hósdagur 28. august 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
[ Nr. 164 - 28. august 2008 ]
Fingu ikki
spælið at
koyra
Heðin Askham, venjari
hjá B36, var heldur
misnøgdur við avrikið
hjá sínum leikarum.
- Teir vóru nógv
skarpari í takklingun-
um. Vit fingu ikki spæl-
ið at koyra, og liðið í
kvøld var ikki gott
nokk, segði Heðin eftir
dystin.
- Vit skapa okkara
málmøguleikar í fyrra
hálvleiki,
og
kundu
faktist avgjør tað har.
Fuglfirðingar hava eitt
skot á mál, og teir gagn-
nýta tann møguleikan,
segði Heðin Askham
eftir dystin, sum heldur
at brótast skal upp um
ermar sunnudagin, tá ið
hann og B36 vitja Vík-
ing í Gøtu.
---
Greiddu
uppgávuna
Nú fyrrverandi lands-
liðsleikarin
hjá
ÍF,
Høgni Madsen, var væl
nøgdur við uppleggið,
sum liðfelagar hansara
hildu seg til.
- Allir vóru uppsettir
til dystin og gera eitt
100% avrik. Einki lá
eftir. Uppgáva okkara
var at standa væl á vøll-
inum, og síðan royna at
fáa okkurt mál. Tað
eydnaðist, helt Høgni
fyri eftir dystin, og sig-
ur seg ikki minnast ein
einasta møguleika til
B36.
ÍF hevur nú truplar
uppgávur fyri framman.
Komandi tríggir dystir-
nir vera á útivølli, og
var hetta ikki nokk, so
eru teir ímóti liðunum,
sum í løtuni liggja num-
mar 1, 2 og 3. Høgni er
tó bjartskygdur.
- Har skulu vit hava 9
stig! Tað sær gott út, og
eg vænti at vit fáa nógv
stig í teimum dystunum,
sum eftir eru, segði
Høgni Madsen.
Kuyt bjargaði Liverpool
Alt bendi á eina óvæntaða brotssparksavgerð, tá belgiska
Standar Liege í 118 minuttir helt Liverpool frá at skora á
Anfield. Eftir 0-0 í fyrru uppgerðini bíðaðu ónøgdu
heimaáskoðararnir bara eftir brotssparkskappingini, men so
var tað, at Dirk Kuyt bjargaði Liverpool við einasta málið í
uppgerðini. Hvussu ein brotssparkskapping hevði háttað
sær, er ilt at siga, men tað er lætt at staðfest, at málið hjá
Kuyt var hundraðtals milliónir vert hjá siðvanda enska
stórfelagnum, og so var tað skilligt, at fagnaðurin var stórur.
AaB í pengalandið
Fyrrverandi felagið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen,
AaB spældi seg sum væntað víðari til bólkaspælið í
Champions League. AaB vann heimadystin móti kenning-
unum hjá HB, Kaunas, 2-0, og tí vóru fortreytirnar góðar
undan seinna dystinum. Verri gjørdist tað ikki, tá
mótstøðuliðið fekk tveir mans riknar av vøllinum, og við
tveimum málum frá Kasper Risgaard kundu donsku
meistararnir staðfesta, at teir eru til reiðar at taka lut í
spælinum um Champions League milliónirnar.
Eftir fýra ósigrar á
rað eydnaðist tað
í gjárkvøldið ÍF
at venda keðiligu
gongdini, tá ið teir
heldur óvæntað
vunnu 1-0 á
heimavølli ímóti B36
FÓTBÓLTUR
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Tað hevði ikki gingið eftir
vild hjá ÍF undanfarnu dyst-
irnar, tá ið felagið í gjár tók
ímóti B36 í Fuglafirði. B36
hevur havt tað trupult á úti-
vølli í ár, og umframt at nógv-
ir leikarar ikki vóru við veg-
na skaða og leikbann, so var
hetta ein møguleiki hjá ÍF at
venda keðiligu gongdini. Og
tað kann bara staðfestast bein-
anvegin: ÍF tók av møguleik-
anum.
Hildu tætt
Dysturin byrjaði javnur, har
bæði liðini royndu at fáa nøk-
ur álop í lag. Fyrstu løtuna sá
út til, at B36 skuldi vera
vandameira liðið, og teir
royndu seg serliga í høgru
síðu. ÍF helt tó tætt, og vann
seg skjótt upp á yvirvágina í
spælbýtinum.
Heimaliðið
kendist nógv tryggari á bólt-
inum, og royndi at umstilla
seg skjótt fram eftir vøllinum,
sum tó sjáldan hepnaðist ser-
liga væl. Sasa Jovanovic var
ofta mest sum einsamallur í
álopinum, og tað sást greid-
liga, at uppgávan hjá ÍF fyrst
og fremst var at halda tætt
har afturi.
Og tá ið tað nú eydnaðist
so væl, so fingu teir eisini
ein málmøguleika. Hetta var
í 32. minutti, tá ið eitt frí-
spark verður sent inn í brots-
teigin hjá B36. Her endar
bólturin fyri fótunum hjá
Nenad Saric, sum frá brots-
teigarmarkinum hegnisliga
sendi bóltin upp í nettakið. 1-
0 til heimaliðið, og stór frøði
á
fuglfirðingunum,
sum
høvdu leitað sær niðan á fót-
bóltsvøllin í góðveðrinum.
Minuttirnir til hálvleiks
vóru ikki nøkur uppliving
fyri tann, sum elskar gott
fótbóltsspæl, og hálvleiks-
støðan var 1-0 til ÍF.
B36 trýsti
Í seinna hálvleiki kom væl
hægri ferð á dystin. ÍF
hevði eina leiðslu at verja,
og hetta lat størsta partin av
spælinum til B36. Hugflogið
í álopunum hjá B36 var ikki
gott, og ÍF-leikararnir lógu
sera tætt á teimum úr høv-
uðsstaðnum, soleiðis at teir
als ikki høvdu nógva tíð at
umrøða seg í. Hetta sá út til
at rigga sera væl, og spælið
hjá B36 hekk illa saman.
Ikki fyrr enn seinni hálv-
leikur var hálvrunnin, eydn-
aðist tað B36 at fáa endarnar
at hanga betur saman, og
eisini leggja eitt ávíst trýst
á ÍF-málið. Ofta manglaði
tað síðsta í, men í fleiri før-
um endaði tað eisini við
mótálopum til ÍF.
Tað skuldi vísa seg, at ÍF
fekk bóltin í málið einaferð
afturat.
Høgni
Madsen
skeyt fríspark, sum Mein-
hard Joensen í B36-málin-
um fekk hendurnar á, og
sum Sasa Jovanovic síðan
skeyt í málið. Málið varð tó
kolldømt vegna rangstøðu.
B36-verjuleikarin, Dim-
itrije Jankovic, sum seinastu
løtuna leikti sum áleypari,
var tætt við at javna stutt
fyri leiklok, tá ið hann skeyt
beint omanfyri málið. Hóast
B36-trýstið eydnaðist tað
ikki at koma inn um tøttu
ÍF-verjuna, sum sanniliga
sigraði á tí til tíðir ráðaleysa
B36-liðnum.
Við sigrinum vinnur ÍF
seg upp á 7. pláss, og er nú
fimm stig omanfyri niður-
flytingarstrikuna. B36 dett-
ur niður á eitt deilt 3. pláss,
sum teir nú deila saman við
kappingarneytunum úr HB.
ÍF-B36 1-0 (1-0):
Nenad Saric sigursharri
í Fuglafirði
B36
ÍF
ÍF hevur havt tað sera
tungt seinastu vikurnar,
men við sigrinum á B36 er
líkt til, at teir koma sær úr
niðurflytingarvandanum
Mynd: Álvur Haraldsen