Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 164 - 28. august 2008 ] Landsins besti áleyp­ ari staðfesti sína støðu, tá hann gjørdi tey bæði fyrstu málini í Streymnesi í gjár, og legði upp til tey bæði seinnu hjá sínum lið­ ið, sum harvið eisini staðfesti sína støðu sum landsins besta lið FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Seks gyltir minuttir og ein gyltur maðurin avgjørdu dystin í Streymnesi i gjár. Arnbjørn Hansen sendi lið sítt framum, tá klokkan rundaði 20 minuttir. Í 66. minutti var kollfirðingurin aftur framvið, og so gekk tað skjótt fyri seg. Fimm minuttir seinni spældi hann Hans Paula Samuelsen púra leysan, og víkarmaðurin sendi bóltin trygt í netið. Minuttin eftir endurtók sama søga seg, og so var støðan brádliga 4-0 til EB/ Streym. Málini hjá Arnbjørn KÍ hevði annars lagt eitt hampiligt trýst á EB/Streym undan 2-0 málinum. Við einum frísparki og tveimum hornaspørkum hóttu teir EB/Streym, sum tá var dott- ið langt aftur á vøllin. Tað gjørdist tó ongantíð meiri enn hóttanir, og at enda fekk Dánjal Davidsen sparkað bóltin himmalhøgt og langt vekk av vandaleið – burtur frá egnari verju, framum miðvøllin, framvið KÍ-verjuni, men ikki fram- við Arnbjørn Hansen. Kollfirðingurin fangaði bóltin, sneiddi framvið landsliðsliðfelaganum í KÍ- málinum, og legði bóltin trygt í tóma netið. Hetta var næsta málið hjá Arnbjørn Hansen í gjár. Tað fyrra stútaði hann flott í net- ið dygst við handaru stong, eftir at Sorin Anghel hevði lagt bóltin innfyri úr høgru. Málini hjá Hans Paula Seinna málið hjá Arnbjørn kom, tá stívliga ein tími var spældur. Tá slakir tjúgu minuttir restaðu at spæla, fór Arnbjørn Hansen so í gongd sum uppleggjari. Aftur hesaferð fangaði hann ein bólt, sum vælleik- andi Dánjal Davidsen spark- aði fram á vøllin. Arnbjørn trekti eitt vet inn í vøllin, sá eitt hol í verjuni og legði bóltin inn um, har Hans Pauli Samuelsen kom tusk- andi og lyfti bóltin frekt yvir í handara síðunet. Minuttin skoraði Hans Pauli sítt seinna mál, sum var eitt neyvt kopi av tí fyrra – hesaferð bara í vinstru síðu og ikki í høgru. So var dysturin avgjørdur. Tað var hann fyri so vítt, tá EB/Streymur skoraði til 2- 0, men tey bæði síðstu málini staðfestu bara munin á liðunum báðum. Málini hjá KÍ Móti dystarenda sóu leikar- arnir á vøllinum, at sigurin var í tryggum hondum og fór ongan veg. Spælið gjørd- ist meiri tilvildarligt og ikki eins heilhjartað, og soleiðis fekk KÍ pyntað upp á úrslitið, so tað á pappírinum ikki gjørdist talan um reina eyðmýking. Innskifti Álvur Christian- sen minkaði um munin stutt fyri leiklok, og í yvirtíðini beindi Rógvi Jacobsen bóltin í málið við høvdinum eftir innlegg úr høgru. Hini hjálpa EB/Streymi Nú sjey dystir eru eftir at leika, ger EB/Streymur sítt fyri at varðveita oddasessin, tað ið eftir er av árinum. Og sum um tað ikki var nóg mikið, so fær liðið eisini góða hjálp frá liðunum aft- anfyri seg á stigatalvuni. Í gjár taptu tveir av nærmastu kappingarneytunum, soleið- is at nú eru tíggju stig, ið skilja EB/Streym frá øðrum plássi. 21 stig eru eftir at spæla um. 15 av hesum stigum standa upp á spæl við Marg- áir í Streymnesi, har B68, ÍF, Víkingur, B36 og HB vitja. Seks stig standa upp á spæl útivølli móti NSÍ og Skála. Lítil hjálp til KÍ Hjálpa hini liðini EB/ Streymi, so er lítil hjálp at heinta hjá KÍ. Argasti kapp- ingarneytin omanfyri niður- flytingarstrikuna vann í gjár, so fuglfirðingar hava yvirhálað klaksvíkingar, ið nú liggja bert trý stig omanfyri B71 og seks stig frammanfyri Skála. Hesa støðu kann KÍ tó bøta nógv um komandi vikuskifti, tá teir vitja á Skála og B71 hjá HB. EB/Streymur – KÍ 4-2 (1-0): Arnbjørn gjørdi alt Tíggju dagar undan næstu landsliðs­ uppgávuni staðfesti Arnbjørn Hansen, at hann er til reiðar, um landsliðsvenjarin ynskir at hava seg millum teir fyrstu ellivu í Beograd Mynd: Sofus D. Johannesen KÍ EB/Streymur Marcell framvegis í EB/Streymi Ungarin Marcell Balog er framvegis í EB/Streymi. Í mána- dagsútgávu okkara bóru vit tíðindi um, at ungi áleyparin var farin aftur til heimlandið, og at samstarvið millum hann og EB/Streym var slitnað. Seinni parturin av hesari søgu var ikki sannur. Marcell Balog er framvegis í EB/Streymi og hevur sáttmála við felagið. Rætt er tó, at ungarin er farin til heimlandið. Hann hevur havt trupulleikar við fótinum í rúma tíð, og ætlandi skal hetta fáast upp á pláss í Ungarn, soleiðis at Marcell Balog aftur kann spæla fótbólt – fyri EB/Streym. Arnbjørn fekk heiðurin Hans Pauli Samuelsen gjørdi tey bæði síðstu málini hjá EB/Streymi í gjár, og var sjálvsagt ovurfegin. – Ja, tú kanst ætla at hetta var ein góður sigur og góð stig at fáa, helt hann fyri eft- ir dystin. Hann fegnað- ist um síni bæði mál, men gav Arnbjørn Han- sen allan heiðurin. – Nú var tað hann, sum gjørdi alt arbeiði fyri meg í kvøld, men tað plagar annars at vera umvent, segði víkar- maðurin skemtiliga og sipaði til, at hann hevur lagt upp til fleiri av mál- unum hjá Arnbjørn Hansen í gjár. Hóast fegin, so loyvdi Hans Pauli sær kortini at vera eitt sindur sjálvkritiskur. – Vit stýra dystinum og halda kanska, at vit tað sama kunnu gevast, men so fær KÍ tvey mál, tí vit ikki eru líka konsentreraðir, og tað er ikki nóg gott, segði Hans Pauli Samuelsen, sum nú hevur góðar vónir til tað, ið eftir er av kappingini. --- Næsta málið punkteraði okkum Heðin á Lakjuni, liðfor- maður hjá KÍ, var bæði harmur og argur um at tapa dystin í gjár. – Men vit kunnu bara gera sum onkur annar plagdi at taka til, og taka ein dyst í senn, helt hann fyri. Tal- an gjørdist um ein rætti- liga sannførandi sigur til EB/Streym, og liðfor- maðurin hjá KÍ helt, at serliga næsta málið hjá heimaliðnum var avger- andi. – Tað søkti okkum ordiliga. Vit høvdu tá lagt eitt hampiligt trýst á EB/Streym eina góða løtu, og vóru nærvið at fáa útjavnandi málið, men so skora teir og tað søkti okkum, metir Heðin á Lakjuni. Profilar uttanfyri Tað vakti ans, at tveir av útlendsku profilunum hjá KÍ ikki vóru við í hópinum, tá KÍ í gjár spældi móti EB/Streymi. Á heimasíðuni hjá KÍ verður sagt, at hetta var av disciplinerum ávum, men tað tykist ikki, sum verður revsingin meira enn hendan eina dystin. - Teir vóru ikki tøkir til dystin hóskvøldið, og meira er ikki at siga um tað. Men Rodrigo og Milic hava verið millum bestu spælarar hjá okkum hetta kappingarárið, og vit eru fegin um at hava teir í felagnum. Meira er ikki at siga um tað, og nú brúka vit alla orku til at fyrireika okkum til dystin á Skála mánakvøldið, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ.