Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 164 - 28. august 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Nú var tað hann (Arnbjørn Hansen, red.), sum gjørdi alt arbeiði fyri meg í kvøld, men tað plagar annars at vera umvent Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur Oddaliðið gjørdi sítt, og hini úrslitini lagaðu seg topplið­ num til fyrimunar, meðan tað í hinum endanum er størri trýst á klaksvíkingum, enn tað hevur verið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Oddaliðið gjørdi sítt á heima­ vølli. EB/Streyma sigurin á KÍ gjørdist serliga søtur, tá ið tveir teir næstu kappingar­ neytarnir – B36 og Víkingur – dumpaðu. Harvið øktist munurin frá toppinum og niður til næsta kappingar­ neytan, sum nú er meistara­ liðið NSÍ, til tíggju stig. Tað vil siga, at nú skulu tað í minsta lagið fýra umfør til at fáa fatur á gull­ favorittinum. Minnini frá fyrraárinum spøkja sjálv­ sagt, og tí er tað væl skilj­ andi, um tey í Sundalagnum avgjørt ikki kanna sær bit­ an, áðrenn hann er svølgdur, men hesa ferð fer tað ikki at kiksa. EB/Streymur er komið yvir soltna skeiðið, sum teir vóru í kring altjóða luttøk­ una, og nú er tað rættiliga sannlíkt, at fyrsta FM heitið nakrantíð verður komið í Sundalagið, áðrenn septem­ ber mánaður verður av. 24. umfar verður leygar­ dagin 27. og sunnudagin 28. september. Um EB/ Streymur vinnur trý stig tríggjar tær næstu ferðirnar, tá ið teir fara at fáa vitjan av B68, ÍF og Víkingi, so kemur FM heitið til høldar við javnleiki í Runavík 28. september ella dagin fyri mikkjalsmessu. Tað hevði ikki verið so galið hjá teim­ um úr Kollafirði og til Tjørnuvíkar, Gjáar og Oyndafjarðar, um tey kundu farið undir at ganga fjøllini uttan at hava ampa av FM spurninginum! B36 misti silvurplássið í Fuglafirði. Fuglfirðingar megnaðu fyrr í summar 1­1 í Gundadali, og nú fóru teir við øllum ímóti árstalsfelag­ num, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur havt stórar trupulleikar at finna málið hjá mótstøðuliðnum. 22. juni tapti Víkingur á Svanga­ skarði. Síðani hevur tað gingið sum eftir ánni, men nú var tað aftur B68, sum spældi silvurdreymunum í Gøtu og Leirvík eitt puss. NSÍ og HB hava als ikki verið roknað at hava verið so væl fyri, sum tað framm­ anundan varð roknað við. Nú eru tað hesi bæði, sum manna bíligari heiðurs­ merkjaplássini, og tað kann ikki annað enn boða frá – lutfalsliga í hvussu so er – góðum avrikum. B68 og ÍF vunnu fult ímóti favorittunum. Úrtøkan ber við sær, at sannlíkið fyri leygardagsfótbólti næsta ár á Toftum og í Fuglafirði minkaði heilt nógv. Skála og B71 eru fram­ vegis niðast og harvið mest uppløgdu boðini upp á niðurflyting. Hvussu tað verður við tí, fer at verða meiri greitt, tá ið trý tey næstu umførini verða av­ greidd. Eingin mundi hava roknað við, at KÍ skuldi vinna úrtøku í Streymnesi, men hini úrslitini lagaðu tað soleiðis, at tað nú er størri trýst á klaksvíkingum, sum ikki tola at tapa næstu ferð. Mánakvøldið skal KÍ út á Skála, í 22. umfari, sum verður 14. september, skal Skála suður á Sand, og í 23. umfari skal B71 til Klaks­ víkar. Tað er rættiliga sannlíkt, at FM stríðið – um tað ber til at tosa um kapping – verður avgjørt á mikkjals­ messu. Um tað í hinum end­ anum verða KÍ og Skála, KÍ og B71 ella B71 og Skála, sum skulu flyta nið­ ur, verður neyvan avgjørdur fyrrenn eina ferð í oktober. Føroyska hondbólts­ landsliðið kann nú fáa gagn av hondbóltsevnunum hjá Finni Hansson Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hevur tikið sína tíð. Fimm ár eru síðani, at Finn­ ur Hansson av fyrstan tíð søkti um at fáa føroyskt pass. Fyrradagin kom mansliðið hjá Neistanum aftur av venjingarlegu í Íslandi, og tá var passið hjá spælaranum komið. Og hetta fegnast Finnur sjálvandi um. ­ Tað var upprunaliga fyri at sleppa at spæla hondbólt við føroyska hondbóltslandsliðnum. Í dag er støðan so eisini tann, at vit hava verið fleiri útlendingar á liðnum hjá Neistanum, og tí er fyri­ munurin nú eyka stórur. Og tað at sleppa at spæla landsdystir er væl nakað, sum tú gleðir teg til, nú tú hevur sæð fyrrverandi ladnsmenn tínar úr Íslandi spæla seg heilt fram til OL­finaluna. ­ Sjálvandi. Sum hond­ bóltsspælari er tað at spæla landsdystir eitt tað fremsta málið. Eg var eisini við landsliðnum á venjingar­ legu í Noreg, og tað tendraði veruliga hugin at sleppa longur. Finnur er sjálvur av til­ tiknari íslendskari hondbólt­ sætt. Hópatals landsliðs­ spælarar eru í bæði faðir­ og móðurætt, men sjálvur sigur Finnur, at hesi hava stuðlað avgerðini 100%. ­ Tey skilja øll mína avgerð. Og tey siga, at sum støðan er í dag, so halda tey avgjørt, at hetta er rætta stigið hjá mær at taka, sigur Finnur Hansson. Finnur er nú føroyingur Næst seinasta kappingarár varð Finnur Hansson kosin ársins spælari í føroyskum hondbólti. Nú sleppur hann eisini at spæla á føroyska hondbóltslandsliðnum FM avgjørt á mikkjalsmessu Tað er nú bara ein spurningur um tíð, áðrenn FM-gullið kemur til Margáir. Og alt bendir á, at hetta verður á mikkjalsmessu, 29. september Mynd: Sofus D. Johannesen