Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. august 2008 Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› VARPIÐ SvF • Týsdag 2. kl. 20.05 »Vísindi: Fornaldarmaðurin í tí modernaða menniskjanum« Í hesum partinum snýr tað seg um heilar! Í teimum komandi fýra sendingunum greiðir Lone Frank frá gransking, sum bjóðar gomlum vana og menniskjafatan av. Í hesum partinum skanna tey heilan á skúlabørnum fyri at finna teir sjey intelligensarnar, sum ein av oddamonnunum í námsfrøðini, Howard Gardner, tosar um. SvF • Fríggjadag 29. kl. 21.00 »Dansifrøi« So er Dansifrøi aftur á skránni við kendum fólkum, sum skulu kappast um, hvør dugir best at dansa. Kendasti luttakarin er uttan iva forsætisráðharrafrúan Anne-Mette Rasmussen. Í hesi fyrstu sendingini sleppa allir luttakararnir at vísa, tað tey duga, uttan at dómarar og hyggjarar skulu koyra tað eina parið burturúr kappingini. Men komandi fríggjakvøld, tá skulu tey kappast av álvara. SvF • Hósdag 4. kl. 19.40 »Menn í vanda« Sáðframleiðslan hjá monnum er minkað við 50 prosentum tey seinastu 50 árini. Samstundis er talið av krabba í eistum og talið av vanskaptum kynslutum vaksið samsvarandi. Danski læknin og granskarin Niels Skakkebæk heldur, at "evnini hjá monnum at nørast eru líka so hótt, sum veðurlagið og umhvørvið".