Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 28. august 2008 15 Jacob Nolsøe var føddur 12. juni 1878. Hann lærdi til bakara í Danmark. Hann arbeiddi fyrst í Havn sum bakari og varð kallaður Jacob Bager. Seinni fór hann undir framleiðslu av sápu og varð nevndur Sápu-Jákup. Hetta heiti kann eisinu merkja, at hann arbeiddi á sápufabrikkini hjá mjólka- forsýningini. Hann doyði 13. mei 1928. Hann gjørdist tískil júst ikki 50 ára gamal. Hann var ógiftur. Poul varð í 1922 valdur í nevndina í Havnar Arbeiðs- mannafelag. Her sat hann í tvey ár. 75 ára ritið hjá felag- num sigur fylgjandi um hesi tvey árini, har Poul hevur átt ein leiklut: Aðalfundurin sunnu- kvøldið 17. desember 1922 tykist hava verið ein innan- felags uppreistur, tí har verður øll nevndin burtur- sópað og heilt nýggir menn valdir í staðin, bæði til formann, næstformann, kassameistara o.s.fr. Men lítla atkvøðutalið bendir á, at her ruggar ikki heilt rætt og at fáir limir hava møtt á fundi. Kanska heldur ikki summir av teimum, sum vórðu valdir. 29. desember noyðist felagið at hava eykaaðal- fund, av tí at bæði hann, ið er valdur til formann, og næstformaðurin noktaðu at taka við vali. Á hesum fundi var sum ikki eina ferð einmælt samtykt at velja Eiðis Poul Johannes aftur til formann. Jacob Nolsøe (Jacob Bager) gjørdist næstformaður, Marius Jensen kassameistari, Hans Andr. Djurhuus skrivari, meðan hinir 3 nevndar- limirnir gjørdust Joen Davidsen, (Norðoya Jógv- an), Óli á Lava Olsen og Johannes Guttesen. Umframt vanligt fak- felagsvirksemi varð samtykt at hava veitslu og at seta prisin til 3 kr. Sama nevnd verður vald eina ferð enn. Tá samtykkir nevndin at stilla upp til býráðsval. Teir fáa ongan lim valdan hesa ferð, men tað gjørdu teir seinni. Komandi aðalfund er Jacob Nolsøe burtur úr nevndini aftur. Foreldrini Foreldrini hjá Jacob vóru Rakul (1836-1922) og Poul (1836-1824), vanliga kall- aður Pobba, á Mýruni í Nólsoy. Rakul var ættað av Mýruni, dóttir Elspu og Jógvan. Um Pobba eru nógvar frásagnir í Nólsoy. Hann var av sínum bygdarmonn- um mettur at vera eitt satt reystmenni. Ein frásøgn er henda hjá Johannu Mariu Skylv: Tarvurin, ið gekk í hagan- um var mannúlvur og hevði gjørt seg inn á fólk. Maður fór av húsi at fáa tarvin úr haganum. Komnir heim á Malarenda varð tarvurin rikin á sjógv. Ikki fingu menninir forða tarvinum í at sleppa aftur á land, men í somu øði helt hann inn í eitt neyst. Pobba helt aftaná tarvinum inn í neystið. Hann tók seg upp á bitarnar og inn har tarvurin stóð. So kvikur var Pobba, at tað eydnaðist honum at renna knívin beint niður í nakkan á tarvinum, og hann small. Pobba hevði evnini at síggja ella líta inn í tann dulda heimin. Hann sá stundum, tá ið fólk fóru av verðini. Onkur helt á munni við konuna Rakul, at hon mátti ikki torað at sova undir liðuni á honum. “Væl tori eg tað. Eg befalli meg í Jesusar hendur, so skal einki ilt henda mær,” skuldi hon svara aftur. Systkini Um systkini hjá Jacob kann stutt sigast: Jóhannes Pauli var føddur 14. august 1867 og doyði 9. februar 1949. Hann flutti fyrst til Havnar og síðan lærdi hann til skraddara í Danmark. Hann kom heim aftur í 1888 og hevði fyrst verkstað á Kirkjuvegi. Hann hevði síðan verkstað og handil á Káta Horninum í Havn, har hann bygdi sær hús í 1903. Hetta horn var tá kallað Skraddarahjørnið. Í 1918 seldi hann handilin og búsettist uppi í Hoy- dølum, har hann hevði land- brúk og urtagarð. Vegurin fram við húsum hansara er nevnd Skraddaragøta. Systarnar Sigga (1872- 1859), Súsanna Helena (1875-1965) og Ragnhild (1882-1970) vóru ógiftar. Tær mistu allar tríggjar hoyrnina og gjørdust deyvar á ungum árum. Sigga og Helena búðu á Mýruni allar sínar dagar. Ragnhild flutti sum eldri til Havnar at vera hjá bróðrinum Jóhannes. Sína síðstu tíð var hon á Ellisheiminum í Havn. Helena fór í 1903 á Háskúlan í Føgrulíð. Henni dámdi so væl, at hon fór aftur árið eftir. Hóast hon misti hoyrnina, fall hon ikki í fátt. Helena var ein av teimum fyrstu skrivandi kvinnunum her á landi. Hon skrivaði fleiri greinir við siðsøguligum innihaldi og hugleiðingar um sína samtíð í Varðan og jóla- bøkur. Undir seinna heims- bardaga gjørdi Lena eitt stórt arbeiði fyri Frit Dan- mark í Onglandi. Hon skip- aði fyri binding av pløggum til danir, sum vóru í Dan- mark undir krígnum. Napoleon f. 1879 giftist við Jacobinu Jacobsen (1874-1943). Hann var eins og pápin av sterkastu monn- um. Hann fekk starv við vitan á Borðuni, tá ið hesin varð tikin í brúk í 1893, men hann doyði longu í 1904 av tuberklum. Tey bæði fingu synirnar Poul (1898-1992), Jógvan (1902-1977) og Johannes (1904-1925). Allir vóru teir ógiftir. Tískil er ættin hjá Rakul og Pobba deyð út. Jóhannes doyði ungur av tuberklum. Jógvan á Mýruni var við til at stovna sjúkrakassan, og hevði hann um hendur inntil, tað varð lagt saman við Havnina. Hann hevði eisini telefon- støðina í bygdini. Tá tosast skuldi við lækna var Jógvan altíð fúsur. Tí var ofta heitt á hann, tá ið sjúka leikaði á. Hann trekti eisini manga tonnina. Poul var fróðarmaður. Hann skrivaði fleiri greinir við siðsøguligum innihaldi úr Nólsoy í Varðanum. Hann var eisini á yngri árum limur í bygdaráðnum. Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Jacob Nolsøe: Bakari í Arbeiðsmannafelagnum Eitt navn í gamla kirkjugarði er Jacob Nolsøe. Hann er stutt nevndur í 75 ára minningarritinum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Tað var ringt at fáa nakað meira at vita um hann, men her kom Johan Norðfoss til hjálpar. Hann visti, at maðurin var úr Nólsoy, og hann vísti til nólsoyingin Egon Hansen. Her fekst eisini tað at vita, sum er at vita um mannin. Egon hevur í Varðanum fyri 2001 skrivað eina grein um húsið á Mýruni í Nólsoy, og er henda grein kelda til hesa frásøgn Næstu ferð Í komandi parti verður greitt frá Oliver Petræus Effersøe, sum var við í krígnum millum Danmark og Týskland í 1864, og sum seinni gjørdist fólkatingsmaður og lærari í Føroyum JACOB NOLSØE F. 12. JUNI 1878 D. 13. MAI 1928 Jacob Nolsøe Pápin Poul Nolsøe Beiggin, skraddarin Jóhannes Nolsøe Systirin Helena Nolsøe