini mann
in eg giftust við. Tá mamma og pápi
skuldi hava teirra seinasta barn,
Tove, var eg eisini upp á vegin við
okkara fyrsta. Mamma átti í august
og eg í oktober. Hettar gjørdi sjálv
andi tað at vit høvdu ótrúliga nógv
saman.
Mamma var altíð góð at heita á,
um tað var til at ansa teymum smáu,
ella tá okkurt plaggið skuldi bindast,
so var hon har. Eisini var hon trúðføst
at arbeiða. Tey fyrstu mongu árini eg
minnist, arbeiddi hon á knettivirk
inum og tey seinastu árini á flaka
virki.
Mamma uplivdi at fáa 17 ommu
børn og 5 langommubørn. Øll hava
tey notið gott av at mamma var so
røsk at binda.
Mamma, eg eri so kedd av at tú
ikki upplivdu at Jón bleiv liðugur
sum prestur, tað hevði tú glett teg
soleiðis til. Eisini hevði tú ætlanir
um at koma niður í 50 ára føðingardag
hjá Hanus og til 100 ára føðingardag
hjá Trinu mostur, men soleiðis skuldi
tað ikki vera.
Í oktober seinasta ár fekst tú boðini
um at tú hevði kreft. Joan og eg vóru
saman við tær á Hotel Tórshavn, tá
tú fekst boðini, tað var ein tung løta,
men tú mamma, var tann ið tók tað
lættast. Trods hesi ringu tíðindi, so
minnist eg við gleði aftur á dagarnar
á Hotel Tórshavn og túrarnar vit
gjørdu í Keypmannahavn.
Heimaftur komin fekst tú kemo,
men sjúkan hevði spreitt seg, tað var
bara spurningur um tíð. Men hvat er
tað gott at vita, at hvørja ferð vit tos
aðu saman, so segði tú at tú var klár
at fara heim til Jesus.
Mamma, eg eri so glað fyri at tú
fekst tínar seinastu dagar heima hjá
Vibeku og Asbjørn, tað gjørdi tað
munandi lættari hjá okkum at vera
saman við tær. Har á kamarnum
kundi vit syngja, halda andaktir og
eisini hevði prestur altargongd, ja,
tað vóru ríkar løtur. Minnist so væl
sunnukvøldið 8. juni. Vit hødu verið
á møti í missiónshúsinum. Aftaná
møti komu Anna, Tórhild og Inga at
vitja, og sungu tær eisini fyri tær.
Hetta kvøldið ynskti tú sangin “Eg
visti um Jesus og hansara leið”, hett
ar varð eisini seinasta sangynski hjá
tær á hesi jørð. Aftaná segði tú við
meg: Eg havi verið á møti í kvøld.
Og tað hevði tú sanniliga verið.
Tríggjar dagar seinni doyr mamma.
Meðan vit øll standa við seingina og
siga farvæl, og siga at vit elska hana
og at vit gleða okkum at síggja hana
og pápa aftur heima hjá Jesus, byrjar
hon at láta við munninum, mamma
hevði tá ikki fingið tosa í tríggjar
dagar, við veikari rødd og táravættum
eygum sigur hon, at hon eisini elskar
okkum og at hon gleðir seg til at
síggja okkum aftur har heima, síðan
andaðist hon.
Mamma, vit elska teg og vit sakna
teg. Takk fyri alt.
Eisini takk til míni syskin, Sofus,
Joan, Julian, Vibeku og Tove, takk
fyri tíðina heima.
Hann beyð mær so eymligt at
fylgjast við sær,
og sál míni gleði hann gevur frá
sær,
tó sorgirnar koma, men hvat sakar
tað?
Meg Jesus skal fevna í himli ein
dag!
Hms. 382 ø.4
Ærað verður minnið um okkara elsk
aðu mammu, vermóður, ommu og
langommu.
Vit síggjast,
dóttir tín Maria
Minningarorð um kæru mammu mína
Marnu Hansen f. Tróndheim, Leirvík
f. 21.08.40, d. 11.06.08
Dagurin
29. august. Jóhannes hálshøgdur. Dagurin hildin til minnis um at Heródes læt Jóhannes Doyparan hálshøgga.
Samveldissáttmáli varð gjørdur í Bergen millum Noreg og Danmark hendan dagin í 1450.