Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 164 - 28. august 2008 ] Símin og ikki Bárður Á Formulaliðnum fyri 20. leikumfar, sum varð spælt farna vikuskiftið og kunngjørt í blaðið okkara týsdagin, var ein feil­ ur komin fyri. Bárður Olsen var settur í høgra borð á hesum liði, men tað var ikki rætt. Símin Hansen var ætlaður henda sessin, sum Bárður Olsen annars hevði eftir 18. leikumfar. Navnið á Bárði Olsen var av misgávum ikki skift út við Símin Hansen, og tískil hetta mistak. So fyri at skúgva allan iva av vegnum, so sá Formulaliðið fyri 20. leikumfar soleiðis út: Predrag Markovic – Sorin Anghel, Óli Hansen, Odmar Færø – Símin Hansen, Hanus Thorleifsson, Allan Joensen, Rodrigo, Andreas Lava Olsen – Andrew av Fløtum, Arnbjørn Hansen. Cypriotisk sensatión Smátjóðir skiftast um at fremja ítróttarsensasjónir. Størsta sensasjónin í søguni hjá Champions League gjørdist veruleiki í gjárkvøldið. Higartil hevur Noreg verið tað minsta landið, sum hevur havt lið við í Champions League bólkaspælinum. Men í gjárkvøldið vann meistaraliðið á Kýpros, Anorthosis Famagusta, ein saml­ aðan 3­1 sigur á grikska stórliðnum, Olympiakos. Famagusta vann heimadystin 3­ 0, og so gjørdi tað ikki nógvan mun, at Olympiakos vann returdystin við 1­0. Íbúgvaratalið á Kýpros er 530.000 íbúgvar, og er Kýpros nú tað minsta landið, sum hevur havt eitt lið við í Champions League bólkaspælinum. Kýpriotar hava gjørt nógv við at bøta um sína egnu fótbóltsligu, við at gera hana sterkari peninga­ liga, og sigast má, at hetta langsiktaða arbeiðið hevur borið frukt. Norður­Kýpros er turkiskt, og hava teir síni egnu kapping har, men hon er ikki altjóða viðurkend. Í heimahøll eydnaðist ikki Víkingi at vinna móti B68. Toftamenn megnaðu fyrst og fremst at taka ferðina úr dystinum, og so høvdu teir einstak­ lingarnar, sum kundu avgera dystin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Víkingur hevði ikki tapt í átta royndum undan heima­ dystinum í gjárkvøldið, og fyrstu løtuna var ikki nakað sum helst, sum bendi á, at teir skuldu lúta hesaferð. Frá fyrsta bríksli herjaðu teir á málið hjá B68, og hóast talan ikki gjørdist um teir heilt opnu møguleikar­ nar, so vóru vandastøðurnar somikið nógvar, at tað bara tóktist vera ein spurningur um tíð, áðrenn Vlada Fili­ povic noyddist inn í málið eftir bóltinum. Tóku ferðina av Toftamenn vóru undan dyst­ inum sera skerdir í verju­ partinum, har Arnbjørn Danielsen var leikbannaður og har Øssur Hansen var smáskaddur. Tað gjørdi sjálvandi sítt til, at verjuspælið var óskip­ að fyrstu løtuna, men eftir fyrsta korterið fingu teir betri tak á í so máta. Fremsta vápnið í hesum var at taka ferðina púrasta úr dystinum, og har næst ráddi um at ansa Andreas av Lava. Nakað sum eisini eydnaðist, tó at Pól Jóhannus Justinussen átti at fingið ostaflísini longu eftir góðum minutti, tá hann púr­ asta klárt sparkaði beinini undan gjøgnumbrotssterka leirvíkinginum. Men ferðin kom niður, og so hevði Víkingur sjáldan nakað móttrekk. Heldur skapti hetta frustratiónir í spælinum hjá heimaliðnum, har bólttapini á miðvøllinum vóru óvanliga nógv, og har tað tí ongan tíð veruliga eydnaðist at etablera nakað trýst aftur í dystinum. Toftamenn høvdu hinveg­ in kanska ikki ta stóra trýsti, men teir arbeiddu seg javnt og samt inn í dystin. Ikki minst var tað ein fragd fyri eyga at síggja bólttryggleikan hjá Jóan Símun Edmundsson, sum støðugt heldur á fram at prógva, at hann er ein tann evnaríkasti spælarin í føroyskum fótbólti í dag. Hartil tykist Jann Ingi Petersen veruliga at hava tikið taktstavin á miðvøllin­ um, har bólttapini ikki vóru tey heilt nógvu, og tí slapp Víkingur heldur ikki til teir løttu kjansirnar í dystinum. Avgerðin kom tíðliga í seinna hálvleiki. Uppspæl í høgru endaði við føturnar hjá Kristian Anton Andrea­ sen, sum langaði til. Geza Turi hálvbjargaði royndini, men Brian Andresen stóð til reiðar við returinum. Og tað kundi sum so eis­ ini blivið til meira enn tað eina málið. Jóan Símun hevði fínt gjøgnumbrot ta einu ferðina, men Geza Turi kláraði akkurát at spurta aftur, tá bólturin varð lobb­ aður upp um hann, og í ein­ um øðrum føri hevði B68 bóltin í netinum, men linju­ verjin hevði so eisini flagg­ ið upp um sama mundið. Filmaði seg til gult Tað vísir seg ofta, at hevur tú fyrst sett ferðina niður, so er trupult at broyta hana, og hetta mátti Víkingur eisini ásanna. Heilt uttan møguleikar vóru teir tó ikki eftir steðg­ in. Zoltan Bukzegy hevði eitt framúr gjøgnumbrot í høgru, og ta einu ferðina mundu tey flestu bara bíða, til dómarin bríksliga fyri brotssparki, tá Lava­mað­ urin varð togaður niður í brotsteiginum. Men tað var tó merkisvert, at tað gekk so long tíð, áðr­ enn spælið hjá vertunum varð umskipað. Tá alt annað kiksar, so plaga eini hyggju­ ráð vera at oysa bóltar inn í brotsteigin. Her hevur Vík­ ingur eisini fleiri góð vápn í stórum og sterkum verju­ spælarum, sum kundu verði fluttir fram í álopið, men tað varð tó ikki gjørt fyrr enn tíðin av álvara var farin at halla. Hetta skapti eisini onkrar møguleikar, og nærmast vóru teir við, tá Hans Jørgen Djurhuus fluktaði horna­ sparksinnlegg á stólpan. Og so eydnaðist tað gestun­ um at dríggja seinastu min­ uttirnar avstað. Og so bilti tað minni, at Brian Andresen fekk gult kort fyri ringan ítróttaranda, tá hann royndi at filma Niclas Niclasen til reytt kort, meðan bæði bonk­ urin og Jóan Símun fingu gult fyri at koyra bóltin burt­ ur í eini roynd at fáa nøkur sekund at ganga. Stigini komu til høldar, og við hesum er B68 so at siga burtur úr niðurflyting­ arvandanum. Hjá Víkingi var talan hin­ vegin um eina striku í rokn­ ingini. Soleiðis sum kvøldið gekk, so hevði ein sigur lyft teir upp á silvurplássið, men í dag mugu teir heldur nipnir ásanna, at talvan sig­ ur fimm og ikki tvey. Víkingur-B68 0-1 (0-0): So máttu Víkingur lúta Steðgirnir vóru nógvir og effektiva spælitíðin lítil, tá B68 mikukvøldið fór úr Sarpugerði við øllum stigunum Mynd: Álvur Haraldsen B68 Víkingur B-gúppetrýsj Liðskiparin hjá Víkingi staðfesti eftir dystin, at teir ikki gjørdu tað, sum kravdist fyri at fáa neyðugu stigini. ­ Eg má siga, at teir høvdu leitað langt aftur í søgubøkurnar. Teir blivu kallaðir B­gúppetrýsj fyrr, og tað vístu teir so sanni­ liga aftur í dag. Tað var rættiliga primitivt, men tað riggaði, tí ferðin fer fullkomuliga úr dystinum, segði Niclas Niclasen. Og eru tit ikki ov seinir at umstilla tykkum. Tað er jú ikki fyrr enn allar sein­ astu løtuna, at tit broyta spælið til at oysa bóltar inn í feltið? ­ Tað er ongan tíð okk­ ara ætlan at gera tað. Men tað noyddust vit móti end­ anum. Tað sær sjáldan pent út, men við hvørt riggar tað kortini, men hesa ferð fingu vit so einki burturúr tí heldur. Ein sigur hevði lyft tykk­ um á silvurplássið, og nú eru tit ístaðin á fimta pláss­ inum. Er tað ein beiskur biti? ­ Ja, tað er tað sjálvandi. Men hinvegin er tað somikið tætt undir toppin­ um, og tað eru framvegis sjey dystir eftir. Vit hava B36 heima longu sunnudag­ in, so hetta skal ikki oyði­ leggja góða stiman, sum vit hava verið í. -mørk Hugsa um okkum Dánjal Hansen hevur ikki spælt tað nógva í ár. Síðani summarsteðgin hevur hann tó aftur verið á liðn­ um hjá B68, og hann var væl nøgdur um stigini, sum komu í skjáttuna mikukvøldið. ­ Tað var tað, sum vit komu eftir. Vit høvdu eitt stig, tá dysturin byrjaði, og hetta vildu vit halda fast um. Í útgangsstøðinum vóru vit rímiliga defensiv­ ir, men vit satsa upp á øll stigin, og tey fáa vit. ­ Fortreytirnar vóru nak­ að vánaligar, tí okkum vantaði tveir av verjuspæl­ arunum. Tí máttu vit taka ferðina úr dystinum, og tað eydnaðist. Seinastu løtuna komu tit undir stórt trýst. Vóru hetta tungir minuttir at koma ígjøgnum? ­ Tað er tað altíð í Gøtu, tað vita vit. Teir spæla hart og kontant, og tí verður tað ofta øgiliga strævið, men tíbetur gekk tað kortini. Við sigrinum hava tit nú 26 stig. Kenna tit, at tað nú er sloppið? ­ Nei, sloppið er tað ikki. Nú kenni eg ikki hini úrslitini í kvøld, men vit mugu fyrst og fremst hugsa um okkum sjálvar og okkara spæl, og tað gjørdu vit eisini í kvøld, segði Dánjal Hansen eftir dystin. -mørk